Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 30 nr. 241 • 12. desember 2007 dyrnar veist tú, at hann kemur við fjarriti frá mær um, at eg eri á veg”. Vit væntaðu, at tað fór at vera í somu viku ella vikuna eftir. Vit høvdu tosað um, hvar vit skuldu fara við honum, so hann kundi fáa sum mest burturúr ferðini. Eg var einsamøll inni, og hevði í huganum, hvar pápi skuldi sova, tá ið hann kom. Nú síggi eg telegrafboðið koma móti húsinum, og eg gjørdist so glað, tí nú komu boðini um, at pápi var í nánd. Eg fái so telegrammið og latið tað upp. Telegrafboðið stendur har framvegis, tí ofta skuldi svar sendast við sama farti. Tá er tað deyðsboð, sum eg fái. Eg fekk ein slíkan hvøkk, at eg fekk ikki orðið fyri meg. Tá skilti boðið, at hetta vóru vána boð, og tað fór so avstað aftur. Eg var einsamøll inni, men eg hevði eina vinkonu, sum búði beint við. Eg mátti fara til onkran, eg fór til hana. Hon skilti mína støðu, tí hon hevði júst mist pápa sín árið frammanundan. Eg slapp heldur ikki við til jarðarferðina, tí eg hevði eitt so lítið barn, og tað var framvegis sera trupult at ferðast tá á døgum millum londini. Eiko bróður hevði sent tele­ grammið persónliga til Harry, og ætlanin var, at hann skuldi lesa tað og siga mær frá. Eiko hevði ikki ætlað, at eg skuldi opna telegrammið. Men í Onglandi verða telegramm latin tí, sum er heima. Tað var leingi, áðrenn eg kom yvir tað. Vit bæði høvdu eitt sera tætt tilknýti til hvørt annað. Pápi var annars giftur aftur í 1949, eftir at mamma var deyð í 1947. Seinna kona hansara var hollendsk og var systur mannin til eina systir hansara. Hon búði í Føroyum, men hon fór aftur til Hollands beint eftir, at pápi var deyður. Harry: Yvirlit yvir gravir Eitt av mínum arbeiðum var at gera yvirliti yvir gravirnar hjá bretsku hermonnunum í teim ymisku kirkjugarðunum í Føroyum, har teir vóru jarðaðar. Hetta skuldi eg senda til Imperial War Graves Commission. Tað vóru 29 lond, har bretar vóru undir krígnum, og har tað eru gravir. Tað eru eisini dramatiskar hendingar aftanfyri hesar gravir. Ein er frá tí flogberin HMS Glorious varð søktur av týskum kavbátum millum Noreg og Føroyar tann 8. Juni 1940, og 1.519 mans doyðu. Tað vóru 29 sum yvirlivdu og sum kom til Havnar. Ein doyði her, og varð jarðaður í Havn. Ein vinur okkara er frá Isle of Man, O Neil at navni, var ein av teimum sum bjargaðist. Hann var innlagdur á hospitalinum í Havn. Vit høvdi eisini danir her í Bret­ landi undir krígnum. Teir vóru úti og sigldu. Tað vóru slíkir, sum ikki sluppu heim aftur, tá ið Danmark varð hersett. Fleiri teirra giftust eisini í Hull. Tað vóru eisini nakrir, sum fóru í bretska herin. Sofus Poulsen og Louis í Landshandlinum Ein av teimum, sum kennir væl gamla Louis, Honnu, Harry og hansara húski er Sofus Poulsen, sum var okkara umboð í Aberdeen í hálva øld. Hann sigur um tey: ”Eg havi havt samband við tey í nógv ár og kenni sjálvandi son teirra Louis, sum hjálpti okkum við at greiða fyritøkum og handelsketum frá okkara sjónarmiðum viðvíkjandi grindadrápi. Vit hittast eisini í London, tá ið føroyingafelagið har hevur jólagudstænastu og døgurða í donsku kirkjuni har. Pápan Louis Apol kendi eg eisini. Hann var "lagursjefur" hjá Færøernes Offentlige Vareforsyning, Landshandilin, sum hann var kallaður. Har hevði eg mítt fyrsta starv á skrivstovuni, sum var í húsunum hjá Jacob Lützen, inngongdin var í Amtmansbrekkuni. Har starvaðust Knud Pedersen, stjóri, Louis Apol, lagursjefur, Sigurd Berghamar, bókhaldari, Rósing Rasmussen, kassameistari, Jógvan Niclasen úr Hesti, annar bókhaldari, Solveig Thomsen, skrivstovukvinna. Í móttøkuni, hagar allir keypmenn í Føroyum noyddust at ringja fyri at fáa allar skamtaðar matvørur eins og kraftfóður, starvaðust Ebbe Müller, Peter F. Christiansen, Ebbe Mortensen, Jacob Sune