Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 viðmerkingar Nr. 241 - 12. desember 2007 Hendir hetta veruliga í Føroyum? Tað spyrji eg meg sjálv­ an, nú valfeløg í Norður­ oyggjum hava tikið seg saman og í felag sent út eitt mótmælisskriv – ímóti mær. Í stuttum snýr mótmælið seg um, at eg – í mínum mest náttúrliga og grund­ leggjandi eginleika sum privatpersónur og skatta­ borgari í Føroyum – havi brúkt mín grundlógartryggj­ aða rætt til at hava eina hugsan um nøkur týðandi samfelagsviðurskifti. Hvat er tað so, eg havi loyvt mær at hugsa? Eg havi sett mína undir­ skrift undir, at eg eri ímóti, at "alt ríkidømi (les fíggjar­ lóg) verður brúkt upp á at bora hol". Eg eri pápi at tveimum deiligum dreingj­ um, og eg ynski, at teir skulu fáa bestu útbúgving­ ina, sum til ber. Tað sama munnu øll onnur foreldur í Føroyum ynskja. Seinasta PISA­úrslitið gjørdi meg sera vónbrotnan, og eg haldi, sum borgari, at politikararnir raðfesta ikki útbúgving líka høgt sum samferðslukervið. Sjálvandi skal samferðslu­ kervið mennast, tí annars høvdu Føroyar ikki havt ta menning, tær hava havt. Men vit mugu prioritera útbúgving og heilsu. Annars støðast fólk ikki í Føroyum, og fólkatalið økist ikki, sum er okkara mál. Hetta rokni eg við, at vit øll kunnu vera samd um. Sum privatpersónur, hvørki mótarbeiði ella eri eg ímóti, at ein Sandoyar­ tunnil verður bygdur. At yvirskriftin á Portalinum sigur øðrvísi, má standa fyri teirra rokning (fjøl­ miðlamanipulatión). Mót­ mælisskrivið, sum eg lesi tað, nevnir onki um nakran Sandoyartunnil. Mín hugsan sum privat­ persónur, pápi og skatta­ borgari hevur onki at gera við mítt starv sum nevndar­ limur í Norðoyatunlinum. Tit, sum gjøgnum polit­ isku flokkarnar eru partur av demokratisku skipanini, eiga at virða, at allir borg­ arar í hesum landi eru fevndir av grein 77 í Grundlógini. Henda grein tryggjar okkum øllum tali­ , skrivi­ og hugsanarfrælsi, og hon er høvuðsgrundar­ lagið undir demokratisku skipanini. Hugsanarfrælsið á glíðibreyt Borgari í Føroyum Bjarni a. Bjarnason Viðmerking Tá Bjarni Askham Bjarnason kallar tað fjølmiðlamanipulatión, at vit á Portalinum skrivaðu: ”Tunnilsformaður fyrstur at mótmæla Sandoyartunli”, so er tað ikki rætt. Bjarni Askham Bjarnason kann væl hava skrivað undir, tí hann er ímóti raðfestingunum hjá Løgtinginum, og tað hevur hann sjálvandi fullan rætt til. Men tað skert ikki burt, at mótmælisskrivið, nevnt ”Ørvitistunlar” við tilvísing til lógaruppskotið um Sandoyartunnilin, er eitt mótmæli móti Sandoyartunlinum. Til ber at lesa mótmælið og undirskrivtirnar á www.gopetition.com/online/15622.html Eirikur Lindenskov, blaðstjóri Eg vil ikki á nakran hátt leggja meg út í viðurskift­ ini hjá fiskimannafelagn­ um. Eg vil tó loyva mær at rætta villleiðandi tíðindini, sum koma fram um virk­ semið hjá felagnum, sum tað hevur verið. Á heimasíðuni Samtak stóð at lesa mánadagin: ”Fiskimannafelagið er eitt av fáu fakfeløgunum í Føroyum, sum onga veru­ liga eftirlønarskipan hava. Sum er fáa fiskimenn 52 kr í eftirløn fyri hvønn mynstraðan dag, herav rinda fiskimenn 22 kr, meðan reiðarin rindar 30 kr. Tískil er eftirlønin hjá einum meðal fiskimanni uml. 10.000 kr um árið, um roknað verður við at viðkomandi er úti 200 dagar um árið.” Her verður blandað inn­ gjøld og útgjøld, og tí er hesin stubbin meinings­ leysur. Hetta prógvar, at upprunin til hansara ikki veit, hvat málið snýr seg um. Tað er inngjaldið til eftirløn hjá hvørjum eins­ tøkum, sum er kr. 52 um dagin, meðan tað í hesum stubba verður sagt at vera útgjaldið. Inntil næstsein­ astu sáttmálasamráðingar hjá arbeiðarafeløgunum svaraði hetta nøkurlunda til inngjaldið fyri átta tímars dag hjá arbeiðara. Útgjaldið valdast sum kunnugt, hvussu leingi tað verður goldið inn, rentu­ støði v. m. Skipanin hjá FF hevur í hvussu er ein eginleika, sum er øðrvísi enn hjá tímaløntum. Tey viður­ kenna jú, at løntakarin í verunleikanum rindar alla sína eftirløn sjálvur, tí hann fær tað minni í løn, sum hann fær í eftirløn. Tað eydnaðist FF í 2002 at fáa reiðararar sjálvar at rinda part av eftirlønar­ gjaldinum. Hetta var ikki smávegis avrik. Hetta er uttan iva ikki nóg mikið. Men tá er neyvan nakar trupulleiki at