Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 12. desember 2007 17 tíðindi Stutt Sagt Putin leggur saman Í Russlandi hevur Vladimir Putin, forseti, gjørt av at sam­ skipa allar stovnar og fyritøk­ ur, sum arbeiða innan kjarn­ orku. Á tann hátt ætlar forset­ in at skipa eina risastóra og sterka almenna kjarnorku­ fyritøku, sum skal seta Russ­ land aftur á kjarnorkukortið. Høvuðskappingarneytar verða tað franska felagið Areva og tað amerikanska Westinghouse. Russiska fel­ agið hevur fingið navnið Ato­ menergoprom, og tess árligi umsetningur verður ætlandi smáar 50 mia. krónur í fyrsta umfari. Ta fyrstu bílegging­ ina hevur felagið longu fing­ ið. Hon er frá ruussisku myndugleikunum, sum skulu hava tvey nýggj kjarnorku­ verk í 2012. Verur á Mars Amerikanska rúmdarumsit­ ingin NASA sigur, at eitt rannsóknarfar hevur funnið tekin um, at smáar verur hava verið á Mars eina ferð í tíðini. NASA sigur, at talan er um eina stórhending, sum skal kannast nærri. Víst verð­ ur á, at undir tilsvarandi um­ støðum á Jørðini eru ofta bakteriur at finna á staðnum, og nú skal kannast, um tað eisini kann vera ella kann hava verið so á Mars. Amer­ ikanararnir ætla at seta eina rannsóknarstøð upp á Mars í 2009, og tá fer tað ætlandi at bera til at fáa neyvari upp­ lýsingar um tær smáu ver­ urnar. Pápin er 14 Í Svøríki hevur ein 32 ára gomul kvinna fingið seks mánaðar fongsul, tí hon fyri fýra árum síðani fekk eitt barn við einum drongi, sum tá var 14 ára gamal. Kvinnan búði tá í Uruguay, haðani drongurin eisini er. Tey komu at kennast, tá drongurin var 12 ára gamal, og tvey ár seinni fingu tey eina dóttir, skrivar tíðindastovan TT úr Stockholm. Kvinnan átti tvey onnur børn framman­ undan. Drongurin, sum nú er 18, hevur greitt løgregluni frá, at hann og kvinnan høvdu avtalað at liva saman, og at tey skuldu giftast. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Eg eri í uppskoti sum forsetavalevni, fyri at politikkurin hjá verandi forsetanum kann halda fram (Dmitrij Medvedev) útlond Danska løgreglan stendur at kalla á berum, eftir at ikki færri enn 75 skotin vórðyu latin av ímóti einum íbúðarhúsum í Taastrup við Keypmannahavn í gjár­ kvøldið. Eingin varð raktur, men ein kvinna mátti á sjúkrahúsið við sárum, sum hon fekk av glaspettum. Løgreglan í Keypmanna­ havn heldur, at skottilburð­ urin í gjárkvøldið hevur samband við eina uppgerð ímillum brotsmannalið, men løgreglan veit ikki, hvørjir gerningsmenninir eru, ella hvat stríðið snýr seg um. Kanningar hjá løgregluni vístu, at skotini høvdu rakt úthurðar og vindeygu í fimm íbúðum umframt fleiri bilar. Millum annað varð skotið eftir íbúðum uppi á triðju hædd, og tað ger eingin av tilvild, sigur Carsten Jansson hjá løgregl­ uni í Keypmannahavn við Ritzau. Norðurafrikanska deildin av al- Qaeda hevur átikið sær ábyrgdina av bumbunum í Algier í gjár ­Vit eru sannførd um, at tað er GSPC, sum hevur ábyrgd­ ina av hesum, segði alger­ iski innanríkisráðharrin, Noureddine Yazid Zerhouni á einum tíðindafundi stutt eftir, at tvær bumbur vóru brostnar at kalla samstundis í høvuðsstaðnum Algier. Rætt hevði hann, tí seinni í gjár átók norðurafrikanska deildin av al­Qaeda sær ábyrgdina av atsóknunum. Tað er framvegis ikki greitt, hvussu mong manna­ lív bumburnar kravdu. Fyrst ljóðaði frá sjúkrahús­ unum í býnum, at minst 67 fólk høvdu latið lív, men algerisku myndugleikarnir søgdu seint í gjárkvøldið, at 26 fólk vóru deyð, og at 177 vórðu særd. Ellivu av teimum, sum doyðu, arbeiddu á einari ST­skrivstovu í algeriska høvuðsstaðnum. Teirra mill­ um teirra var ein 39 ára gamal dani. ST­hákommis­ erurin í flóttafólkamálum, Antonio Guterres, segði í gjárkvøldið, at atsóknin var eitt álop á ST. Luttakararnir á veðurlagsráðstevnuni á Bali hildu tøgn eina løtu í gjár fyri at minnast tey, sum doyðu í Algier, og ST­aðal­ skrivarin, Ban Ki­moon, fordømdi atsóknirnar. Hvítu Húsini í Washing­ ton kunngjørdu eitt sam­ kenslufjarrit, og algerisku myndugleikarnir fingu til­ svarandi fjarrit frá stjórn­ unum í Fraklandi, Spania, Sýrialandi, Iralia, Marokko og frá ES. Fyrst segði Putin, at hann styðjar Dmitrij Medvedev sum forsetavalevni. Nú sigur Medvedev, at hann vil hava Putin til forsætisráðharra Tey flestu hava longu gjørt sær greitt, at Dmitrij Medvedev verður forseti í Russlandi aftan á valið næsta ár, tí Vladimir Putin hevur sagt, at hann styðjar Medvedev, sum hann hevur kent í 17 ár. Í gjár segði var Dmitrij Medvedev í russiska sjón­ varpinum, og tá hann bleiv spurdur, hvønn leiklut hann heldur, at sitandi forsetin eigur at fáa aftan á valið, svaraði Medvedev, at hann fer at skjóta upp, at Putin verður forsætisráðharri, tá hann fer úr forsetaembæt­ inum. Spurdur, hví hann er til­ nevndur forsetavalevni, svaraði Dmitrij Medvedev, at tað er gjørt, fyri at polit­ ikkurin hjá verandi forset­ anum kann halda fram. Al-Qaeda sendi bumbumenninar Algerisku myndugleikarnir siga, at 26 fólk doyðu av bumbunum, men aðrar keldur siga, at talið er oman fyri 60 (Mynd: Polfoto) Vil hava Putin til forsætisráðharra Dmitrij Medvedev og Vladimir Putin ætla eftir øllum at døma at stýra Russlandi í felag aftan á forsetavalið næsta ár (Mynd: Reuters) 75 skot latin av í Taastrup