Jacobsen og eg sjálvur. Í køkinum vóru Emily Hansen og Thala Rókstein frá Hellunum. Tær taldu rationeringskortini, sum keyp­ menninir sendu inn fyri at fáa sukursekkir, te og kaffi og annað. Um tað restaðu rationeringskort í noyddust teir at fara niðan til amtmannin at "skrifta" fyri at fáa nøkur rationeringskort aftrat, so teir kundu keypa ein sekk av sukri ella ta vøru, sum kort írestaðu fyri at fáa útloyst. Tað kundu vera ymiskar frágreiðingar fyri írestaðu rationeringskortini. Møguliga hevði kona keypmannin latið eini systur ella vinkonu fingið eitt pund av sukuri ella aðrari vøru uttan at krevja rationeringskort, tí henda var í "neyð". Á lagrinum vóru Albert Joensen á Landavegnum, Mortan Mørk, Óli Mortensen, beiggi Ebba. Tað vóru eisini aðrir, men eg minnist ikki fleiri nøvn. Enn á lívi eru vist bert Peter F., Jacob Sune, Thala og eg sjálvur. Lagrini hjá Landshandlinum uttan fyri Havn vóru hjá J. F. Kjølbro í Klaksvík, Simonsen í Saltangará, Niclasen í Sørvági, J. Dahl í Vági og vist hjá N J Mortensen á Tvøroyri.” Fyrst í 50­unum var Lands­ handilin einskildur, privatiseraður. Tað var Rósing Rasmussen sum yvirtók bæði handil og navn. Havi tosað við Thalu, og hon letur sera væl at Louis Apol at arbeiða saman við. Hann var fittur og behagiligur. Tøkk til Harry og Honnu Hetta er so endin á hesi greinarøð, sum er eitt gott íkast til okkara søgu um seinna heimsbardaga. Tað er uttan iva nógv sum framvegis kann sigast um hendan partin av okkara søgu. Her skal koma eitt lítið ískoyti. Sum áður greitt frá var Kristoffur Joensen ein av vinunum hjá Harry í Sørvági. Kristoffur var hugsjónarmaður. Hann var virkin í javnaðarflokkinum og fakfelagsrørsluni í nógv ár. Bretar góvu nógv arbeiði vesturi í Vágum, serliga í samband við flogvøllin, og Kristoffur royndi at organisera arbeiðsmenninar, so teir kundu standa saman um lønarkrøv. Hetta gekk ikki væl. Tað hann fekk burtur úr var, at hann sjálvur misti arbeiðið. Hann flutti til Argir, og hann var nógv ár nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag. Louis hevði hann sum arbeiðsformann á Bacalao, og hann letur sera væl at honum. ”He was a fine man”. Á sínum gomlu døgum varð hann kendur sum ein av Teimum Fýra, sum plagdu at syngja á møtum. Kristoffur doyði fyrr í ár. Her kann eisini vera nevnt, at Hanna áttu tvey systkin. Eiko var giftur við Ruth, sum var donsk. Hon er deyð. Tey áttu børnini John, sum er deyður, Luitjen, Anitu og Birgit. Jákup var giftur við Poulu úr Kaldbak. Hann doyði fyri 20 árum síðani eins knappliga og pápin. Tey áttu børnini Búgvi, Elinborg og Annbjørg. Her kann verða nevnt at Louis hjá Honnu og Eiko vóru fyrr í ár í USA og vitjaði eitt hollendskt systkinabarn. Tað hevur verið stuttligt at arbeiða við hesi søgu. Grund­ arbeiðið varð gjørt, tá ið Hanna og Harry vóru í Føroyum seinasta summar. Síðan hevur verið nógv samskifti millum londini fyri at fáa frásøgnina so fullfíggjaða sum gjørligt. Vónandi hava okkara lesarar havt gleði av henni. Vit senda Harry og Honnu og teirra okkara bestu heilsanir við ynski um ein gleðilig jól. Næstu ferð Í komandi Miðviku fara vit at hava søguna um lagið til tjóðsangin Tú alfagra land mítt, sum Símun av Skarði yrkti. Petur Alberg gjørdi lagið í 1907, og tað varð framført fyrstu ferð 2. jóladag sama ár. Hetta merkir at komandi 2. jóladag eru 100 ár liðin síðan hesa søguligu hending. FF­blaðið var fyrsta blað yvirhøvur sum kundi bera hesa søgu, og nú verður tað Miðvikan hjá Sosialinum, sum endurgevur hana í samband við 100 ára dagin. Vit koma tá eisini at hava søguna til onnur løg hjá Petur Alberg, sum t.d. Tjaldur ver vælkomið, og hesar frásagnir hava ikki verið frammi fyrr. Sofus Poulsen er góður vinur hjá teimum hjá Harry og Honnu. Hann hevur arbeitt bæði saman við gamla og unga Louis Eiko er elsti beiggi Honnu