Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 241 - 12. desember 2007 3. partur Móses var ein heilt serlig­ ur maður í ætlan Guds. Um hann stendur hetta í 5. móseb. 34,10­12. Men ikki stóð aftur upp í Ísrael nakar pro­ fetur sum Móses, hann, ið HARRIN umgekst andlit til andlit ­ táið hugsað verður um øll tekinini og undrini, ið HARRIN hevði sent hann at gera í Egypta­ landi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara, og um allan hin veldiga mátt, ið Móses vísti, og øll hini stóru, ræðuligu verk, ið hann gjørdi fyri eygum als Ísraels. Í 2. mósebók 2,24­25 lesa vit, at Gud mintist sáttmála sín við Ábraham, Ísak og Jákup og hoyrdi suff ísraels­ manna. Og triði kapittul byrjar við, at hann opin­ berar seg fyri Mósesi í einum tornarunni: 2 Tá opinberaði eingil HARRANS seg fyri hon­ um í logandi eldi, mitt út úr einum tornarunni; hann hugdi at og sá, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, og tó brendist tornarunnurin ikki upp. 3 Tá segði Móses: "Lat meg fara hagar og hyggja at hesi undurfullu sjón, hvussu tað ber til, at tornarunnurin brennist ikki upp!" 4 Men táið HARRIN sá, at hann fór hagar at hyggja, rópti Gud á hann út úr tornarunninum: "Móses, Móses!" Hann svaraði: "Ja, her eri eg!" 5 Hann segði: "Kom ikki nærri! Lat teg úr skónum, tí staðið, ið tú stendur á, er heiløg jørð!" 6 So segði Hann: "Eg eri Gud faðirs tíns, Gud Ábrahams, Gud Ísaks og Gud Jákups!" Tá fjaldi Móses andlit sítt, tí hann ræddist at síggja Gud. 7 Og HARRIN segði: "Eg havi sæð neyðina hjá fólki Mínum í Egypta­ landi, og Eg havi hoyrt, hvussu tey geva seg undan teimum, ið plága tey; ja, Eg veit, hvat tey líða! 8 Og nú eri Eg komin niður at fría tey úr hond­ um Egypta og leiða tey burtur úr hesum landi ……..osf. Harrin sendir síðani Móses til ísraels­ menn og Farao og aftur og aftur lesa vit: ”Harrin talaði við Móses og segði”. ”Ella Harrin talaði við Móses og Áron og segði”. osf Frásøgnin um tíðina, tá ið Móses steig fram fyri Farao, um øll undur­ ini, sum Gud gjørdi við hond Mósesar, eru so væl kend, tær ræðuligu plágur ið Gud sendi yvir Egyptaland, eru so væl kend, at ikki skuldi verið neyðugt at tikið alt upp­ aftur her. Tað endaði jú við tí ræðuligu pláguni, at allir frumbornir í Egyptalandi doyðu eina nátt. Hetta førdi so til at Farao rak fólkið út. Síðani herdi hann seg aftur, fór aftaná teimum og fann sína vátu grøv í reyðahavinum við øllum heri sínum. Tá ið ísraelsfólk er komið um reyðahavið og inn í oyðimørkina, hend­ ir nakað heilt serligt. Framhald. Bíblian innblást av Gudi - Ikki mannaorð um Gud VIÐMERKING Óli Jacobsen Tað verður roknað sum grundleggjandi, at fólk skulu halda seg til sann­ leikan. Um hetta kann kiksa, so liggur ein skylda at fáa hetta rættað. Men soleiðis er tað ikki hjá einum stórum parti av samfelagnum. Tá teimum valdast kravið til sannleik­ an hvønn og hvat tað snýr seg sum. Tað er júst tað, sum er galdandi í Føroyum. Tað kundu verið sagdar nógvar søgur um hetta, serstakliga hjá fjølmiðlafólki. Eitt sera ”gott” og einfalt dømi er greinin ”Kiptir sangfuglar” í Dimmalætt­ ing 2. november, har tað millum annað varð sagt: Í 2004 verður táverandi formaður í Búskapar­ ráðnum Hermann Oskarsson ákærdur fyri at vera landasvíkjari av formanninum í Føroya Fiskimannafelag .. aftan á ein fyrilestur um búskaparligu viðurskift­ ini í ríkisfelagskapinum. Hetta verður nýtt sum prógv fyri, at eg saman við øðrum, hava roynt at forða nevnda formanni fyri at kunna nýta sítt grundlógar­ tryggjaða talufrælsi. Veruleikin er tann beint mótsatti, og hetta vísti eg eisini á í eini eftirfylgjandi grein. Eg vísti eisini á, at her var talan um