hósdagur 13. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 242 - 13. desember 2007
Jól heima á Garði í Hoyvík
Jólahugnin er í hásæti heima á Garði í Hoyvík, har tað angar av
nýskúraðari roykstovu og jólabaksturi, nú útisavnið letur dyrnar upp fyri
vitjandi til jóla. Kaffi og køkur fáast til keyps, umframt heimavirkaðir
lutir til jólagávur. Smiðurin smíðar í smiðjuni, har børnini kunnu royna
seg, og eisini kunnu tey fara á granskingarferð í útisavninum ella
klippa gamalt jólaprýði. Meðan ljóst er, kunnu tey ríða á fittu føroysku
rossunum, og jólatrø frá Kiwanis eru til sølu í túninum við Hoyvíksgarð.
Opið verður leygardagin 15. og sunnudagin 16. desember millum kl. 14
og 18.
Náttin í Lissabon er
søgan um ein mann,
sum saman við konu
sínari er flýddur úr
Týsklandi, og sum
eins og túsundtals
onnur flóttafólk er
endaður í Lissabon,
sum er einasta og
seinasta vónin um at
bjarga lívinum við at
sleppa umborð á eitt
skip til Amerika
Tíðindaskriv
Eitt
nýtt
bókmentaligt
íkast til jólahandilin er
komið í bókabúðirnar. Tað
er bók eftir týska rithøv
undan Erich Maria Re
marque, sum Ása Høj
gaard Ellefsen hevur týtt
úr týskum, og sum á før
oyskum hevur fingið heit
ið Náttin í Lissabon. Upp
runaheitið er Die Nacht
von Lissabon.
Søgan hjá
flóttafólkum
Eitt myrkt kvøld stendur
hann á eini kei og starir at
einum skipi, ið skal fara
dagin eftir. Hann hevur
hvørki pening ella inn
ferðarloyvi, men við eitt
kemur ein fremmandur og
bjóðar honum tveir ferða
seðlar, men við einari
treyt. Hin fremmandi vil
ikki vera einsamallur hesa
náttina. Hann vil sleppa at
siga søgu sína fyri onkrum
– søguna, sum byrjar, tá
konan og hann flýggja úr
Osnabrück í 1933, og end
ar hetta kvøldið í Lissa
bon.
Hesa náttina verður søg
an søgd, ið eins væl kundi
verið søgan hjá so mong
um flóttafólkum hesa tíð
ina. Tað er ein søga um
óndskap, kríggj, rýming,
fangalegur, sorg, gleði og
kærleika
ímillum
tvey
menniskju.
Um høvundan
Erich Maria Remarque
var háttvirdur týskur rit
høvundur, sum var borin í
heim í Osnabrück í Týsk
landi í 1898 og doyði í
Sveits í 1970. Hann skriv
aði nógvar kendar bøkur,
ið serliga viðgjørdu teir
báðar
heimsbardagarnar
og tær menniskjaligu líð
ingarnar í kjalavørrunum
av teimum. Millum hans
ara kendastu bøkur eru Im
Westen
nichts
Neues
(1928), Arch de Triomph
(1945), Der schwarze Obe
lisk (1956) og Die Nacht
von Lissabon (1963), og
sum er einasta bók hans
ara, ið er komin út á før
oyskum.
Søgan um
ein flótta
Føroyska nevndin fyri
Barna- og ungdóms-
bókmentavirðisløn
Útnorðurráðsins 2008
hevur valt at innstilla
bókina Apollonia eftir
Edward Fuglø
BókmenTir
Rigmor Dam
Rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristin Vang
Hetta er fjórðu ferð at Út
norðurráðið tekur stig til at
heiðra bestu barna og ung
dómsbók, sum er útkomin
seinastu trý árini í Føroyum,
Grønlandi og Íslandi. Heið
urslønin verður latin annað
hvørt ár, næstu ferð í 2008.
Til várs verður vinnarin
funnin, og fær hann ella
hon 60.000 kr.
