hósdagur 13. desember 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 242 - 13. desember 2007
tíðindi
Eitt søgusavn við
figurum úr gomlu
søgu okkara. Tað
er ætlanin hjá
monnunum aftanfyri
ferðavinnumiðstøðina
í Vestmanna. – Vit
hava longu fingið
tveir teir fyrstu í
fullari stødd. Og eg
má bara siga, at hesir
figurarnir líkjast
ótrúliga nógv teimum
modellunum sum
vit brúktu, sigur ein
av stigtakarunum,
Gunnar Skúvadal
Savn
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Vestmanna: Í meira enn
tvey ár hevur verið arbeitt
við at fyrireika eitt slíkt
søgusavn við figurum úr
Føroyingasøgu á loftinum í
Fjørukrónni.
Tveir teir fyrstu figurarnir
til savnið eru longu komnir
- Brestir, pápi Sigmund, og
banamaður hansara, Hav-
grímur. Hvør teirra kostar
einar 150.000 krónur.
– Hetta er tó bert ein byrj-
an til nakað nógv størri.
Ætlanin er nevniliga, at vit
skulu hava einar 15 slíkar
aftrat til savnið.
– Hetta er eitt kostnaðar-
mikið tiltak, men úrslitið
fer at verða sera gott, sigur
Gunnar Skúvadal við Sosial-
in.
Verkætlanin er sprottin úr
einum líknandi savni í Ís-
landi.
Úr søguni
Síðani teir fóru undir verk-
ætlanina við ferðavinnumið-
støðini í Vestmanna, hava
teir alla tíðina arbeitt við at
menna hesa og víðka um til-
boðið til vitjandi føroyingar
og útlendingar.
Umframt væl umtóktu
túrarnar undir Vestmanna-
bjørgini og onnur støð, hava
teir eisini eina matstovu og
eina sølubúð við ymiskum
lutum.
Næsta stóra stigið í fram-
tíðini er eitt søgusavn á loft-
inum í Fjørukrónni, ið ligg-
ur á havnarlagnum inni á
Fjørð.
Hugskotið til hetta savnið
fingu teir úr Íslandi, har ein
slóðbrótari, Ernst Backman
hevur tikið stig til eitt líkn-
andi savn við myndevnum
úr íslendsku søguni.
Ernst hevur verið í Før-
oyum fleiri ferðir, og hevur
lagt teimum lag á, hvussu
ein skipar eitt slíkt søgu-
savn.
– Hann var sera fegin um,
at vit eisini ætlaðu okkum
undir hetta savnið, sigur
Gunnar.
Í nøkur ár hava teir arbeitt
víðari við hesi ætlanini.
Gongst sum ætlað kann
savnið latast upp í 2009.
Fígging
Tað krevur bæði góða fyri-
reiking og góða fígging tá
ein skal skipa eitt slíkt søgu-
ligt savn. Serliga tað seinna
er ein avgerandi treyt fyri at
spennandi ætlanin kann
eydnast.
Miðað verður eftir at
hava einar 15 slíkar sagn-
figurar í savninum. Og tá
hvør teirra kostar omanfyri
150.000 krónur stykkið, er
greitt at her skal nógvur
peningur til.
– Vit arbeiða í løtuni við
at fáa fígging til ætlanina.
Hesir báðir fyrstu figurarnir
skulu vísast fram, soleiðis
at møguligir íleggjarar fáa
hug at seta pening í verkætl-
anina, sigur Gunnar.
Teir hava longu fingið til-
søgn um fígging frá pen-
ingastovni. Treytin er kort-
ini hon, at teir sjálvir útvega
sín part fyrst.
Væl gjørdir
At gera eina slíka ætlan
krevur sjálvandi sítt. Eitt er
at hava eitt hugskot, eitt
annað er at fremja tað í
verki.
Teir hava verið í Íslandi,
og hava her greitt fingið
prógv um tað góða hand-
verkið, sum ein har leggur
fyri dagin í arbeiðinum við
slíkum figurum.
Dømi um, hvussu ná-
greiniliga ein fer fram, eru
klæðini og eyguni á figur-
unum: Klæðini verða gjørd
av góðum skraddara og eyg-
uni eru tey somu, ið nýtt
verða hjá fólki ið fáa eftir-
gjørt eyga. Sjálvt á handar-
bakinum eru hár at síggja.
Í apríl mánaði í ár komu
teir fyrstu figurarnir, sum
gjørdir eru í Íslandi. Teir
eru gjørdir úr silicone og
eru rættiliga líkir einum
mannakroppi.
– Vit sóu beinanvegin,
hvussu dugnaligir handverk-
arar og listamenn teir vóru,
og hvussu teir á ein heilt
serstakan hátt kundu fáa øll
andlitstrekkini fram í teirra
figurum.
– Nú vit hava fingið figur-
hotelforoyar.fo
4EL s HF HOTELFOROYARFO
5 rættir:
s &ROYSKUR TALLERKUR
s 4OSKANAKKI VI¹ SAFRANSS OG SAUTE
s "ERBERIDUNNUBRINGA OG SV¤NALUNDIR VI¹ LAKA¹UM BLOMMUM OG RTFRUKTUM
POM ANNA OG ORANGESSS
s /STA VOLAUVENT
s -ANDLUR¤S VI¹ KARAMELKREMI OG KANEL¤SI
0R¤SUR FYRI HVNN KR -
ÙROKNA¹ PR¤SIN ER RTTIR DRYKKIVRUR OG DANSUR
"¤LEGGI¹ BOR¹ Õ TEL ELLA Õ HF HOTELFOROYARFO
*L ¤ 'LASSTOVUNI DESEMBER DESEMBER DESEMBER OG DESEMBER BJ¹AR 'LASSTOVAN STRA JLAMATSKRÕ
T h e F a v o u r i t e R e s t a u r a n t
G L A S S T O V A N
Livandi figurar frá far
Tveir teir fyrstu figurarnir eru komnir.
– Hetta er ein kostnaðarmikil ætlan,
men úrslitið verður sera gott, sigur
Gunnar Skúvadal, stigtakari