gjalda meira enn eftir sama leisti sum hjá arbeiðara­ feløgunum. Her er grundar­ lagið lagt í verandi sáttmála. Samtak dugur ikki at skilja millum inngjøld og útgjøld Óli jacoBsen Tá Sandoyartunnilin varð samtyktur, var øllum fram­ burðssinnaðum greitt, at steðgast kundi ikki á hálvari leið. Tí var Sandoyartunnilin roknaður sum byggistig I av eini suðurleið, sum sjálvandi knýtir, so at siga, alt landið saman. Tað kemur ikki fram í kjakinum, at við at gera henda tunnil til Sandoynna uppá 10 km, so kann koyrast 27 kilometrar suðuryvir. Tá Sandoyartunnilin kemur út oman fyri Skop­ un, so kann haldast fram at koyra 9 km suðuryvir til Sands – ikki nokk við tí. Av Sandi kann haldast fram suðuryvir 8 km (bygdavegur) til Skarvanes og enntá longur suðuryvir, alt eftir hvar man velur at fara niður aftur við byggi­ stigi II við tunnli til Suðuroynna. So við einum tunli upp á 10 km til Sandoynna skulu leggjast 17 km aftrat við koyring suðuryvir eftir Sandoynni. Samanlagt 27 km. Við øðrum orðum er man komin hálva leið koyrandi á veg at binda alt útflutnings framleiðandi suðurøki saman, so koyrandi verður úr Sumba til Viðareiðis. Tross alt ikki so galið allíkavæl. 27 km suðuryvir Henrik old Ongin ivi skal vera um, at føroyingar skulu fáa alla ta neyðugu og ta bestu við­ gerðina, tá vit gerast álvarsliga sjúk. Hóast vit ikki megna alt sjálvi, so skal ongin skal koma illa fyri, tí at okkara smáu sjúkrahús ikki klára allar truplar sjúkraviðgerðir. Tí eru vit glað fyri og trygg við, at tá kann Ríkis­ sjúkrahúsið í Keypmanna­ havn vera álitið. Serliga snýr hetta seg um serviðgerðir innan krabba­ mein, æðra­, hjarta­ og lungnaøkið, neurologiska økið, serøki innan orto­ pedi, trupulleikar í smb.v. ov tíðliga fødd børn, cystisk fibrosa o. m. a. Til hetta endamálið hava vit eina serliga játtan á fíggjarlógini, sum svarar til umleið 20% ella fimtingin av øllum okkara sjúkrahúsútreiðslum. Og henda játtanin er vaksin nógv seinastu árini, sum talvan vísir (2007 eru mett tøl): Sí talvu Nógv tann størsti partur­ in – eini 85% ­ av sjúkra­ viðgerðini uttanlands fer fram á Ríkissjúkrahús­ inum í Keypmannahavn. Restin fer fram á øðrum sjúkrahúsum í Danmark – minni enn 1% fer fram á sjúkrahúsum uttan fyri Danmark. Tí má sigast at vælvirkandi atgongd okkara til Ríkissjúkrahúsið er ein lívsæðr fyri okkara sjúkrahúsverk. Og soleiðis fer eisini at vera frameftir – av nógvum góðum grundum. Nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn Tí verður eisini arbeitt við at útvega okkum nýtt sjúklingahotell í Keyp­ mannahavn, at avloysa Hotel Tórshavn, sum ikki longur er tíðarhóskandi á nakran hátt. Í summar setti eg ein arbeiðsbólk at fyri­ reika hetta arbeiðið. Seinni í hesum hesum mánaði koma tey við sín­ um tilmæli til landsstýris­ mannin, um hvat gerast skal. Tað verður so kom­ andi landsstýrismaður saman við komandi samgongu, sum fer at gera av, hvussu ætlanin skal fremjast. At tað verður kostnaðarmikið er ongin ivi um. Men tað er ein kostnaður vit sjálvsagt mugu raðfesta. Heilsusamstarv við Ísland og Skotland Hóast Ríkissjúkrahúsið eisini í komandi árum fer at vera høvuðsálitið fyri at fáa neyðugu atgongdina til serviðgerðir uttanlands, so er av stórum týdningi at vit eisini knýta samband við onnur sjúkrahús í okkara nærmastu grannalondum. Her verður serliga hugsað um Ísland og Skotland. Tað kann verða gagnligt at hava atgongd til hesar møguleik­ ar aftrat Ríkissjúkrahúsi­ num, m.a. fyri at stytta um bíðitíðir, og fyri at økja um møguleikarnar fyri strategiskum samstarvi um menning av heilsustarvs­ fólkum. Hetta er eitt øki har vit noyðast at gera ein serstakan stóran innsats fyri at menna og rekruttera tey heilsustarvsfólk, sum vit hava so stórliga brúk fyri. Serviðgerð uttanlands 2003 2007 %-broyting Sjúklingar 1499 2280 52% Fylgjarar, avvarandi 1080 1680 56% Útreiðslur, í mió. kr. 91 115 26% Hesin vøkstur í útreiðslunum til serviðgerð uttanlands er eitt vet størri enn vøksturin í sama tíðarskeiðið til tey 3 føroysku sjúkrahúsini (2007 eru mett tøl): Tey 3 sjúkrahúsini í Fø. 2003 2007 %-broyting Útreiðslur, í mió. kr. 346 424 23% Ríkissjúkrahúsið er og verður álitið, har vit sjálvi ikki røkka landsstýrismaður Hans Pauli strøm Val