hósdagur 13. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 242 - 13. desember 2007
Krevja kvotur fyri
fígging
Í Grønlandi hevur heimastýrið gjørt av at
endurskoða verandi fiskivinnulóggávu. Ein broyting
verður, at kvotur, sum eru veittar í óavmarkaða tíð,
kunnu broytast til avmarkaða tíð við fimm ára
freist. Men danski Skipskreditgrunnurin ger nú vart
við seg. Grunnurin hevur fíggjað grønlendska
trolaraflotan við 10 - 15 ára afturgjaldstíð og vil nú
hava fulla vissu fyri, at skip varðveita sínar kvotur
øll árini. Um ikki, so verður eingin fígging.
Grønlendingar flyta úr Grønlandi
Tey seinastu trý árini hava altsamt fleiri grønlendingar valt at flyta av landinum, og
hagtølini vísa, at í fjør var nettofráflytingin tann størsta síðani 1992. Tað eru tey, sum
siga, at talan er um eina veruliga flýggjan ella í minsta lagi um eina veksandi
útflyting, sum hevur tikið dyk á seg tey seinastu trý árini. Hagtølini hjá grønlendsku
hagstovuni vísa, at í fjør valdu 3.048 fólk at flyta úr Grønlandi, og tað er tað mesta
seinastu 15 árini. Hinvegin fluttu 2.404 fólk til Grønlands í fjør, og sostatt var
nettofraflytingin 644, sum eisini er tað mesta seinastu 15 árini. Harafturat vísa tølini,
at nettofráflytingin er vaksin á hvørjum ári tey seinastu seks árini. Tølini vísa eisini,
at fráflytingarmynstrið er galdandi bæði fyri tey, sum eru fødd í Grønlandi og tey,
sum eru fødd aðrastaðni. Í báðum førum hevur fráflytingin verið veksandi og serliga
tey seinastu árini.
Nógvir
samgongu
møguleikar
Samgongan kann
halda fram, tvíflokka
samagonga, heima
stýrissamgonga og
fullveldissamgonga.
Sambært dagsins
veljarakanning eru
nógvir møguleikar
VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sambært dagsins veljara-
kanning, so varðveitir sit-
andi samgongan meirilutan
upp á 21 tingsessir. Broyt-
ingin er tann, at Fólkaflokk-
urin missir ein tingsess,
sum
Sambandsflokkurin
vinnur. Men av tí at ting-
mannatalið veksur til 33,
vinnur andstøðan, Tjóð-
veldisflokkurin, eisini ein
tingsess.
Men hóast samgongan
varðveitir sína støðu, so
eru nógvir aðrir samgongu-
møguleikar.
Ein kundi verið, at Tjóð-
veldið og Sambandsflokkur-
in kastaðu saman í eina tví-
flokkasamgongur. Teir hava
tilsamans 17 tingsessir.
Síðani 1948 hava vit bara
havt tvær tvíflokkasam-
gongur, tann fyri 1950-54
við Sambandsflokkinum og
Fólkaflokkinum, og tann
seinna frá 1990-1993 við
Javnaðarflokkinum
(10
tingfólk) og Fólkaflokkinum
(7 tingfólk).
Annar
møguleiki
er
gamla
heimastýrissam-
gongan millum Sambands-
flokkin, Javnaðarflokkin
og Sjálvstýrisflokkin. Ein
slík samgonga hevði eisini
havt 17 tingsessir. Seinasti
hendan samgongan varð
roynd, var frá 1966-74
Men fullveldissamgong-
an frá 1998 hevði eisini
havt meiriluta, tí Tjóðveld-
isflokkurin,
Fólkaflokk-
urin og Sjálvstýrisflokkur-
in hava tilsamans 17 ting-
sessir, so møguleikarnir
eru nógvir.
Sambært seinastu
veljarakanningini
missir sitandi
samgonga 6,2%
av atkvøðunum,
svarandi til tveir
tingsessir
VELJARAKANNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nýggjasta veljarakanning-
in, sum Fynd hevur gjørt
fyri Sosialin er ikki serliga
hugaligur lesnaður fyri sam-
gonguna – serliga ikki fyri
Fólkaflokkin og Javnaðar-
flokkin.
Í gjár kunngjørdi Dimma-
lætting eina kanning, sum
sá heldur ljósari út, sæð við
samgongubrillum,
men
dagsins kanning vísir, at
samgongan missir tilsamans
6,2% av atkvøðunum, og
tað hevði verið nóg mikið
til tveir tingsessir hjá einum
flokki.
