Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 97 - 23. mai 2001 Nr. 97 - 23. mai 2001 11 gult10 cyan10 magenta10 svart10 gult11 cyan11 magenta11 svart11 VIÐMERKINGAR Eivind Jacobsen, Strendur Landsstýri gjørdi í skundi nakrar útrokningar í sam- bandi við at tingmál 114 um framtíðarstøðu føroya var til viðgerðar. Eg havi loyvt mær at gera nakrar viðmerkingar til talvurnar, sum Landsstýri hevur gjørt, sum sigast vísa, at Fullveldisætlanin hongur saman. Talan er um tvær talvur. Onnur er sera bjartskygd, og má roknast at vera púra skilaleys. Hin, sum kallast Kravsgreining sigur, hvat skal til í minsta lagið, fyri at Fullveldis- ætlan Landsstýrisins skal hanga saman. Landsstýri átti sjálvandi at greitt frá, hvussu teir koma fram til hesi tøl. Hesi tøl eru gjørd í skundi, og fylgdu als ikki við tingmáli 114. Tí var sjálvandi trupult at skriva tekst og grundgev- a fyri tølunum. Hetta er enn eitt prógv fyri, at ætlan Landsstýrisins er fullveldi uttan ábyrgd. Inntøkur Mett verður, at inntøkurnar framyvir fara at vaksa 4% árliga, ella 2% frárokna inflatión. Vit hava viðrák á øllum økjum, og tí er tað ógvuliga bjartskygt at rokna við, at inntøkurnar fara at vaksa frá støðinum, sum vit hava í dag. Fiskaprísir eru sera høgir, orsaka av avmarkingum aðrastaðni og neytasjúkum. ILA er í alivinnuni. Palliba sær ljóst upp á framtíðina og brúkar nógvar pengar. Bankar hava góðan hug at lána. Vinnan á landi ger stórar íløgur. Tí átti lands- stýri at rokna við, at inn- tøkurnar fara at minka komandi árini. Tað er ikki ráðiligt at rokna við, at bú- skapurin framyvir veksur frá dagsins sera høga støði. Útluting frá Fíggingargrunninum Rokna verður við útluting frá Føroya Banka uppá 70 mió árliga ella uml. 25% av samlaðu inntøkunum hjá bankanum. Tað er ov bjart- skygt. Sjálvt um Astrup er væl ávegis at avreiða teir vánaligu kundarnar til Sparikassan. Rakstraútreiðslur Inflatión er mett til 2%, meðan inntøkur vaksa 4% og útreiðslur 2%. Um bú- skaparvøkstur skal verða 4% og útreiðslur hjá LK bert vaksa 2%, fylgja al- mennar lønir og almanna- veitingar, sum er stórsti parturin av fíggjarlógini, ikki við. Lønir hækka van- liga meira enn inflatiónin í privatu vinnuni. Almennu lønirnar skulu hækka uml. 4% írokna inflatión, um bú- skaparvøksturin skal verða 4%. Tí er ikki sannlíkt, at metingar av útreiðslum eru rættar. Ávirkanin av hesum er 30-60 milliónir árliga! Og skuldu vit fingið ringar tíðir, eiga øll at skriva sær aftan fyri oyra, at tað er sera trupult at lækka rakst- rarútreiðslurnar. Rentur Rentuinntøkan er mett ov høg. Neyðugt er at eiga 1,7 mia fyri at fáa 85 mió í rentum. Íløgur Íløgur vaksa ájavnt við inflatiónina fram til 2007, og frá 2008 til 2016 vaksa tær 1% meira enn infla- tiónin. Tað verður tí einki Suðuroyarskip, eingin Klaksvíkstunnil, eingin sjúkrahúsbygging, eingin útbygging av flogvøllinum v.m. 200 milliónir árliga røkka bert til smærri íløgur. Hetta er ikki í samsvar við tað samgongan tosar um. Umframt hesar viðmerk- ingar til hvørja einstaka linju í Kravsgreiningini er eisini neyðugt at gera nakr- ar viðmerkingar til onnur viðurskifti, sum eisini ávirka landskassan. Krógva undirskot Landskassin skal brúka 1.000 mió úr Landsbank- anum og rentur av hesum ella 1.415 mió. sum er krógva undirskot. Hetta svarar til 100 milliónir um árið. Hví ikki innrokna hetta í roknskapin hjá Landskassanum, heldur enn at fáa hetta tal umvegis búskapargrunnin. Hetta er eitt fuppnummar. 