mikudagur 12. desember 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 12. desember 2007
33
Va s k i f ó l k
til Føroya Handilsskúla í Tórshavn
at byrja skjótast møguligt
Søkt verður eftir vaskifólki 18 tímar um vikuna.
Vaskað verður í tíðarbilinum kl. 15.00 til 17.30.
Nærri uppslýsingar fáast við at ringja til Zacharias
Johansen, húsavørð tlf. 224693.
Løn sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðskvinnu
felag.
Skrivlig umsókn, at senda til:
Føroya Handilsskúla
Postsmoga 177 · 110 Tórshavn
Nýggjur fólkaskúli á
Hamrinum á Argjum
Tórshavnar kommuna bjóðar við hesum arbeiðstakarum at
biðja um undanførleikameting (prækvalifikatión) til luttøku í
innbodnari útbjóðing sum høvuðsarbeiðstøka í sambandi við,
at byggjast skal nýggjur fólkaskúli á Hamrinum á Argjum.
Arbeiðið at byggja skúlan verður skipað eftir partalagsleisti.
Upplýsingar í sambandi við
byggiætlan og útbjóðing
Byggiharri
Tórshavnar kommuna
Vaglið · Postsmoga 32
FO-110 Tórshavn
Lýsing av verkætlanini
Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýggjan fólka-
skúla á Hamrinum á Argjum. Skúlin verður ein 2-sporaður
skúli frá 1.-9. flokk við frítíðarskúla til 1.-2. flokk, tilsamans
umleið 500 næmingar.
Støddin á skúlanum verður 6.400 m².
1. undirvísingarpartur, t.e. 1.-3. flokkur, er umleið 1200 m²,
og skal verða liðugur 1. juli 2009. Allur skúlin skal standa
liðugur 1. juli 2010.
Mannagongd fyri útbjóðingini
Arbeiðstøkan verður útboðin í innbodnari høvuðsarbeiðs-
tøku í undanførleikameting. Útbjóðarin ætlar at heita á 3-5
arbeiðstakarar at geva tilboð. Tilboðið verður grundað á
dispositiónsuppskotið. Eftir hetta verður arbeiðstakarin við
í framhaldandi projektering í partalagi.
Umbøn um luttøku
Umbønin skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta
lagi 7. januar 2008.
Saman við umbønini um luttøku skulu sendast upplýsingar
um arbeiðstakaran, so metast kann um kravda førleikan hjá
fyritøkuni bæði á tí fíggarliga og á tí tekniska økinum.
1. Upplýsingar um fyriskipan og bygnað í fyritøkuni og
møguligt samband við móðurfelag.
2. Royndir við líknandi verkætlanum.
3. Váttan um árliga miðaltalið av starvsfólki í fyritøkuni.
4. Lívsgongdarlýsing (CV) hjá lyklafólkunum, ið ætlandi
verða knýtt at verkætlanini.
5. Upplýsingar um góðsku-, trygdar- og umhvørvisskipanir
hjá fyritøkuni.
6. Upplýsingar um eginogn og javna í roknskapi saman
við váttan fyri samlaðu søluna hjá fyritøkuni síðstu
trý roknskaparárini.
7. Váttan um trú og heiður.
Um arbeiðstakarin nýtir undirarbeiðstakarar skulu oman
fyri nevndu upplýsingar eisini gevast fyri teir.
Metingarstøðið
Metingarstøðið, sum er grundarlagið fyri vali av arbeiðs-
takara: Tilboðið, sum hevur størstan búskaparligan fyrimun.
Útbjóðingartilfarið
Útbjóðingartilfarið verður sent út 28. januar 2008.
Aðrar upplýsingar
Arbeiðið verður boðið út í Norðurlondum.
Øll skjøl, heiti og frágreiðingar eru á føroyskum, og fyri
verkætlanina verða føroysk rættarviðurskifti galdandi.
Eru ivamál, fæst meira at vita frá byggiharrasam-
skiparanum Eivindi Danielsen, tlf. +298 21 40 37 ella
teldupost: eivind@torshavn.fo
Tórshavnar kommuna
Stiftsfulltrúi
Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi
við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. mars
2008 ella skjótast gjørligt.
Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra
samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga út
búgving við almennum rætti og fyrisitingarrætti.
Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stifts
fulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er
skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini
biskupi í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prest
anna, kirkjuráðsvali, próstadømisráðsvali, biskups
vali, kirkjubókaføring, nýtslu av kirkjum v.m.
Fólkakirkjan varð yvirtikin á Ólavsøku, og tann, ið
settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar og
spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt nú at
vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir og
kunngerðir á kirkjuliga økinum.
Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda
starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola
broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur
førleiki er ein fyrimunur.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni
og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur
enn forðingar.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við av
varðandi fakfelag.
Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving
og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast
Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm
8, 110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan
Fríðriksson, biskup, tlf. 31 19 95.
Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 11. januar 2008
kl. 12.00.
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 8
110 Tórshavn
Bestu piparnøturnar
fáa tit hjá okkum
Tlf 312161
gron@gron.fo
www.gron.fo
Eysturoyar Fólkafloksfelag
Fólkaflokkurin
í Eysturoynni
3. uppstillingarfundur til Løgtingsvalið
verður í skúlanum í Funningi
hóskvøldið 13. desember kl. 19.00
lýsingar