eina falsan ímóti betri vitan hjá Høgna í Jákupsstovu, sum skrivaði greinina. Hetta gjørdi hann við at taka eitt lítið brot út heild­ ini í hesi máli og at snara tað til endamálið, nevniliga at gera meg til skurk í hesi søk. Tað kom sjálvsagt einki svar í Dimmalætting. Sum ein segði við meg: Hetta var jú satt, og tí kundi tað ikki svarast aftur. Í Blogguni í Dimma­ lætting skrivar greinskriv­ arin tó ein stubba, sum er ein váttan um hetta. Tað er í sær sjálvum avdúkandi fyri ússaligheitina, at greinskrivarin ikki torir at seta sína vánaligu undan­ førsluna í sjálva Dimma­ lætting, men avmarkar hana til 27 lesarar á blogginum. Her skrivar hann millum annað: ”Í greinini "Ákærir Hermann fyri landasvíkjara" í Dimmalætting 7. juni 2004, sigur Óli Jacobsen orðararætt: – Hann misnýtir starvið, førir landsskaðiligt virksemi í Danmark og hevur sett seg oman fyri alt annað vald, sum ein annar statur í statinum. Føroyska orðabókin hjá Føroya Fróðskaparfelag frá 1998 sigur soleiðis um orðið landsskaðiligur: ”sum fremur landssvik (ið kann verða landsins trygd og fullveldi at meini), landsskaðiligt virki”.” Hetta er ein váttan um, at eg havi ikki kallað nakr­ an landasvíkjari. Hetta var ein málsliga illa samansett yvirskrift, sum Dimma­ lætting sjálv hevði sett á greinina. Viðvíkjandi endurgivnu greiningini í móðursmála­ orðabókini av orðinum landsskaðiligur, at tað er at vera ”landsins … fullveldi at meini”, so kann illa komast uttan um, at tað júst hetta, sum hendi í samband við ráðstevnuna hjá norðuratlantsbólkinum í Danmark í 2004. Tað stendur nevniliga rimmarfast: Tað vóru borin ósonn tíðindini í donskum fjøl­ miðlum um inntøku­ og skattaviðurskifti hjá før­ oyskum fiskimonnum, serliga í TV2. Einasta uppgivna og endurgivna kelda til hesi tíðindi var formaðurin í Búskapar­ ráðnum. Hesi tíðindi førdu til, at danska politiska skipanin hótti við at leggja seg út í innanhýsis føroysk viður­ skifti, har vit hava full­ veldi, við at nýta blokkin sum jarnbrot. Sjálvur fekk eg við tógvið stríð TV2 at taka hesi tíðindini aftur sum ósonn. Hetta førdi sostatt til, at henda danska hóttanin varð tikin aftur, ásannandi at danska politiska skipanin varð blivin villleidd. Síðan tá hevur sjálvt Dansk Folkeparti ikki tikið upp á tungu at leggja seg út i føroysk sermál. Eitt bragd fyri summi… Tað vóru nógv fólk, sum mettu hetta at vera eitt bragd at hava fingið so væl eina so máttmikla tíðinda­ støð sum eina politiska skipan at bakka. Tað gjørdi Sosialurin forrestin eisni í eini oddagrein. Men tað vóru onnur sum skúmaðu av øði, tí hetta passaði ikki við teirra ”dagsskrá”. Eftir øllum at døma eisini Høgni í Jákups­ stovuni, sum tá beinleiðis tók partí í bløðunum at verja hesi ósannindi eins og hann ger í dag. Annars skuldi verið eitt upplagt mál hjá eini óheft­ ari pressu at lýst hvat veru­ liga hendi í hesum máli. Men tað gjørdi hon ikki. Stórt sæð øll kávaðu út yvir tað sum var hent. Tað er fullkomiliga avdúkandi fyri Dimma­ lætting, at júst hesi viður­ skifti, sum eg vísti á í míni fyrstu svargrein, als ikki vera nevnd í nevndu bloggu. Tey passa nevniliga ikki til boðskapin. Í 2004 fingu vit í staðin ein goragang frá akadem­ isku yvirstættina um kúgan av talufrælsinum við bú­ skaparráðnum og stjóra­ num í Føroya Banka Astrup Hansen á odda. Tað var ikki ein, sum hevði áhuga fyri, um tað talu­ frælsi, teir vildu verja, eins væl umfataði ósannindi sum sannindi. Tá tagdi Høgni Hoydal Tann sum fekk sannleikan fram skuldi gerast skurk­ urin, eisini hjá føroyska partinum av Norðuratlants­ bólkinum. Hann átti í hvussu er óbeinleiðis átti so mikið stóran part av ábyrgdini av hesum