mikudagur 12. desember 2007síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 12. desember 2007
31
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Eftir at hava samráðst
um nýggjan sáttmála
í nærum eitt ár, er
bikarið hjá ÍSF flotið
yvir. Um vikuskiftið
sendu teir skriv til
Kringvarpið, sum
kann missa rættin
at senda beinleiðis
frá føroyskum
ítróttatiltøkum
Ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Vit skulu hervið boða
tykkum frá, at tit, grundað
á at samráðingarnar ikki
føra til nakað úrslit og
mugu metast sum slitnaðar,
og tað tí heldur eingin
sáttmáli er partanna millum,
ikki hava rætt at senda frá
føroyskum ítrótti, frá 15.
desember 2007 at rokna.
Soleiðis endar brævið,
sum ÍSF tann 7. desember
sendi Kringvarpsstjóranum.
Eitt bræv, har tað verður
staðfest, at samráðingarnar
um nýggjan sáttmála um
rættindi at senda ítrótt eru
slitnaðar.
Partarnir hava ikki havt
nakran sáttmála seinasta
lítla árið, tí á nýggjárinum
rann táverandi sáttmálin út.
Men so leingi samráðingar
hava verið, hava partarnir
virkað eftir gamla sátt-
málanum.
Men eisini tað er nú
liðugt. Eftir øllum at døma
er bikarið flotið yvir, tá
Kringvarpsstjórin ikki vildi
góðtaka seinasta sáttmála-
uppskotið, sum ÍSF sendi. Í
brævinum
um
uppsøgn
vísir ÍSF á, at Jógvan
Jespersen ístaðin broytti
uppskotið, sum hann síðani
skrivaði undir og sendi ÍSF.
Ikki uppsøgn
Sjálvur vil ÍSF-forsetin,
Heðin Mortensen, tó ikki
kalla
brævið
fyri
eina
uppsøgn.
- Tað meta vit ikki, tí vit
hava altso givið eina freist
til 15. desember, og tað eru
so nakrir dagar afturat.
Vil tað so siga, at talan er
um eina seinastu hóttan?
- Eg vil heldur siga, at
hetta er ein staðfesting av,
at vit koma ikki víðari í
verandi støðu. Og tolið hjá
okkum er uppi nú. Vit halda
okkum hava verið sera
lagalig í samráðingunum,
men upplivingin hevur fyri
tað mesta verið einvegis
samskifti, og tað vilja vit
ikki longur góðtaka, sigur
Heðin Mortensen.
Kringvarpsstjórin
sigur, at tað bert er
ein regla, sum skilir
Kringvarpið og ÍSF.
– Verður tann reglan
strikað, skriva vit
undir, sigur hann
Ítróttur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Jógvan Jespersen dugir
illa at skilja, at ÍSF í
sínum skrivi til Kring-
varpið vísir á, at hann
skal hava sent eitt nógv
broytt
sáttmálauppskot
aftur til ÍSF.
- Tann broytingin, sum
eg rokni við, at tey sipa
til, snýr seg um eina lítla
detalju í sáttmálanum. Í
grein 4 í sáttmálanum
kom í fjør at standa, at
Kringvarpið viðurkennir,
at ávísar kappingar bera
nøvn hjá sponsorum. Og
at vit nýta hesi heiti, tá
tað
er
náttúrligt
og
hóskiligt.
- Tað, sum tey síðani
vilja hava afturat er ein
regla, har tað verður
staðfest, at Kringvarpið
bindir seg til at nýta hesi
heiti á stiga- og úrslita-
talvum, og tað er ein
treyt, sum vit ikki kunnu
góðtaka.
Allar
aðrar
broytingar,
sum
eru
gjørdar, hava vit gjørt í
samráð við Petur Elias
Petersen, sum er vara-
forseti í ÍSF.
Hví kunnu tit ikki góð
taka seinastu treytina?
