hósdagur 13. desember 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 242 - 13. desember 2007
Eftirsum børn í
dag eru so nógv á
stovni, skal alt tað
námsfrøðiliga økið
styrkjast og mennast
munandi. Hetta
var niðurstøðan á
Trapputingi um børn
og ung í gjárkvøldið
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í gjárkvøldið, mikukvøldið
13. desember, var Trappu
ting í Miðlahúsinum, sum
Pedagogfelagið og Miðla
húsið skipaði fyri.
Til viðgerðar vóru um
støðurnar hjá børnum og
ungum, við støði í barna,
ungdóms, familju og sosial
politikki. Harumframt var
eisini nortið við námsfrøði
liga økið sum heild, og ikki
minst tørvin á námsfrøðing
um. Fundurin, sum varð
varpaður beinleiðis á Rás 2,
varð skipaður sum pallborð
við umboðum fyri allar polit
isku flokkarnar, og hevði
fundarfólkið eisini høvi at
seta spurningar og at koma
við viðmerkingum.
Dygd og menning
At livikorini hjá føroyskum
børnum eru munandi broytt
hesi síðstu árini, er ongin
ivi um. Meðan bæði foreldr
ini arbeiða úti allan dagin,
og ommur og abbar eisini
eru virkin á arbeiðsmarkn
aðinum, eru tilboðini til
børnini ikki lagað til nýggja
veruleikan.
Meðan alt fleiri uppgávur
verða lagdar yvir á pro
fessionel fólk, so sum náms
frøðingar og lærarar, so
setir hetta eisini heilt nýggj
krøv til dygdina í hesum
tilboðum. Hetta hevur eitt
nú við sær, at meðan fólk
fyrr sóu stovnarnar sum eitt
ansingartilboð, har børnini
vórðu havd í varðveitslu
meðan foreldrini vóru til
arbeiðis, so er ongantíð
meira týðandi enn beint nú,
at øll børn hava rætt til eitt
dygdargott námsfrøðiligt til
boð allan barndómin. Men
hetta krevur samstundis, at
stóra trotið á námsfrøðingum
verður nøktað, og at peda
gogskúlin sleppur at taka í
minsta lagi ein flokk afturat
inn um ári. Sambært Peda
gogfelagnum er kravið í
dag, at 2/3 av starvsfólkunum
á einum dagstovni eru peda
gogar, men veruleikin er
tann, at støðan er júst tann
øvuta, soleiðis at umleið
600 pedagogar mangla í
Føroyum. Sum er, verða 25
fólk tikin inn á Pedagog
skúlan á hvørjum ári.
Bæði millum politikarar,
sum sótu í pallborðinum,
og millum áhoyrararnar,
var breið semja vera um, at
alt ov fáir námsfrøðingar í
Føroyum.
Renna skjótari
Eitt annað, sum nýggi veru
leikin hjá føroyskum børn
um hevur við sær er, at øll
skulu renna skjótari og
arbeiða meira fyri at fáa
endarnar at røkka saman.
Hetta hevur við sær, at bæði
børn og vaksin líða av
strongd
og
sálarligum
trupulleikum. Á fundinum í
Miðlahúsinum var semja
um, at bøtast skal um um
støðurnar hjá barnafamilj
um. Tey flestu nevndu í hes
um sambandi leingjan av
barnsburðarfarloyvinum,
umframt at summi hildu
tað vera eitt hugskot at
stytta um arbeiðstíðina hjá
foreldrum við smáum børn
um. Eisini var nógv tosað
um, hvat skal til, fyri at fáa
betri
javnvág
millum
arbeiðs og familjulív. Her
nevndi onkur, at tað eisini
er upp til arbeiðsmarknaðin
og
arbeiðsgevararnar
at
laga arbeiðslívið hjá starvs
fólkum við børnum soleiðis,
at støðið verður tikið í ynskj
um og tørvi hjá einstaka
starvsfólkinum. Tað er ein
sannroynd, at trot er á væl
skikkaðari arbeiðsmegi, og
er tað tí upp til leiðslurnar
at hjúkla um starvsfólkini.
Á veg í skúla
Støðan hjá teimum 6 ára
gomlu var eisini uppi at
venda. Summi hildu tað
vera eitt gott hugskot at
senda børnini í skúla, með
an onnur hildu tað vera
skilabetur, at tey vera ver
andi á stovni. Samanumtikið
tóktist semja vera um, at
tey 6 ára gomlu hava ein
annan tørv enn vanliga
barnagarðstilboðið, og at
tey skulu hava eitt meira
avbjóðandi tilboð. Men í
løtuni eru karmarnir í skúlu
num ikki egnaðir til so smá
børn, so tað er upp til mynd
ugleikarnar at gera eina
millumloysn, har bæði lær
arar og pedagogar eru sam
an um uppgávuna.
Samanumtikið ein góður
fundur, har komið var víða
um. Endamálið við Trappu
tinginum er ikki at finna
loysnir, men at varpa ljós á
viðurskiftini. Um vit meta
eftir øllum prátinum í salin
um, tá ið mikrofonirnar
vóru sløktar, var hetta enda
mál val og virðiliga rokkið.
Námsfrøðiliga økið skal styrkjast
Trappating í Miðlahúsinum um børn og ung. Flokkarnir høvdu sent tvey umboð í part, her
Annika Olsen úr Fólkaflokkinum og John Johannesen úr Javnaðarflokkinum. Mynd: Álvur
Haraldsen
w w w . h a v s b r u n . f o
Fólk til umsitingina
Vit søkja fólk til fjølbroytt og spennandi starv
Havsbrún er eitt av stórstu og tøkniliga
mest framkomnu framleiðsluvirkjunum í
Føroyum við 90 starvsfólkum og einum
umsetningi uppá smáar 600 mill. kr árliga.
Havsbrún framleiðir fiskamjøl- og lýsi á
Mjøldeildini, og alifóður á Fóðurdeildini.
Arbeiðsuppgávur:
Arbeiðið fevnir um samskipan av
ymsum uppgávum umframt vanligt
skrivstovuarbeiði.
Vit rokna við at tú:
• dugir at samskipa
• hevur royndir í skrivstovuyrkinum
• hevur teldukunnleika
• kennir office forritini
• ert álítandi, ágrýtin og dugir at
arbeiða sjálvstøðugt.
Lønina tosa vit um…
Vit kunnu bjóða eitt spennandi, mennandi og fjølbroytt starv í
einum dynamiskum umhvørvi, har samskift verður við heimliga
og altjóða marknaðin.
Við starvinum eru góðir møguleikar fyri persónligari menning.
Hevur hetta tín áhuga, so send eina umsókn skjótast gjørligt, tó í
seinasta lagi 28. desember 2007. Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði. Vilt tú hava meira at vita, ert tú vælkomin at ringja til
Jústines Justinussen, fíggjarleiðara ella senda ein teldupost.
pf Havsbrún
FO-530 Fuglafjørður
Tlf 41 44 00
Fax 41 44 01
E-mail: jlj@havsbrun.fo