mikudagur 12. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 12. desember 2007
19
Andlát og jarðarferðir
Niels Joensen, ættaður úr Skopun, búsitandi í
Tórshavn, andaðist á Lágargarði mánadagin 10.
desember 83 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst
seinni.
Jens Torólv Nolsøe á Tvøroyri, andaðist sunnu
dagin á Suðuroyar sjúkrahúsi, 72 ára gamal. Jarðar
ferðin verður lýst seinni.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Bjarma Niclasen
Velbastað
doyði heima sunnudagin 9. desember.
Jarðarferðin verður úr Kirkjubøar kirkju hósdagin kl. 13.
Familjunnar vegna,
Dánjal og døturnar
Nornan hon spinnur vár lagnutráð
bæði við liðum og høllum á,
fáu fær tráðin heilt slættan
ein táttur er silvur,
ein annar er gull,
tann triði ein tárakelda so full
tó spinnur hon tráðin rættan
tí hann ið gav okkum lív og ond
heldur í spunalag heldur um hond,
so hansara leið vit finna.
Tað kann av sonnum sigast, at tann
síðsti teinurin á lívsleið hennara var
sum tann triði tráðurin í ørindinum,
ein tárakelda so full.
Men soleiðis kann lagnan falla so
ymisk frá fólki til fólk. Men fáur
sleppur tó heilt óskalaður í lívsins
leiki. Tað er, sum maðurin segði:
Eingin sleppur livandi frá lívinum.
Eg kom at kenna Hannu, tá ein av
brøðrum mínum giftist við dóttur
hennara, tað eru mong ár síðan nú.
Eg havi mangan sitið væl inni hjá
henni.
Tað er soleiðis, at nú havi eg verið
sjómaður. Plagdi tí at egna hana við
onkrum úr sjónum, tá tað lá fyri, og
tað var hon sera fegin um.
Tá eg soleiðis kom á gátt, var hon
skjót við kannuni, og gávur at siga
frá hevði hon góðar, so tað var
hugnaligt at sita við tekoppinum í
hondini og hoyra hana greiða frá.
Tá ein so fór av aftur gáttini, so
hevði ein altíð einar ullintar hosur í
hondini. Sum hon altíð segði: »Ein
tænasta er aðra verd«, og so legði
hon afturat: »Ein sjómaður má vera
heitur um beinini.«
Seinastu ferð eg var á hennara
gátt, tá gekk tosið ikki so lættliga,
sum tað hevði gingið áður, tí tá hevði
lagnan víst seg frá síni beisku síðu.
Tá eg segði henni farvæl, segði
hon, at nú orkaði hon ikki at taka
fleiri bakkøst, men alt stendur tó í
Guds hond.
Tað gekk ikki meir enn ein góð
vika, so kom tað størsta grunnbrotið,
og hetta varð so hennara bani. Hon
kom ongantíð fyri seg aftur.
Tað er við takksemi til hennara,
sum nú hvílur undir moldum, at eg
skrivi hesar fáu reglur.
Væl verma allar hosurnar, eg fekk
frá henni.
Nú er hon komin í lívd av øllum
brotasjógvum og hevur lagt at á tí
himmalsku støðni. Tann stóri støð
leiðarin hevur tikið um hond hennara
og leitt hana inn í aldingarðin, har
glaðir fuglar láta.
Má Harin styrkja tykkum, sum
eftir sita.
Friður veri við minninum um
Hannu í Selvindi.
Jóhan Karl
»Leys av brotasjógvum«
Listakvinnan Edith
Mørkøre í Hoy
vík hevur saman
við Bjørg Mohr
Andersen og Jákupi
Zachariassen sniðgiv
ið og givið út føroyskt
framleidd kort og
jólakort, sum í hesum
døgum eru at fáa
kring landið
Jólakort
Í hesum døgum eru nýggj
og spennandi kort at síggja í
detailhandlum kring landið.
Tað er listakvinnan Edith
Mørkøre í Hoyvík, sum
hevur
tikið
stigið
og
sniðgivið hesi kort við hjálp
frá Bjørg Mohr Andersen og
Jákupi Zachariassen. Mynd
evnini hevur hon tilevnað úr
saltdeiggi, brent og málað.
Kortini hava eina einfalda
og skemtingarsama útsjónd,
sum ger at tey við sínum
kláru og persónligu útsjónd
koma at gleða móttakaran.
Edith Mørkøre sigur, at
nógv ymsik kort eru at fáa í
handlunum kring landið í
dag. Flestu teirra eru nátt
úrumyndakort sum eru før
oysk. Vit síggja eisini nógv
kort við føroyskum teksti,
sum eru beinleiðis umsett
úr donskum, enskum o.s.v.
Hendan føroyskt fram
leidda kortrøð hevur 16
ymiskum myndaevni, 4 jóla
og 12 onnur í samband við
merkisdagar og líknandi.
Kortini eru 14x14cm til
støddar, pakkaði saman við
konvolutti í snøggun foliu
pakka. Vegleiðandi prísur
er 29,95 fyri kortið.
Kortini eru at fáa í
nógvum ymiskum handlum
kring landið, bæði bóka
handlum
og
øðrum
handlum.
Nýggj kort og jólakort
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið mintust til
okkum á gullbrúdleypsdegnum
30. november.
Somuleiðis eini hugnalig jól.
Kári og Ásbjørg Thomassen, Tvøroyri
Dagurin
13.
desember.
Lucia,
deyð umleið ár 300. Ung
genta úr Syracus í Sikiloy.
Hon var trúlovað heidnum
ungum manni, men narr
aði hann, varð klagað fyri
kristnu trúgv sína og tikin
av døgum. Siðurin við
luciugongum við gentum
við tendraður ljósi í hárin
um er komin úr Svøríki.
Navnið Lucia kemur av
latínska orðinum lux, sum
merkir ljós
nøvn