-
Vit
hava
eina
kringvarpslóg, sum vit
skulu virka undir. Millum
annað verður í hesari
staðfest, at tað skal vera
púrasat greiður skilnaður
millum redaktionelt inni-
hald og lýsingar. Og tí
meta vit, at stríðir ímóti
lógini, um vit skrivliga
binda okkum til at nýta
sponsor-nøvn.
- Sjálvandi vita vit, at
ítróttarrúmið er á tremur
við lýsingum. Og hesir
lýsarar fáa jú eina velduga
eksponering í 3-2 sjón-
varpssendingum. Trupul-
leikin hjá okkum er, at vit
kunnu ikki binda okkum
til at eksponera hesi á
ávísan hátt.
Hildu seg
hava semju
Jógvan Jespersen sigur
annars, at hann var eitt
sindur skakkur, nú hann
fekk seinasta brævið frá
ÍSF.
- Fyri mítt viðkomandi
má eg siga, at helt, at ein
semja varð funnin longu í
apríl mánaði. Tá høvdu
vit havt ein fund, har eg
helt, at alt var komið í
rættlag. Men síðani eru
tey komin við fleiri treyt-
um afturat.
- Sum sagt, so helt eg
tó, at hetta var loyst í
september mánaði, men
nú er støðan so ein
onnur.
Heðin Mortensen sigur,
at enn eru nakrir dagar til
15. desember, og at bólt-
urin nú liggur hjá tykkum.
Fara tit at taka nýggj stig
til at finna eina semju?
- Vit fara so at hava
fund um málið her í
Kringvarpinum, og so
rokni eg við, at vit seta
okkum í samband við ÍSF
í hesi vikuni.
Ein regla á muni
Kringvarpið hevur
tríggjar dagar
07 Vestur er navnið
Umleið 30 uppskot komu inn, tá FS Vág-
ar skuldi hava nýtt navn. Sjálvt navnið,
FS Vágar, fór í søguna, tá samstarvið
millum MB og SÍF slitnaði. Í fjør varð
navnið FSV04 nýtt, men formliga var tað
tá bert SÍF, sum stóð fyri felagnum. Nú
er SÍ knýtt afturat samstarvinum, og fyri
at geva felagnum nýggjan samleika, varð
navnakapping skrivað út. Hendan endaði
so við, at 07 Vestur verður nýggja navnið
hjá felagnum. Á heimasíðuni, sum tó enn
ber navnið www.fsvagar.fo, verður sagt,
at ætlanin nú er at skriva út búmerkja-
kapping, soleiðis at talan eisini verður
um nýggjan grafiskan samleika.
Høgni aftur til ÍF
ÍF, sum nú ger enn eina roynd
í Formula-deildini, hevur
fingið Høgna Madsen aftur í
spælarahópin. Høgni hevur í
trý ár spælt við KÍ, men í fjør
kom hann veruliga í brenni-
depilin, tá hann endaði í sen-
trum í venjaraskiftinum, har
Tony Paris fekk sekkin. Við
Dimmalætting sigur Høgni tó,
at hendan hendingin einki
hevur við skiftið at gera.
Fekk 20 daga fongsul
Maðurin, sum tann 2. juni leyp inn á
vøllin eftir dómaranum, tá Danmark
og Svøríki spældu fótbóltslandsdyst,
fekk herda revsing, tá málið hjá honum
í gjár var fyri í eystara landsrætti.
Undan hesum hevði maðurin fingið
30 daga treytað fongsul. Tann dómin
var ákærin ikki nøgdur um, og tí varð
dómurin kærdur til eystara landsrætt,
sum broytti dómin til 20 daga
treytaleysa fongsulsrevsing.
Hóast samráðingar hava verið millum
Kringvarpið og ÍSF í nærum tvey ár, so tykist
knúturin enn vera tann sami. Kringvarpið
sigur, at tey kunnu ikki binda seg skrivliga til
at nýta ávís sponsor-nøvn á ávísan hátt