mikudagur 12. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
3. partur
Syd kom aftur eftir
gentuni
Sum vit vita, førdi kríggið til
nógv samband millum bretar
og føroyingar og eisini til nógv
hjúnarløg.
Dóttir Jens Reinert, mammu
beiggja Honnu, Gretchen, giftist
eisini í Bretlandi, og hana hava
vit sæð nokk so nógv. Maðurin
var Oliver Dean, vanliga nevndur
Dixie. Hann er upprunaliga frá
Norðuronglandi, men flutti í
1930unum, sum ungur maður
til Birmingham, har hann
sóknaðist eftir arbeiði. Hann var
í Føroyum í 1940. Dixie var ein av
teimum, sum var evakueraður frá
Dunkerque.
Villbjørg, dóttir Jens, giftist
við Syd Pike. Hann var sjómaður,
og hevur eina áhugaverda søgu.
Áðrenn týskarar tóku Danmark,
kom hann við einum trolara til
Suðuroyar, tí eitt týskt flogfar var
dottið niður har. Teir komu eftir
hesum týska flogfarinum. Hetta
skuldi ikki koma alment fram,
tí Danmark var tá uttanveltað.
Manningin á flogfarinum varð
hildin aftur í Havn, og fór av
landinum beint áðrenn Danmark
varð hersett. Ein av teimum, sum
ansaði eftir hesum týskarum, var
Johan Norðfoss, sum vit høvdu
ein grein um nú í heyst.
Syd fór til Fjareystur, og hann
segði seg vilja koma aftur at
giftast við Villbjørg. Øll søgdu, at
hann fór ikki at koma aftur. Men
hon bíðaðu í tolni, og hann kom.
Tey giftust í Havn í mars 1946.
Nú búgva tey í Canada.
Olaf Olsen var við í
Dunkerkque
Vit kendu ein mann í Grimsby,
Olaf Olsen, sum eisini hevur
upplivað sín part av søguni
frá bardaganum. Hann var
føddur í Grimsby av føroyskum
foreldrum. Tey vóru Christina
og Óli Olsen, í Króki, av Sandi.
Olaf giftist eftir kríggið við
Selmu, dóttir Margrethu og
Poul í Lon úr Vestmanna. Hann
hevði verið í Føroyum undir fyrra
heimsbardaga.
Seinni hevur hann verið
havnameistari í Gloustershire
vestantil í Onglandi. Vit hittust
á sjómansmissiónini í Grimsby
til eina jólasøla. Hann dugdi
framvegis væl at tosa føroyskt.
Tað áhugaverda er, at Olaf
upplivdi evakueringina úr Dunker
que, sum vit greiddu frá í fyrsta
parti. Tað er eisini greitt frá hesi
hending í Teir sigldu úti, 1. bók,
hjá Niels J. Arge.
Tá seinni heimsbardagi brast
á, var Olaf 2. stýrimaður á einum
ferðamannaskipi, sum sigldi á
rutuni millum Ongland og Franka
ríki. Hetta skip sigldi ikki minni
enn 22 fjórðingar um tíman.
Sum bardagin brast á sunnudag
fóru teir mánadag við fullum skipi
av herfólki, einum 1.000 monnum,
úr Southampton sunnast í Ong
landi til Le Havre í Fraklandi.
Tá ið teir komu aftur haðani
týsdagin, tók herurin skipið, ið
varð bygt um til hospitalsskip.
Olaf var eina tíð við sama
skipi. Tá ringast stóð til, var hann
tríggjar ferðir í Dunkerque, og teir
førdu 1.600 særdar hermenn aftur
úr franska býnum Dunkerque, tá
ið bretski herurin hopaði undan
týskarum.
Men har blivu nógvir eftir, og
Olaf segði, at hetta vóru ringastu
dagar í lívi hansara.
Seinastu ferðina, teir komu inn
móti Dunkerque, var luftin full av
flogførum, bumbur vóru tveittar
alla tíðina, og alt var svart í royki
og eldi. Eisini skipið, Olaf var
við, varð álopið, og 10 flogfør av
slagnum Stuka skutu eftir teimum
við maskinbyrsum og sleptu
bumbur eftir teimum.
Teir fóru út um eina løtu og
sigldu so inn aftur í havnina
millum vrakini, ið har lógu. Tá
ið teir komu til keiina sóust
sjúkrabilar, so langt sum eygað
sá. Teir skundaðu sær at taka
menninar umborð, áðrenn tað
fór at lýsa fyri degi. Tá ið teir
fóru avstað aftur var ein bretskur
oyðari har úti fyri. Hann sigldi
á eina minu og fór í spønir.
Teir kundu ikki taka teir 2300
menninar, sum fóru á bláman,
upp úr sjónum. Tað bar ikki til
at drála so leingi, at tað fór at
lýsa, áðrenn teir sjálvir komu úr
vandanum. Teir vistu nevniliga, at
týskarar tá fóru at vera uppi yvir
við sínum flogførum. Teir høvdu
eisini sannað, at týskarar eirdu
heldur ikki hospitalskipum, hóast
tey vóru væl og virðiliga merkt við
Reyða Kross merki.
Eingin bumba rakti skipið, tá
ið teir vóru álopnir, men merkini
frá spreingikúlunum, sum høvdu
borið við skipið, vóru mong, og
Olaf Olsen varð
bumbaður í Dunkerque
Vit eru nú komin til
triðja og seinasta
part av frásøgnini
hjá Honnu og Harry
Wilson. Teirra lív
kom at gerast nógv
øðrvísi, enn tað varð
sungið við teirra
vøggu. Hetta kom
Hitler at broyta
fullkomiliga. Men tey
hava havt eitt gott
lív, og her verður
greitt frá tí felags
føroyska/bretska
samleikanum, sum
tey eru góð umboð
fyri
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Sanna og Louis Apol, sum eru upprunin til hesa søgu
Olaf Olsen var bumbaður við
Dunkerque og endaði seinni í
japanskari fangalegu
Louis Wilson saman við konu síni Connie
Harry og Hanna Wilson: