Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 241 - 12. desember 2007 ] Á Stade Velodrome í Marseille fekk heima­ liðið ongantíð tamar­ hald á dystinum, tá Liverpool pressaðu høgt og útspældu Marseille, og harvið tryggjaðu sær víðari luttøku í Champions League, eisini Chelsea og Celtic komu víðari millum 16 tey bestu í Europa FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Longu eftir fýra minuttum fekk Liverpool eitt brots­ spark, og tað tók Steven Gerrard sær av. Fyrst brendi hann, men bólturin stakk til hann aftur, og so var Liver­ pool á odda og á veg víðari úr bólkaspælinum. Liver­ pool skuldi fáa trý mál aft­ urat í dystinum­eitt áðrenn hálvleik og tvey í øðrum hálvleiki. Liverpool vísir vegin Liverpool sigurin var ong­ antíð í vanda, og tá Fernando Torres í 11. minutti økti til 2­0 varð bara ein vegur. Um nakar sum helst ivi skuldi havt stungið seg upp, um hvønn veg sigurin fór, var hesin sløktur, tá Dirk Kuyt stutt eftir steðgin kundi økja til 3­0. Heilt móti endanum kundi ein ungur og sera skjótur Ryan Babel spurta frá allari Marseille verjuni og sláa sigurin fastan við tólv­tumma seymi. 4­0 til Liverpool á útivølli, og tað merkir at teir við sigrinum komu víðari til ”knock­out” umførini av Champions League. Chelsea, javnt á La Mestalla Chelsea høvdu longu tryggjað sær víðari luttøku í Champions League, so teimum noyddust ikki at gera nógv burturúr, tá teir vóru á vitjan í Spania, har Valencia tók ímóti teimum. Dysturin endaði við málleys­ um javnleiki, og hetta merkir at Chelsea vinnur sín bólk. Valencia, fer hinvegin bóltandi út úr ársins útgávu av Champions League, og má hetta ikki sigast at vera væntað, tá liðini byrjaðu uppá bólkaspælið. Rosenborg ov stuttir Rosenborg vóru á truplari uppgávu á útivølli í Týsk­ landi, har teir skuldu hava stig við sær frá Schalke, um teimum skuldu eydnast at koma víðari. Hetta gekk ikki sum ætlað, og verður tað tí heimaliðið Schalke, ið fer saman við enska Chelsea, víðari úr bólkinum. Celtic, annað árið á rað Eisini skotska Celtic megn­ aði at spæla seg víðari úr sínum bólki. Teir endaðu á einum øðrum plássi, bert aftanfyri Milan. Hetta varð longu greitt í síðstu viku, tí dystirnar vórðu framskund­ aðir, orsakað av at Milan í hesu vikuni, skal taka lut í heimsmeistara kapping fyri lið. Real Madrid aftur nú Ein kanska meira kendur gestur í ”knock­out” umfør­ unum er kongaliga spanska felagið Real Madrid, og aftur hesa ferð megnaðu teir at koma víðari millum 16 tey bestu. Í sínum síðsta dysti vunnu teir sannførandi 3­1 móti italska Lazio, og tað merkir so at Olympiakos úr Grikkalandi, eisini komu millum ”fína selskapið”. Trý bretsk feløg víðari Fernando ”El-Niño” Torres, ið aftur hesaferð taldist millum málskjúttarnar hjá Liverpool Í ár skal tað vera Real Madrid liðformaðurin, Raul vónar at hetta verður árið, tá steypið við teimum stóru oyrunum, aftur kemur til spanska høvuðstaðarfelagið. Við einum tryggum 3­1­sigri móti Lazio, tryggjaði Real Madrid sær í gjárkvøldið fremsta plássið í bólki C í Champions League, tætt fylgdir av Olympiakos. Sigurin var sera týdningarmikil fyri spaniólarnar, ið nú hava í hyggju trupla mótstøðu í fyrsta ”knock­out” umfarinum. ­ Málið hjá mær móti Lazio var ikki so týdningarmikið, men tað var liðinnsatsurin. Vónandi er hetta árið hjá Real Madrid í Champions League, sigur Raul sambært Marca. Real hevur ikki bara eydnuna við sær í Champions League, í heimligu kappingini førir liðið eisini. ­ Vit hava trýggjar dystir eftir í ár, og í heimligu kappingini snýr tað seg um at halda frástøðuna til okkara kappingarneytar. 2007 er við at hasa av, og tað hevur verið eitt gott ár hjá liðnum og hjá fjepparunum, sigur liðformaðurin. Real Madrid vann í summar sítt 30. spanska meistaraheiti. Dystirnar í gjárkvøldið: Bólkur A D V-J-T + - St. 1 Porto 6 3-2-1 8 7 11 2 Liverpool 6 3-1-2 18 5 10 3 Marseille 6 2-1-3 6 9 7 4 Besiktas 6 2-0-4 4 15 6 Bólkur B D V-J-T + - St. 1 Chelsea 6 3-3-0 9 2 12 2 Schalke 6 2-2-2 5 4 8 3 Rosenborg 6 2-1-3 6 10 7 4 Valencia 6 1-2-3 2 6 5 Bólkur C D V-J-T + - St. 1 R. Madrid 6 3-2-1 13 9 11 2 Olympiakos 6 3-2-1 11 7 11 3 W. Bremen 6 2-0-4 8 13 6 4 Lazio 6 1-2-3 8 11 5 Bólkur D D V-J-T + - St. 1 Milan 6 4-1-1 12 5 13 2 Celtic 6 3-0-3 5 6 9 3 Benfica 6 2-1-3 5 6 7 4 Shakhtar 6 2-0-4 6 11 6 Dystirnar í kvøld vera: Bólkur E Barcelona-Stuttgart Rangers-Lyon Bólkur F Roma-Manchester United Sporting-Dynamo Kiev Bólkur G Fenerbahce-CSKA Moskva PSV-Inter Bólkur H Arsenal-Steua Bucaresti Slavia Prague-Sevilla FAKTA