15% av BTÙ í Landsbankanum Tað verður neyðugt at taka hædd fyri, at 15% av BTÚ skulu samb. lóg verða í Landsbankanum. Hetta kostar likviditet og eyka lán um einki avlop er hjá LK Fyrsta árið kostar hetta 138 mió og næsta árið 81 mió. Framtíðarútlit avgera nýtslu hjá Palliba Sálarliga ávirkanin av at fólk stúra fyri framtíðini og tí møguliga ikki brúka teir pengar tey hava ráð til má eisini innroknast í framtíð- armeting, um vit ynskja eina varliga meting av framtíðini. Hetta ger niður- gongd stórri enn annars neyðugt, eins og tað øvugta eisini er galdandi. Avdráttir Landsstýri sigur at ikki er neyðugt at gjalda avdráttir. Um tað gongur væl, ber til at lána til at gjalda avdráttir. Men skilafólk royna at minka sína skuld. Har- umframt verður trupult at lána, um landskassin hevur trupulleikar at gjalda sínar skyldur. Tí er tað ábyrgdar- leyst ikki at royna at gjalda avdráttir. BTÚ Vøkstur í BTÚ er mettur út frá søguligum vøkstri. Søga er søga. Minsta krav til meting er grundgeving fyri framtíðina. Sum t.d. eru vit í einum aldudali ella á einum aldukambi? Tí má hendan meting fyri vøkstur í BTÚ roknast sum tvætl. Vit hava í dag einki ar- beiðsloysi og gott fiskarí. Tí kann ikki roknast við framhaldandi vøkstri, uttan inflatión. Tí er tað óseriøst, tá tú fyrilitaleyst framrokn- ar tøl út frá søguligum tøl- um. Handilsjavnin var 429 milliónir negativur seinasta ár. Hetta sæst aftur í av- gjøldum og tolli. Gjalds- javnin er ikki gjørdur liðug- ur fyri 1998 enn, og meti eg annars, at tað er ivasamt, um vit í ár fáa avlop á gjaldsjavnanum. Í 2002 verður heilt víst undirskot, og í 2003 verður undirskot- ið uml. 1 milliard.(írokna skip!) Øktur búskapar- vøkstur ger undirskotið stórri. Tí ber ikki til at fáa stórri búskaparvøkstur utt- an avleiðingar. Tað ber ikki til at keypa seg ríkan. Sjálvt ikki við góðum vilja. Loysing fær avleiðingar Fyri at kanna eftir, hvat hendur um vøksturin í inn- tøkum landskassans ikki verður so stórur, sum lands- stýri roknar við, kunnu vit t.d. minka vøkstur í inn- tøkum _% og økja út- reiðslurnar _% Tá verður úrslitið áðrenn avdráttir stórt undirskot. 190 mió í 2010 og 573 mió í 2016. Tí er ógvuliga lítið at geva út av. Tað er ikki seriøst at siga, at hetta ikki fær av- leiðingar fyri land og fólk. Møguleikin er avgjørt til staðar. Vit eiga at rokna við, at tað kann ganga enn verri, og tí eiga vit at arbeiða út frá varligum metingum, men tað eru ikki øll sum eru líka seriøs!? Tí síggja vit, at metingin hjá Landsstýrinum er ógvu- liga ivasom. Sjálvt tá vit hyggja við ljósareyðum brillum, fáa vit ikki eyga á nakað, sum kann ganga betri enn mett er av lands- stýrinum. Men tað eru nógvar ábendingar um, at tað kann fara at ganga nógv verri enn metingarnar siga. Tí er tað undir alt lágmark, at Landsstýri sigur, at loys- ingin ber til og at hon ongar avleiðingar fær fyri fólkið í okkara landi. Ongin veit hvussu fer at ganga framyvir. Talan verð- ur altíð um metingar. Men minsta krav til metingar má verða, at tekstur fylgir við, soleiðis at lesarin hevur møguleika at gera sína egnu niðurstøðu. Tað sum Landsstýri hevur sent sín- um borgarum higartil eru talvur við nógvum tølum, men ongum grundgev- ingum. Landsstýri hevur fólk til at gera kanningar og grundgevingar, men einki verður gjørt. Hví? Um tað skuldi hent, at loysingin fær fylgjur. Hvat ætlar Lands- stýri gera við tað? Plan A hava vit fingið, men uttan grundgeving. Vit trúgva ikki upp á Plan A. Tí spyrja vit um Landsstýri hevur ein Plan B, sum vísur hvat vit skulu gera um alt ikki gongur sum ætla. Betur er at vera fyrivarin enn eftir- snarin. Fíggjarligt frælsi Mett Fíggjarætlan Føroya Løgtings frá 2001 - 2016 Kravsgreining gjørd av Føroya Landsstýri 18 apríl 