máli, at hann kundi gjørt nýtslu av teirri rættvísiskenslu, sum hann skeltar við, tá ið tað passar við hansara áhugamál. Nakað leikar hann í eisini, tá ið danir annars leggja seg úti innan­ hýsis føroysk viðurskifti. Men nú tagdu teir. Ætli ikki at góðtala søgufalsan Eg hevði ikki ætlað at grava hetta mál upp aftur, men ætli ikki við góðum at slík falsan við góðum skal gerast tann almenna søgan um hetta mál. Havi enntá upplivað, at sonur mín er komin heim úr hægri skúla við somu søgufalsan, eisini skrivað av einum eftir egnum tykki ófeilbarligum journalisti. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu veruliga er statt við talufrælsinum í Føroyum. Tað vóru vit, sum fingu sannleikan fram í hesum máli, sum fáa hótt okkara talufrælsi. Millum annað við eini slíkari grein sum hesari í Dimmalætt­ ing, sum nú trý ár eftir diskar upp við hesi full­ komiligu reinging av hesi søgu. Tá so verður víst á sann­ leikan, nú er tøgn. Hann hevur ongan áhuga. Tað hevði hann heldur ikki í 2004, tá uppgávan hjá toppinum á allari kransa­ kakuni, íroknað fjølmiðlar, var at renna ørindi fyri ósannleikan. Tað tykist ikki at vera øðrvísi í 2007. Eisini hjá Dimmalætting. Hon hevur annars eina sera relevanta oddagrein týsdagin um hetta evni, sum ein bert kann vera samdur við. Men júst hetta mál er ein váttan um, at oddagreinin er bert lótir. Nú er aftur eitt valskeið runnið. Eitt fýra ára valskeið, har politikk­ ararnir hava megnað við samstarvi at gera munagóð átøk. Nógv er hent, men vit í Dali sita spyrjandi. Vegurin í Dalsbergi er verri enn nakrantíð. Summastaðni í leysum lofti og aðrastaðni fullur av gróti. Tvær reisur er nevnivert av peningi sett av til Dalstunnilin. Báðu ferð er peningurin fallin aftur í Landskassan. Undrunar­ samt tykist hetta okkum í Dali, tí øll, sum hava hættað sær til Dals, munnu vera á einum máli um, at hesin vegur er ringasti landsvegur í Føroyum. Nakrar kanningar eru gjørdar. So hvørt ein kanning sá dagsinsljós, bleiv hon køvd av ser­ kunnleikanum. Var tað ikki Landsverk, var tað onkur friðingarnevnd. Ein maður varð settur við serkunn­ leika. Millum annað skuldi hann úttala seg sum staðarkendan persón. Hansara orð vóru ikki til mikið gagn. Hann mælti til, at vit brúktu Dalsberg at ferðast í, tí har var so vakurt, og synd er ikki at koyra á slíkum strekki. Lítið nyttar vakurleikin, tá grót og skriðir eru dagligir gestir. Landsverk gloypti hesum tó rátt. Eftir at hava staðfest, at ov lítið av stórskaða hendi i Dalsberg, bleiv málið lagt til síðis. Eina tíð blivu vit troystaði við, at maskinurnar, sum arbeiddu í Gásadals­ tunnlinum skuldu koma henda vegin. Í dag eru tær farnar av landinum og koma aldrin aftur. Dalbingar vilja hava tunnil. Allir lata gleðiliga bæði bø og haga til endamálið. Verri er á hinari síðuni. Tríggjar vegafør­ ingar eru teknaðar, men eingin sleppur út hinu­ megin. Er tað ikki ein heyggjur, er tað ein steinur. Er tað ikki ein steinur, er tað hóttanir um sakarmál fyri ov lítið gjald fyri lendið. Tað sær næstan soleiðis út, at Dalstunnilin skal ganga sum ein hesta­ skógvur. At hann bæði skal byrja og enda í Dali. Tekningin, ið nú liggur frammi er ikki tann besta. Tunnilin er óneyðuga langur og tí óneyðuga dýrur. Hetta av manglandi vælvild. Sandoyggin hevur fingið eina lívsæðr, men Dals­ bygd er nærri deyðanum enn nakrantíð. Tað er mítt inniliga ynski til Lands­ verk og tey sum ávirkan hava: "Gevist við at mót­ arbeiða Dalstunnilinum, tí hvør dagur við verandi støðu, er ein dagur í ótta". Dalsberg - Ein deyðsfella Dalur Sunnvá E. LarSEn richard daniELSEn Dimmalætting: Sannleikin valdast hvønn tað snýr seg um viðmerkingar