Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 13. desember 2007 5 tíðindi kr. 60,- Gløgg & holukøkur hvonn.fo Tórsgøta 4 100 Tórshavn Tel 350035 hvonn@hvonn.fo www.hvonn.fo Opið hvønn dag kl. 12-24 Frí & ley til kl. 02.00 rnari tíð Banasár og banamaður Í meir enn tvey ár hava tey í Vestmanna Touristcenter arbeitt við at fyrireika eitt søgusavn sum skal vera á loftinum í Fjørukrónni. Fyrstu figurarnir til savnið eru longu komnir. Talan er um Brestir, pápa Sigmund, og banamann hansara Havgrím. Søgnin sigur, at brøðurnir Brestir og Beinir vórðu tiknir á bóli av fíggindum ein dagin teir vóru í Dímun eftir seyði. Hóast teir vardu seg og synirnar Sigmund og Tór manniliga, so varð endin at teir máttu lúta fyri fíggindunum, sum vóru nógv mannsterkari og høvdu betri vápn. Fyrstu figurarnir lýsa hesa søguna. Havgrímur hevur júst rent spjótið gjøgnum Brest, og tá hesin kennir sær banasár, hálar hann spjótið enn longur inn fyri at røkka Havgrími og høgga hann niður eisini. arnir av Bresti og Havgrími, mugu vit bara staðfesta, at teir eru heilt ótrúliga væl gjørdir, staðfestir Gunnar Skúvadal. Myndir, ljóð og deymur Í søgusavninum í Vestmanna er ætlanin at lýsa søgu okk­ ara, heilt frá tíðini tá teir fyrstu landnámsmenninir komu higar og aðrar persón­ ar, sum hava havt sín leiklut í søguni. Eitt lítið modell av savni­ num varð annars gjørt, men fórst í stóra eldsbrunanum í Hoydølum fyrr í ár. Á loftinum í Fjørukrónni skal savnið skipast soleiðis, at tey vitjandi fáa eina kenslu av, hvussu tað var í tíðini, sum figurarnir lýsa. Hetta skal gerast bæði við myndum, ljóði og við lukti frá hesi tíðini. Upprunaliga høvdu teir vónað, at savnið kundi lata upp í 2008, men hetta verð­ ur neyvan so. – Gongst sum ætlað letur tað upp í 2009, sigur ein bjartskygdur Gunnar Skúvadal. Herleif Hammer hevur staðið modell til figurin av Bresti. Teir verða gjørdir í fullari stødd og líkjast ótrúliga væl veruligum menniskjum Íslendskir skraddarar hava seymað klæðini til figurin av Havgrími. Alt er gjørt soleiðis at úrslitið skal verða so gott sum tilber. Modellið er Rolvur Berg