2001 Redigera viðv. Avdráttum og lógarkravi til Landsbankan av Eivind Jacobsen 2001-05-15 2.001,00 2.002,00 2.003,00 2.004,00 2.005,00 2.006,00 2.007,00 2.008,00 2.009,00 2.010,00 2.011,00 2.012,00 2.013,00 2.014,00 2.015,00 2.016,00 Árligur vøkstur í inntøkum 1,06 1,04 1,02 1,02 1,04 1,04 1,04 1,04 1,04 1,04 1,04 1,04 1,04 1,04 1,04 Inntøkur 2.675 2.836 2.949 3.008 3.068 3.191 3.318 3.451 3.589 3.733 3.882 4.037 4.199 4.367 4.541 4.723 Ríkisveiting 982 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 0 Rentuútreiðslur -205 -252 -238 -224 -212 -202 -196 -189 -183 -177 -172 -167 -162 -160 -159 -157 Rentuinntøkur 117 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 Útluting Fíggjargr 81 66 67 69 70 71 73 74 76 77 79 80 82 84 85 87 Stuðul úr búskapargr. 0 700 650 600 550 500 450 400 350 300 250 200 150 100 50 0 Inntøkur í alt 3.650 3.435 3.513 3.538 3.561 3.645 3.730 3.821 3.917 4.018 4.124 4.235 4.354 4.476 4.602 4.738 Árligur vøkstur í útreiðslum 1,020 1,020 1,020 1,020 1,020 1,020 1,028 1,028 1,028 1,028 1,028 1,028 1,028 1,028 1,028 Rakstrarútreiðslur 2.860 2.917 2.976 3.035 3.096 3.158 3.221 3.311 3.404 3.499 3.597 3.698 3.801 3.908 4.017 4.130 Yvirtøkur 0 88 88 93 93 168 171 176 181 186 191 197 263 274 284 296 Íløgur 198 202 206 210 214 218 223 229 236 242 249 256 263 271 278 286 Útreiðslur í alt 3.058 3.207 3.270 3.338 3.403 3.544 3.615 3.716 3.821 3.927 4.037 4.151 4.327 4.453 4.579 4.712 RL úrslit 592 227 243 200 158 101 116 105 96 91 87 85 27 23 23 27 Lansbankin 15% av BTÚ 138 81 57 30 30 62 65 67 70 73 76 79 82 85 88 92 Avdráttir 136 142 150 160 172 186 202 220 240 262 286 310 311 312 313 314 Likviditetsúrslit 318 4 36 10 -44 -147 -151 -182 -214 -244 -275 -304 -366 -374 -378 -379 Verða olja funnin á føroyska landgrunn- inum er sannlíkt, at tað í framtíðina verða føroyingar, sum koma at manna bæði boriskip og –pallar og eisini framleiðsluskip ella –pallar á feltun- um sigur Peter Rattey, stjóri hjá BP OLJUFRAMLEIÐSLA OG MANNING Jan Müller Hóast endaliga undirskrift- in ikki er sett á leigusátt- málan, so er tað 99.9% sannlíkt, at BP leigar norska boriskipið West Navion til sína fyrstu upp- gávu á føroyska landgrunn- inum. – Boriskip okkara er sera væl egnað til at bora á djúpum vatni á føroyska landgrunninum, og tað er einki at dylja yvir, at okk- um høvdu dámað sera væl at fingið hesa uppgávuna sigur stjórin í norsku fyri- tøkuni Smedvig, sum eigur boriskipið West Navion, Christian Bull Eriksson. Hann sigur, at avgerðin í løtuni liggur hjá BP. Vilja teir hava skipið til uppgáv- una so fáa teir tað. Christian Bull Eriksson sigur, at teir eru sera væl nøgdir við skipið, sum hev- ur borað við Grønland, í norskum sjógvi og í Meðal- havinum. Í løtuni verður ein brunnur boraður fyri Conoco vestan fyri Het- land. Og eftir tað verður farið í føroyskan sjógv, um so er at BP ger av at leiga skipið, sum alt bendir á. Ein av fyrimununum við at brúka eitt boriskip er, at tað skjótt og lætt kann flyta úr einum stað til annað. Tað er t.d. ikki tørvur á akkers- skipum. Tað er eisini væl egnað til veðurviðurskiftini á Atlantsmótinum. Eitt boriskip hevur so eis- ini tann møguleikan fram um ein vanligan boripall, at tað kann hava liggjandi nógva útgerð umborð, út- gerð, sum supplyskip ann- ars skulu flyta til ein pall. Mannagongdin er so eisini tann, at tá eitt boriskip er liðugt við eina uppgávu, verður tað útgjørt av nýggj- um, áðrenn tað fer úr havn. Og í mongum førum kann tilfar frá einum túri brúkast til fleiri uppgávur. Slíkt sum borirør kann liggja umborð og er sum nevnt óneyðugt at flyta