Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 • 12. desember 2007 MIÐvIkaN 29 Síð­­­an bleiv hon au pair genta í Danmark. Hon kom aftur og arbeið­­­ir hjá svenskum frisøri í Hull. Andrew er næstur. Hann ætlað­­­i at blíva lækni. Í stað­­­in las hann farmakologi í Cardiff og London. Hetta er læran um ávirkanina av heiluvági á kropp og sinn. Hann hevur eisini doktaraheiti á hesum øki. Hann arbeið­­­ir nú sum farmakologur á einum sjúkrahúsi í Blackburn. Tann yngsta er Helen, sum býr í York i Norð­­­uronglandi. Hon er útbúgvin lærari og er nú lærari í enskum fyri útlendingar. Vit eiga 6 barnabørn, so famil­ jan er hampiliga stór. Hanna: Hitti gamlan kunda í Havnarbasarinum Undir krígnum arbeiddi eg í Havnabasarinum hjá teimum sokallað­­­i “nissunum”. Tá hitti eg nógv fólk úr Onglandi. Nú ein dagin hevð­­­i Harry tosað­­­ við­­­ ein vin hjá sær. Hann segð­­­i, at ein mað­­­ur búð­­­i tætt við­­­ hjá sær, og hann segð­­­i, at hann hevð­­­i verið­­­ í Føroyum undir krígnum. Hann vildi fegin koma at heilsa uppá meg. Vit bjóð­­­að­­­u honum oman og sótu og drukku kaffi. Tá sigur hann: “Eg kenni teg. Tú hevur ekspederað­­­ meg inni í Havnabasarinum”. Eg mundi dottið­­­ upp eftir. Nógvir hermenn komu inn í Havnabasarin og skuldi keypa onkur klæð­­­i til konurnar, og hetta kravdi holla ráð­­­geving. Eg dugdi eitt sindur av enskum, og tað­­­ batnað­­­i eisini sum frá leið­­­. Mær dámdi sera væl hetta arbeið­­­ið­­­. Seinni varð­­­ Havnarbasarurin kendur fyri sínar lukkupakkar. Eingin visti, hvat ið­­­ var í pakk­ unum, so tað­­­ var spennandi at pakka upp hjá børnum. Tað­­­ var ein norð­­­mað­­­ur Vilhelm Andreassen, sum hevð­­­i handilin. Kona hansara var úr Suð­­­uroy. Hann eigur ein abbason Vilhelm, sum okkara Louis kennur. Teir arbeiddu saman. Vihelm er ein góð­­­ur listarmað­­­ur, hann hevur sent mær ein málning av kirkjuni í Havn. Tað­­­ var vakurt gjørt av honum. Og mær dámar hann so væl. Ein beiggi Vilhelm er Djóni. Hann eigur húsini við­­­ Landavegin 54, sum Daniel J. Danielsen, fyrrverandi trúboð­­­ari í Congo, átti. Hetta hevur eisini verið­­­ umrøtt í Mið­­­vikuni. Havnabasarurin var á Káta Horninum, har alt varð­­­ tikið­­­ nið­­­ur fyri nøkrum árum síð­­­ani og bygt varð­­­ upp av nýggjum. Hava hitt kent fólk Gjøgnum árini hava vit havt nógv samband við­­­ føroyingar bæð­­­i burtur og heima. Tá ið­­­ vit giftist í Hollandi var ein mað­­­ur frá okkara heimbýi giftur í Suð­­­uroy. Hann var í flota­ num. Báð­­­ar vígslurnar vóru lýstar samstundis í lokala blað­­­num. Vit vóru eisini væl, men tey fluttu til Portsmouth sunnast í Onglandi, har tað­­­ er ein stór flotastøð­­­. Vit hoyrdu onkuntíð­­­ frá teimum. Í einum býi her nærindis, har systir mín livir, búð­­­i ein genta úr Havn, Ingeborg Kragesteen, sum var gift her. Vit hittu hana eisini og Hanna minnist, at tær vóru í ferð­­­alagi til Føroyar saman við­­­ manni hennara við­­­ Tjaldrinum frá Hetlandi í 1957. Tað­­­ hevur fleiri ferð­­­ir hent, at vit í Onglandi hava hitt fólk, sum hava kent okkum aftur frá Føroyum. Fyrstu ferð­­­ var áð­­­renn vit giftust og vóru á Man í feriu. Vit vóru nið­­­ri við­­­ sjóvarmálan, ein mað­­­ur sigur, at hetta má vera Hanna. Hann var í Føroyum við­­­ Cameronians. Hann var ein professionellur tónleikari, hann spældi í Isle of Man dansiorkest­ ri. Hann giftist við­­­ gentu úr Havn. Okkara fyrsta hús var beint uttanfyri mín heimbý. Leið­­­arin í keypssamtøkuni á stað­­­num segð­­­i við­­­ Honnu ein dagin: “Eg havi