Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 241 - 12. desember 2007 lýsingar Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 30 40 20 · Faks 30 40 10 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Deildarleiðarar til Heimatænastuna í Suðurstreymoy - øki 1 Heimatænastan í Suðurstreymoy søkir eftir deildarleiðarum. Heimatænastan í Tórshavn er býtt í 3 økir, Vestur-, Eystur- og Miðøkið. Í hvørjum øki er ein tvørfakligur bólkur av starvsfólki við heilsuhjálparum, heilsurøktarum og sjúkrarøktarfrøðingum. Til hesar tvørfakligu bólkarnar sóknast vit eftir 3 deildarleiðarum. Deildarleiðarin hevur dagligu leiðsluna av einum tvørfakligum bólki og sam- starvar í toymi saman við hinum deildar- leiðarunum og deildarleiðaranum fyri sambýlini. Deildarleiðararnir eru undir leiðslu av økisleiðaranum. Uppgávan verður, saman við starvsfólkunum og leiðslutoyminum at skipa eina samansjóðaða tænastu, har vit við umsorgan stuðla undir virkisførleika og vælveru hjá tí einstaka borgaranum. Vit vænta av tær, at tú • Hevur útbúgving innan heilsurøkt • Hevur hug og hegni at leiða og fyrisita • Evnar at samstarva við bæði brúkara, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu • Hevur telduførleika á brúkarastøði • Royndir og útbúgving í fyrisiting og leiðslu er ein fyrimunur Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgdina av • Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdini av veittum tænastum. • At leiða, stuðla og menna starvsfólki • At virka verður innan givnar fíggjarkarmar Vit kunnu bjóða • Eitt dynamiskt og fjølbroytt starv • Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvið • Eitt starv við nógvum avbjóðingum • Fakliga og persónliga menning Setanartreytir Lønar og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir at vita meira um starvið kann tú venda tær til Ceciliu Vestureið, økisleiðara, ceciliav@naerverk.fo , tlf. 31 72 49 ella 21 72 49 Umsókn Umsóknin skal sendast og stílast til: Nærverkið Meginskrivstovan Argjavegur 26 100-Tórshavn Stílað: Gunnleyg Durhuus, leiðari Viðmerkt: umsókn Umsóknarfreist 14. desember 2007 kl. 12.00 Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Aðalfundur Aðalfundur verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin tann 28. desember 2007 kl. 10.00 við hesi skrá: 1. Val av fundarstjóra 2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári 3. Framløga og góðkenning av grannskoðaðum roknskapi 4. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni 6. Ásetan av limagjaldi 7. Ymiskt Føroya Skipara- og navigatørfelag Føroya Skipara- og navigatørfelag Yviri við Strond 3 · FO-100 Tórshavn Tlf. 316973 · Fax 318516 · fsn@post.olivant.fo Brúðarkoyring Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t. d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein brúnan Jaguar frá 1978 Ring til Bilrøkt á 588880 www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo Brúðarkoyring