Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 12. desember 2007 21 SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 bilar Kawasaki koma nú á marknaðin við eini heilt nýggjari motorsúkklu. Talan er um GTR 1400 ABS , sum er ein sonevnd »Touring« við allari útgerð sum t.d. ABS-bremsum, innbygdum dekktrýstmátara og keyless startskipan MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Japanska Kawasaki verk­ smiðj­an hevur eitt stórt pro­ gramm við nógvum ymisk­ um motorsúkklum. Ein av nýggj­heitum frá Kawasaki er GTR 1400, sum er ein sonevnd »Touring« við allari útgerð sum t.d. ABS­ bremsum, innbygdum dekk­ trýstmátara og keyless startskipan. Málsetningurin við Kawa­ saki GTR 1400 er at gera eina tekniskt framkomna motorsúkklu við trygdini í hásæti, tí fæst hon m.a. við ABS­bremsum. Fyrimunurin við ABS­ systeminum er, at bremsur­ nar ikki læsast (blokera) undir eini niður bremsing, soleiðis at eingin trupulleiki er at koyra uttan um óvænt­ aðar forðingar á koyribreyt­ ini. Súkklan tekur seg væl út og er góð at sita á og at koyra. GTR 1400 er ein sonevnd Touring súkkla, sum er gj­ørd til at koyra langt við. Súkklan er sera kvik og koyriegineikarnir eru heilt í topp, eisini við ferð í svingum. Instrument­ ini eru løtt at avlesa undir koyring. Motorurin er ein 4 syl. 1.352 ccm og 155 hk við 8.800 snún/min. Súkklan koyrir frá 0­100 km/t upp á 2,7 sek og toppferðin er 290 km/t. Girskiftið og kobl­ ingin eru sera løtt at hand­ fara, eisini undir upp­ spiting. Tað er MC­Sølan á Norð­ asta Horni í Havn sum umboðar Kawasaki motor­ súkklurnar. Fyritøkan umboðar motor­ súkklumerkini Suzuki, Kawasaki og Ducati. Men vit servisera tó flest øll sløg av motorsúkklum, sigur Anders Berg, sum eigur og rekur MC­Søluna, sum legg­ ur afturat, at sesongin fyri motorsúkklukoyring er frá apríl til oktober. Um veturin er mest at gera við eftirliti og umvæling av motorsúkkl­ um, so tær eru klárar at taka í brúk, tá summarsesongin byrj­ar. Á heimasíðuni: www. mc­solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motor­ súkklum og skutarum og hópin av leinkj­um til aðrar MC­síður. Kawasaki GTR 1400 ABS Motorur: 1,4 litra 4 syl. 4-takt vatnkøldur 155 hk 0-100 km/t 2,7 sek (6-gir) Toppferð 290 km/t Dekkstødd 120/70 ZR 17 (framman) 190/50 ZR 17 (aftan) Stødd og vekt Longd 227,0 cm Breidd 00,0 cm Hædd 129,0 cm Seturhædd 81,5 cm Vekt 308 kg Prísur 183.900 Søluumboð Sp/f MC-Sølan Skemmingsgøta 23 Tel. 311101 / fax. 313763 www.mc-solan.fo FAKTA Kawasaki GTR 1400 ABS Ein heilt nýggjur Opel Insignia, sum avloysir núverandi Opel Vectra, fær heimspreimieru á bilaframsýningini í London í juli 2008 Bilar Opel Vectra fær ein av­ loysara í 2008. Talan er um ein bil í miðalklassanum, sum fær navnið Insignia og verður bygdur í Týsklandi á Opel verksmiðj­uni í Rüss­ elsheim, sum er ein av mest modernaðu í heiminum. Insignia verður ein fram­ komin bilur við nýggj­astu motortøknini, aktivari trygd og umhvørvisvernd. Opel Insignia kemur í stað­ in fyri Opel Vectra, sum avloysti Opel Ascona, sum fyrstu ferð kom á markn­ aðin í 1970. Opel Insignia verður frum­ sýndur á bilaframsýningini í London i j­uli 2008, og kemur eftir ætlan á evropeiska marknaðin síðst í 2008. mg Opel Insignia í 2008 Enn eru ongar myndir av bilinum at finna, men her er ein mynd av bilinum aftan og av baklyktunum Kawasaki GTR 1400 er ein sonevnd Touring súkkla