eina kenslu av, at eg kenni teg frá fyrr av”, og tá var hetta ein av the Cameronians, sum hevð­­­i verið­­­ í Føroyum. Hann var altíð­­­ so galantur aftaná hetta. Jú, sanniliga er verð­­­in lítil. Nú er tað­­­ frálíkt í Hull. Vit leigað­­­u fyrst eini hús, sum arbeið­­­sgevararnir hjá Harry útvegað­­­u okkum. Men eftir eitt ár fóru vit at hyggja eftir einum húsum, sum vit kundu keypa sjálvi. Vit funnu eini deilig hús, og her búgva vit enn. Vit hava góð­­­ar grannar, og beint um hornið­­­ eru handlar av øllum slag, so hetta er sera høgligt. Tað­­­ er frítt at koyra í bussi hjá pensjonistum. Harry: Halda føroyska flaggdagin Eg hevð­­­i nógvar vinir millum hermenninar, og eg hitti fleiri av teimum aftaná kríggið­­­. Vit høvdu eisini árligar samkomur fyri hermenn, sum høvdu verið­­­ í Føryum upp til 1973. Tá byrjað­­­u teir at gerast gamlir, og tiltakið­­­ datt nið­­­ur fyri. Men vit eru komin rættuliga nógv til gudstænastur og samkomur í donsku kirkjuni í London, har eisini nógvir føroyingar plaga at koma. Her er eisini Louis komin, og hann kennir eisini nógvar av føroyingunum. Ein av teimum er Nicolina Prince, sum er 86 ár. Hon kom til Bretlands, áð­­­renn kríggið­­­ var lið­­­ugt. Hennara søga er umrødd í bókini “Kærleiki undir krígnum”. Her koma eisini nógvir føroy­ ingar, sum eru komnir til Bret­ lands í seinnu árum, og tað­­­ er sera hugnaligt at hitta øll hesi. Flaggdagin er tað­­­ fast, at føroyingar koma saman á donsku sendistovuni í London, vit vóru har i fjør og eisini í ár. Hanna: Kendu Sofus og Sofus Vit kenna eisini væl Sofus Poulsen í Aberdeen. Hann ar­ beiddi saman við­­­ pápa í lands­ handlinum. Men Louis hitti hann fyrst, áð­­­renn eg hitti hann. Tá Sofus hoyrdi, at hann var ein Apol, gjørdist hann eyka blíð­­­ur. Sofus prátar nógv, men tað­­­ sum hann sigur er eisini vert at hoyra. Tá vit vóru til flagg­ dagssamkomuna í London var hann har. Hann sær tað­­­ sama út, er ikki broyttur og er altíð­­­ líka blíð­­­ur. Hann hevur verið­­­ fiskimonnum og mongum øð­­­rum sera hentur. Vit komu eisini at kenna Sofus Olsen, sum doyð­­­i í fjør. Hann var ein serstakur persónur og hevð­­­i nógvar vinir í Bretlandi og ikki minst í Hetlandi. Hann var eisini ein góð­­­ur mað­­­ur fyri fiskimenn. Hanna: Telegrafboðið kom við deyðanum Mamma gjørdist 62 ár og hon doyð­­­i av sjúku í 1947. Pápi gjørdist 63 ár, so tey gjørdust ikki gomul bæð­­­i. Pápi doyð­­­i so sera knappliga í 1955. Hann hevð­­­i beint verið­­­ inni á Sundi hjá Gustav og Helenu. Systir hansara við­­­ manni úr Hollandi var her uppi og ferð­­­að­­­ist. Pápi hevð­­­i leigað­­­ ein bát at fara inn í Kaldbaksfjørð­­­. Veð­­­rið­­­ var so sera gott og pápi helt, at hetta kundi verið­­­ ein góð­­­ útferð­­­. Tey løgdu at á Sundi at fáa sær ein drekkamunn, og pápi var beint komin í bátin aftur. Hann murrar fyri seg sjálvan, og knappliga dettur hann. Tey hildu, at hann var áhalsin, men hann bleiv liggjandi, og tá var hann deyð­­­ur. Hetta gjørdist eisini ein serligur hvøkkur fyri meg. Pápi hevð­­­i ikki verið­­­ og vitjað­­­ okkum, og nú hevð­­­i hann ætlað­­­ at koma. Hann kundi ikki siga vist nær hann kom, men hann segð­­­i við­­­ meg, at “tá ið­­­ tú sær telegrafboð­­­ið­­­ koma á Kristoffur Joensen var hugsjónarmaður, sum tey hjá Harry og Hannu meta sera høgt. Hetta er ikki minst galdandi fyri Louis Hanna og Harry avmyndað á familjusamkomu í Miðlahúsinum í í summar Andrew sonur Honnu og Harry við konu síni Meryl Jákup Apol saman við konuni Poula