mikudagur 12. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 241 • 12. desember 2007
alt sum brotna kundi var í sori.
Frakland var nú skjótt hersett av
týskinum, so hagar var ikki farið
aftur.
Olaf í japanskum
fangaskapi
Olaf fór so at sigla við stórum
farmaskipum tvørtur um atlants
hav. Hvønn túr høvdu teir 500
tons av roykfríum krúti umborð.
Tann 12. apríl 1942 fóru teir
úr Suðurafrika til Urugay, og
á leiðini vórðu teir søktir av
einum týskum skipi. Helvtin av
manningi, sum var 55 doyðu, tá
ið skipið sakk, meðan hinir krøktu
seg í alt flótandi, og teir vórðu
tiknir umborð á týska skipið. Olaf
var ein av teimum.
Teir vóru tiknir fyrst til Singa
pore og síðan til Japan. Har vóru
teir í japanskum fangaskapi í
fleiri ár og vóru illa viðfarnir. Teir
vórði ikki leysir fyrr enn mánaðir
eftir, at kríggjað var av.
Vit prátaðu nógv saman, og
hann segði, at tað vóru bert fýra
av yvirmonnunum sum yvirlivdu.
Myndugleikarnir í Grimsby
vildu lýsa Olaf deyðan, tí einki
var frætt frá honum so leingi,
men hetta vildi mamman ikki
góðkenna, og hann kom eisini
umsíður aftur.
Olaf Olsen var ein av teimum
mongu fólkunum, sum Harry
og Hanna kendu, og tey komu
saman í donsku sjómanskirkjuni
í Hull, har Harry hevur verið
nevndarlimur í mong ár.
Harry: Verið við til
minningarhaldini í
Newcastle
Eg havi verið virkin í kirkjuni í 36
ár. Har var jú eisini ein føroyskur
prestur, Hjørdis Kjærgaard. Hon
hevur nú lagt frá sær, men vón
andi kemur ein føroyskur prestur
aftur.
Vit plaga eisini at fara til árligu
minnisgudstænasturnar fyri danir
og føroyingar, sum doyðu undir
krígnum. Hesar eru í Newcastle
á hvørjum ári fyrst í mai, umleið
ársdagin fyri bardagalokið.
Her plaga eisini føroyingar at
koma. FFblaðið var við á hesum
minningarhaldi í 2005 í samband
við, at 60 ár vóru liðin síðan
krígslok, og blaðið hevði drúgvar
og áhugaverdar frásagnir haðani.
Tað var ein maður úr Danmark,
sum kom hvørt ár til Newcastle.
Hann hevði fingið eina medalju
frá donsku drotningini, men hann
vendi hana altíð øvugt. Hann visti
ikki betur, og eingin hevði fortalt
honum tað.
Vit kenna eisini væl Pat Jacob
sen, sum var gift við Klæmint,
beiggja rithøvundan Jørgen
Frants Jacobsen, og tað hevur
eisini verið frásøgn um tey bæði
í FFblaðnum. Klæmint sigldi
sum maskinmeistari, og hann
var eina ferð við at verða skotin
niður av týskarum. Hann fekk eina
medalju frá bretska konginum fyri
sítt avrik í samband við hendan
tilburð.
Pat arbeiddi á tí sokallaða
poolinum, har hon ávísti sjó
monnum kjansir. Tískil upplivdi
hon ofta, at sjómenn, sum hon
hevði ávíst hýru, gingu burtur og
als ikki komu heim aftur. Hetta
hevði hon mikið fortreð av.
Arkitektur fyri
býráðið í Hull
Aftaná, at vit vóru flutt av oynni
Man komu vit so til Hull. Har
var ikki so spennandi tá. Tað
var framvegis nógv, sum ikki var
bygt upp aftur eftir kríggið. Hetta
var so seint sum í 1959. Tað var
óhugnaligt at síggja. Hull var so
sera illa bumbað undir krígnum.
Hann var jú ein havnabýur og
tí eitt mál hjá týskarum. Har
doyðu ikki færri enn 1.200 fólk
av krígsávum. Tað var ræðuligt at
vera í Hull, serliga hjá kvinnum
og børnum. Sjálvt danska kirkjan
varð bumbað, men hon er síðan
bygd upp aftur.
