mikudagur 12. desember 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 241 - 12. desember 2007
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Chrysler 300 og
Ssangyong Kyron
- annar ein luksus
limousina og hin ein
væl útgjørdur SUV
Bilar
Fyrri bilurin sum varð
royndarkoyrdur
var
amerikanski luksusbilurin
Chrysler 300C, sum er ein
heppin
blandingur
av
Mercedes-Benz
og
Chrysler. Bilurin sum varð
royndarkoyrdur var ein 3.0
litra V6 diesel við 218HK
og botntrekki upp á 510
Nm.
Chrysler 300C fæst eisini
sum 300C Touring (station-
car). Sedan kostar 580.000
og Touring kostar 610.000
túsund. Chrysler 300C fæst
í fleiri øðrum útgávum sum
t.d. HEMI við 340HK.
Bilurin var sera væl
útgjørdur vð t.d. leðursetrum
við el-stilling og memory
funktiónum framman, síðu-
speglum sum stilla seg
sjálvi tá bilurin bakkar og
rattið kann stillast allar
vegir elektroniskt. Umframt
at hann hevur allar tær fram-
komnu trygdarskipanirnar
innbygdar.
Chrysler 300 kann síggj-
ast og roynast hjá Ivan
Johansen
Bilum
við
Hoyvíksvegin.
Ssangyong Kyron
Seinni bilurin varð ein
Ssangyong Kyron II, ein
sonevndur
SUV
(Sport
Utility Vehicle). Talan er
um ein sera væl útgjørdan
og arbeiðsligan 4x4 við liði-
ligari og praktiskari innrætt-
ing.
Bilurin, sum varð roynd-
arkoyrdur, var ein Kyron II
Spirit 2,7XDi við 2.7 litra
(5 syl.) commonrail diesel-
motori við 165 hk snúnings-
momenti upp á 340 Nm og
automatiskum t-tronic gir-
um. Umframt tað fæst Kyr-
on II eisini við 2.0 litra
commonrail
dieselmotori
við 141 hk.
Kyron II hevur sum nakað
nýtt hita í baksetrunum,
heilautomatiska klimaskip-
an og el-førarasetur við
memory, umframt bakkisen-
sor og elsóltak. Eisini hevði
royndarkoyrdi bilurin leður-
setur. Umframt tær vanligu
trygdarskipanirnar
hevði
bilurin BAS (Brake Assist
System), ARP (Active Roll-
over Protection) og HDC
(Hill Descent Control).
Ssangyong
Kyron
II
Spirit kostar kr. 419.000
sum persónbilur og 321.800
sum vørubilur. Bilurin kann
síggjast og roynast hjá
Bilverkstaðnum v.Hans J.
Kollsker á Hjalla.
Fróði Løksagarð stóð fyri
sendingini, og bilaummæl-
arar vóru Óla Jákup Rólant-
sson frá Vikublaðnum, Sof-
us Hansen, bilbyggjari, og
Magnus Gunnarsson frá
Sosialinum.
mg
Ssangyong Kyron II Spirit 2,7XDi er ein sera væl útgjørdur
SUV
Amerikanski luksusbilurin Chrysler 300C við 3.0 litra V6
dieselmotori við 218HK
Chrysler
og
Ssangyong
Í februar 2008 verður
skipað fyri einum
motorsúkklutúri
til Kuba. Tað eru
MC-travel.dk og
HD.fo sum skipa
fyri túrinum, har
fýra av teimum 40
luttakarunum eru
føroyingar
MC
Í seinastu viku vórðu fýra
motorsúkklur, sum skulu
luttaka á einum motor-
súkklutúri á Kuba í feburar,
sendar av landinum. Motor-
súkklurnar fóru úr Havn
via Hamborg til Århus í
Danmark og síðan til Ant-
werpen í Hálandi og harfrá
víðari við skipi yvir um hav
og vera í Kuba 7. februar
2008, 10 dagar áðrenn
ferðalagið kemur til Kuba.
Ferðalagið telur tilsamans
40 persónar á 35 motor-
súkklum. Luttakararnir eru
úr hesum londum: Føroyum,
Týsklandi,
Danmark
og
Svøríki. Teir fýra luttakarar-
nir úr Føroyum eru: Niels
Pauli
Hjaltalin,
Fróði
Magnussen, Gunnar Tofte-
gaard og Ove Ritter. Talan
er um ein 16 daga rundtúr á
Kuba og Trinidad sum MC-
travel og HD.fo skipa fyri.
Ove Ritter frá HD.fo
sigur, at hóast meginparturin
av súkklunum, sum eru til-
meldaðar, eru Harley David-
son, eru øll sløg av motor-
súkklum
eru
sjálvandi
vælkomin at luttaka.
Kuba er ein sermerkt upp-
living, og ferðslan er ein
søga fyri seg. Ikki minst
gomlu amerikonsku bilarnir
frá 50-unum seta sín serliga
dám á ferðsluna. Kubanar
eru
sera
avslappaðir,
vinarligir og lættir at koma í
samband við, sigur Ove
Ritter frá HD.fo,
sum longu nú er í ferð við at
leggja ein motorsúkklutúr
til Suðurafrika í november
2008 til rættis, umframt ein
annan túr til Kuba í 2009.
mg
Til Kuba at koyra motorsúkklu
bilar
Fýra motorsúkklur eru sendar úr Føroyum til at luttaka á einum motorsúkklutúri á Kuba í
feburar
Kuba er ein sermerkt uppliving, og ferðslan er ein søga fyri seg