hesi við útgerðarskipum úr landi. Men til nógvar aðrar upp- gávur verður neyðugt at fáa veitingar úr landi so sum mat og aðrar neyðsynjar- vørur, tyrlutænastur, vakt- artænastur ol. Peter Rattey, stjóri í BP, sær tað ikki sum nakran trupulleika fyri føroyskar veitarar og útgerðhavn í Føroyum, at teir brúka eitt boriskip ístaðin fyri ein pall. Hann sigur, at teir koma helst at lossa umborð borirør, áðrenn skipið fer undir at bora. Tað verður spill av pengum og tíð, um man ikki ger tað. BP fer at tosa við mynd- ugleikarnar í Føroyum um hetta og vóna tey ikki, at hetta verður nakar trupul- leiki. Alt, sum skal gerast í hesum sambandi, verður avtalað við Oljumálastýrið. Peter Rattey sigur, at teir hava fingið at vita frá myndugleikunum, at teir fara at góðtaka tað sum er vanligt í slíkari støðu, har eitt boriskip verður brúkt heldur enn ein boripallur. BP fer annars at brúka út- gerðarhavnina í Runavík sum ætlað. Smedvig professionellir John Thorogood, sum skal standa fyri komandi bor- ingini hjá BP í Føroyum, heldur, at tað kann vera ein fyrimunur fyri allar partar, at teir nú fara at brúka eitt boriskip heldur enn ein vanligan boripall. Hann nevnir í hesum sambandi, at tað kann lætta um, at skipið virkar eftir norskum reglum, sum føroyingar eis- ini vilja ganga eftir. At skipið so eisini longu er góðkent av donskum sjó- myndugleikum at arbeiða í Grønlandi er so eisini ein fyrimunur. Sjálvur heldur John Thorogood, sum hevur borað við West Navion í norskum sjógvi, at talan er um eitt sera gott boriskip. Tað er nýtt, tað er stórt og gott og sera væl útgjørt. Við hesum skipinum metir hann, at teir kunnu minka um samlaðu boritíðina við umleið 8 døgum. – Eg havi arbeitt við Smedvig fólki og kann bara siga, at fyritøkan er sera professionell og hevur skipið eina sera góða kann- ing. Fyritøkan er kanska ikki ein av teimum størstu av sínum slag, men hon er ein av teimum mest prof- essionellu. Eg haldi hetta er eitt sera gott val til at fara undir leiting við Føroyar sigur hann. Føroysk manning Spurdur um møguleiki er fyri at fáa føroyingar at manna eitt nú boriskip sum West Navion á føroyskum øki sigur Peter Rattey, BP- stjóri fyri Atlantsmótið, at tað ikki er møguligt at fáa føroyingar við West Navi- on, tá tað fer at bora á land- grunninum um góðar tveir mánaðir, men so skjótt BP fær eina »long term« lang- tíðar borisáttmála, eftir at olja er funnin, so fer helst at bera til at broyta samanset- ingina av fólki umborð, so føroyingar eisini eru við. Men fyri teir fyrstu brunn- arnar verður tað torført. Tað hevur so eisini nakað við trygdina at gera. Peter Rattey sær annars fyri sær, at tað verða føroy- ingar, sum koma at manna framleiðsluskipini ella pallarnar á føroyska land- grunninum í framtíðini, um olja verður funnin her. Í dag er meginparturin av mann- ingini á Petrojarl Foinaven, sum tekur ímóti oljuna frá Foinaven feltinum, hetlend- ingar og so norðmenn. Føroyingar manna oljuskip og pallar í framtíðini West Navion, sum eftir øllum at døma kemur í føroyskan sjógv í august Christian Bull Eriksson, stjóri hjá Smedvig, (høgru- megin Leiv Hansen) heldur skip teirra er sera vælegnað til føroysk viðurskifti. Her er hann saman við Poul Mohr, stjóra á Skipasmiðjuni og Leivi Hansen, táverandi borgarstjóra í heiminum hjá Noru Smedvig, (á myndini) sum eigur stóran part av Smedvig fyritøkuni, ið nú helst leigar nýggja boriskipið West Navion til leiting undir Føroyum. Millum hini fólkini er ovasti stjórin í Statoil, Olaf Fjell (triði frá høgru.) sum eigur hina helvtina í West Navion Mynd Jan Müller C M Y K 11 10