Eg fór at arbeiða hjá arkitekta
deildini hjá býráðnum í Hull, sum
er ein kendur býur hjá føroyskum
fiskimonnum, har teir ofta hava
landað fisk. Hetta var í ein tíð, tá
ið Labour flokkurin hevði valdið
í mongum býum, og flokkurin
eisini vildi seta sín dám á býirnar.
Labour var framburðssinnaður
flokkur. Tí var eisini nógv bygt,
eisini á tí sosiala økinum, sum
skúlar, barnagarðar og ellisheim.
Her var eisini framvegis nógv at
byggja upp aftur eftir bumbingina
undir krígnum.
Louis arbeiddi fyri
fíggjarmálaráðharran
hjá Thatcher
Louis, okkara elsti sonur er føddur
í 1949, og hann býr í London.
Hann las búskaparfrøði har.
Aftaná at vera farin úr skúlanum
var hann ymsa staðni og kom
eisini til Føroyar, har hann hevur
arbeitt eina tíð. Hann var eisini
til fiskiskap við línuskipinum
Columbus, og hann minnist
serliga skiparan Jákup Andreas
Vang.
Einaferð veðrið var vánaligt,
segði skiparin, at hetta var ikki
lív fyri ein mann sum hann. ”Tú
skuldi heldur sitið á einum heitum
universiteti í London.” Louis sigur,
at hetta hugsaði hann eisini um,
tá ið hann seinni sat á einum
universiteti.
Hann fór tíðliga frá við eftirløn
50 ára gamal, og hann fekk sera
góðar treytir. Hann hevur arbeitt
fyri fleiri stjórnir, og plagdi við
hvørt at hava ørindi í House
of Commons, undirhúsinum.
Hansara arbeiði var at finna fram
tilfar og tøl, sum skuldi nýtast
í politiska arbeiðinum. Hann
plagdi eisini at skriva røður fyri
ráðharrar. Hetta var tó ikki eitt
partapolitiskt starv. Louis hevur
eisini fingið fleiri vøkur brøv
frá Sir Geoffrey Howe, sum var
konservativur fíggjarmálaráðharri,
meðan Louis arbeiddi fyri hann.
Howe var tann ráðharri, sum
virkaði longst fyri Margareth
Thatcher. Hann var eisini eitt
skifti uttanríkisráðharri.
Nú arbeiðir Louis parttíð fyri
SAS í stóru floghavnini í London
Heathrow.
Vit kenna eisini Dánjal Rein,
sum er sonur Marius Rein á løg
tingsskrivstovuni. Hann arbeiðir
eisini fyri SAS á skrivstovu teirra
á flogvøllinum.
Louis dámar sera væl tað lív
hann hevur nú. Hann ferðast javn
an í Føroyum, og í heyst var hann
eisini her til EMundankappingina
í fótbólti millum Føroyar og
Frakland. Tað er óneyðugt at siga,
hvørjum hann heldur við.
Kona Louis, Connie, sum er
ættað úr Zimbabwe, var leiðandi
sjúkrasystir á einum sjúkrahúsi
á eini uppvakningardeild hjá
sjúklingum, sum høvdu verið
doyvdir. Hon hevði trupulleikar
við rygginum, og hon legði tíðliga
frá sær. Síðan keypti hon eina
salong, og arbeiðir nú sum frisør.
Tá allur hesin ágangurin var
ímóti føroysku hvalaveiðuni í
Bretlandi var tað Louis, Helgi
Joensen, ættaður í Gøtu, Marjun
Joensen King, ættað úr Lorvík
og Ólavur Rasmussen, sum tá
var prestur í donsku kirkjuni, sum
skipaðu fyri at fáa fram føroysku
sjónarmiðini í Bretlandi.
Harry royndi eisini at hjálpa til
við at hava lesarabrøv í bløð
unum. Henda herferðin móti
Føroyum man nú vera avhasað.
Okkara elsta dóttir eitir Nord
ina. Hon býr í Hessle, sum er
nærindis okkum. Hon byrjaði
at starvast í eini skrivstovu.
Havnarbasurin, har Hanna arbeiddi undir krígnum. Her var alt møguligt forkunnugt at fáa. Her síggja vit ”nissurnar” ,
Paula t.v. og Martina báðar sum vóru møðgur
Hetta er Káta Hornið við Havnarbasarinum