Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 241 - 12. desember 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Týsdagin 11. desember skipaði Sjóvar kommuna fyri móttøku í Gamla Skúla (nú Missiónshúsinum) á Selatrað í sambandi við at Axel Jacobsen hevur lagt frá sær sum gravari við Selatraðar kirkju. Axel, sum í dag er 83 ára gamal, byrjaði at grava saman við pápanum sum 13 ára gamal. Tá pápin doyði í 1960 tók Axel sær av at grava saman við bróð­ urinum Esbern Jacobsen. Esbern doyði 3. jóladag í 1982 og hevur Axel einsa­ mallur røkt gravingina síð­ an tá.Tey seinastu árini hev­ ur hann tó fingið hjálp frá soninum Jacob Mathias, umframt frá brøðrunum Hans, Jaspur og Jón Anth­ oniussen á Morskranesi. Eisini Jóhan Djurhuus hevur rætt Axeli ein hond. Hátíðarhaldið byrjaði við at boðið var til ein kaffi­ munn við ris á l’amande og øðrum góðum. Malena Thomsen borgar­ stjóri, ið hevur røtur á Sela­ trað, hugleiddi eitt sindur um tíðina sum barn á Selatrað. Hon takkaði Axel fyri tað trúfesti hann hevur sýnt, við at hava verið grav­ ari í 70 ár. Sum tøkk fekk Axel handað eitt lummaur við áskriftini: „Takk fyri trúgva tænastu. Sjóvar kommuna 2007“ Johan Karl Djurhuus, sum er klokkari við Sela­ traðar kirkju, nýtti høvi at ynskja Axeli tillukku og visti eisini okkurt skemtiligt at siga frá. Axel takkaði fyri at Sjóv­ ar kommuna á henda hátt sýndi honum heiður. Hann greiddi eitt sindur frá arbeiðunum sum gravari. Gamli kirkjugarðurin á Selatrað, ið var tikin í brúk í 1914, var innlagdur bøur og var ikki veltur til kirkjugarð. Tað kundi tí mangan verða stríggi at grava, og vóru ofta stórir steinar í vegin. Axel minnist serliga væl, tá hann skuldi grava fyri mammuni. Tá var ein stórur steinur, har gravast skuldi ­ so stórur at tað mátti borast og spreingj­ ast. Fyri nøkrum árum síð­ ani var kirkjugarðurin víðk­ aður. At enda segði Hans Petur Jacobsen, formaður í Trivn­ aðarnevndini, nøkur orð. Axel lagt frá sær sum gravari Axel Jacobsen hevur grivið við Selatraðar kirkju í 70 ár Gerhard Jacobsen, kirkjuráðsformaður, Axel Jacobsen, og Malena Thomsen borgarstjóri í Sjóvar kommunu Axel við familju Malena Thomsen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, handar Axeli eina gávu Fondsmeklarafelagið Trelleborg byrjar nýtt íløguvirksemi í Føroyum. Saman við einum toymi við meira enn 20 ára royndum, fer Jan Jakobsen at standa á odda fyri okkara íløguvirksemi í Føroyum. Jan hevur í fleiri ár starvast á íløguøkinum. Hevur tú spurningar ella ynskir at frætta nærri, ert tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran fyri Føroyar, Jan Jakobsen, á telefon 28 28 90. Tú ert somuleiðis vælkomin at vitja heimasíðu okkara www.fmstrelleborg.fo Nýggjur luttakari á íløguøkinum í Føroyum Fondsmeklarafelagið Trelleborg bjóðar óhefta og fokuseraða íløguráðgeving. Felagið byrjaði sítt virksemi í 2006. Síðani stovnanina hevur fms Trelleborg havt góðan byr og umsitur vegna kundar fyri omanfyri 2,3 mia. kr.