Føroyska nevndin hevur
innstillað føroysku bókina
Apollonia
eftir
Edward
Fuglø, ið Bókadeildin gav
út í 2007.
Í nevndini, sum hevur inn
stillað bókina, sita Oddfríð
ur M. Rasmussen, Arnbjørn
Ó. Dalsgarð og Helena
Dam á Neystabø.
Grundgevingin
Í grundgeving sínari sigur
nevndin:
“Edward Fuglø hevur
skrivað søguna, og hann
hevur eisini myndprýtt bók
ina. Hvør opna er ein litrík,
fjølbroytt og stuttlig mynd í
stórum líki. Á vinstru síðu
er teksturin prýðiliga ramm
aður inn á ein hátt sum ger,
at tekstur og mynd tilsaman
verður til eina listarliga
eind.
Í sjónleikarhúsinum starv
ast tann gamla seymikonan
Apollonia. Hon er ein av
hesum stillu og gráu tilver
um, sum eingin varnast eru
til, og sum situr og seymar
dreymabúnar í tí mesta fjar
skotna krókinum í sjónleik
arahúsinum. Eitt kvøldið
missur
seymikonan
seg
burtur millum leikbúnarnar,
sum hanga á akslatrøum og
bíða eftir, at sjónleikararnir
skulu lata seg í teir og geva
teimum lív.
Hon sníkir seg at lata seg
í hin vakra kjólan hjá
Ofeliu, og í somu løtu byrj
ar ein dreymaferð inn í ein
leiklistarligan heim. Í hes
um føri inn í dramaheimin
hjá tí víðagitna Shake
speare.
Ofelia kløkkar Hamlet,
sum als ikki dugir at fóta
sær í hesi óvæntaðu støðu.
Apollonia ferðast víðari frá
Hamlet og inn í Dreym
Jóansøkunátt, rennur seg
inn í Lear Kong, og er
knappliga í leiklutinum hjá
Juliu, áðrenn hon trínur á
pall sum gívur í Machbeth,
blívur síðani til Desdemonu
í Othello og endar sum
Prosperus í Harðveðrinum.
Sum í einari kinesiskari
eskju ferðast rithøvundurin
longri og longri inn í ein
fiktivan heim. Pallurin verð
ur settur í tí slókta, myrka
og lívleysa sjónleikarahúsi
num í tí sovandi býnum.
Men tá ið hugflog og fanta
siur tekur við, kemur lív í,
og leikpallurin vaknar. Tær
stóru ævigu, ræðandi, trag
isku og dramatisku søgurnar
fara á rull, og heimurin er
víðopin við øllum sínum
frábrigdum. Alt verður sett
í relief, tá ið vit vita, at í
veruleikanum fer hesin sjón
leikarameldur fram í dreym
inum hjá teirru gomlu og
annars ósjónligu seymikon
uni. Hon sum ongantíð
slapp á leikpallin sjálv, og
sum í skýmingini tuskar inn
í sjónleikarahúsið gjøgnum
bakdyrnar.
Ein vøkur barna og ung
dómsbók, um ta stóru og
ævigu søguna, sum livir,
hóast hon er vorðin til fyri
fleiri hundrað árum síðani,
og sum enn kann greiða frá,
skapa samanhang og spenn
ing. Um skaldskap og fik
tión, sum varpar ljós á eina
annars trista og gráa tilveru
og ein gráan og tristan ger
andisdag. Um hvussu hug
flog og fantasiur kann skapa
lívsins veitslu – hvønn dag,
og um hvussu umráðandi
tað er at hava fantasiin við,
tá um teir stóru tilveruspurn
ingarnar ræður.”
Edward Fuglø inn
stillaður til norður
lendska virðisløn
Edvard Fulgø segði á tíðindafundi í Miðlahúsinum í gjár, at bókin um Apolliniu er ognað
gardarobudamum á leikhúsum víða um
Mynd: Jens Kristian Vang