Hvør tingsessur kostar
við nýggju valskipanini
3,03%. Men av tí at Sam-
bandsflokkurin ikki fekk
teir átta tingsessirnar, hann
átti at fingið á síðsta løg-
tingsvalið, so hevur sitandi
samgonga í veruleikanum
ein tingsess ov lítið, og tí
varðveitir samgongan kort-
ini teir 21 tingsessirnar,
meðan andstøðan vinnur
ein afturat, tí tingmannatalið
sum kunnugt økist úr 32
upp í 33 sessir.
Serliga hart gongur tað út
yvir
Fólkaflokkin,
sum
missir 3,5% av undirtøkuni.
Tað merkir, at flokkurin
missir ein tingmann.
Javnaðarflokkurin missir
2.8% í mun til seinasta val,
og tað táttar væl í, at flokk-
urin missir ein tingmann.
Sambandsflokkurin fær
eina lítla framgongd, 0.1%,
og er tað nóg mikið til, at
flokkurin vinnur tann ting-
sessin, sum hann í veruleik-
anum átti at fingið við
seinasta val.
Fynd gjørdi eina aðra
veljarakanning fyri Sosialin
beint fyri fólkatingsvalið
13. november. Tá var eisini
spurt, hvussu fólk fóru at
velja til løgtingsvalið.
Í mun til ta kanningina, so
hevur samgongan mist 2.8%.
Aftur er tað serliga Fólka-
flokkurin, sum missir mest,
1.7%, meðan Javnaðarflokk-
urin missir 1%. Sambands-
flokkurin missir 0.1%.
Tjóðveldið
hevur
í
dagsins kanning eina fram-
gongd upp á 2,8%. Hann
fer úr 21,7% á seinasta løg-
tingsvali til 24,5%. Men í
mun til kanningina í novem-
ber er talan um eina fram-
gongd upp á 2,6%, so vit
kunnu staðfesta, at fleiri
forskjótingar
eru
farnar
fram seinasta mánaðin.
Miðflokkurin
hevur
í
øllum kanningum staðið til
framgongd. Men í dagsins
kanning fær hann ”einans”
2,5% í framgongd til 7,8%.
Í kanningini í november
fekk hann heili 10.7%.
Sjálvstýrisflokkurin fær í
dagsins
kanning
4,6%.
Hetta er ein framgongd upp
á 0.7%. Í mun til kanningina
í november er hetta ein
framgongd upp á 0.5%.
Broytingin í tingfólkabýt-
inum er tann, at Fólkaflokk-
urin missir ein tingsess, með-
an Sambandsflokkurin vinn-
ur ein. Soleiðis hevur sam-
gongan sama meirilutan, 21
tingsessir.
Tjóðveldisflokkurin vinn-
ur eisini ein tingsess og
kemur upp á níggju ting-
sessir.
Miðflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin standa í stað
á ávikavist tveimum og
einum tingsessi. Her er vert
at geva gætur, at pláss ikki
verður fyri øllum teimum
trimum, sum nú umboða
Miðflokkin.
Samgongan eftir hæli
At døma eftir før
oysku veljarunum
var misálitið frá
andstøðuni á løg
mann ikki nøkur klók
avgerð, tí 65 prosent
av veljarunum halda,
tað var skeivt at leggja
uppskotið fram
VELJARAKANNING
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Fyri viku síðani setti and-
støðan fram misálitisupp-
skot á Jóannes Eidesgaard,
løgmann, í sambandi við, at
samgongan vildi leingja
tingarbeiðið í tvær vikur
við at broyta freistina at
útskriva løgtingsval úr seks
niður í fýra vikur.
Hetta kom tó ongantíð til
atkvøðugreiðslu, tí Sam-
bandsflokkurin kom við
broytingaruppskoti, so hetta
ikki skuldi koma í gildi fyrr
enn 1. januar 2009. Úrslitið
av hesum gjørdist, at løg-
maður útskrivaði val sama
kvøld, og tí varð hvørki
atkvøtt um misálit ella
broytingaruppskot.
Sambært veljarakanning,
sum Fynd hevur gjørt fyri
Sosialin, heldur ein rættiliga
stórur meiriluti føroysku
veljarunum, at tað var
skeivt av andstøðuni at
leggja uppskotið fram. 65
prosent halda, at uppskotið
ikki átti at komið í tingið.
23 prosent halda, tað var
rætt, meðan 13 prosent ikki
siga seg vita.
Um hugt verður eftir
floksbýtinum ávikavist í
nei, ja og vita ikki-svarum,
so er býtið 75, 16 og 9 pro-
sent í Fólkaflokkinum, fyri
Sambandsflokkin 74, 10 og
16 prosent, í Javnaðarflokk-
inum 92, 7 og 2 prosent,
Sjálvstýrisflokkinum,
65,
20 og 15 prosent, Tjóðveldi
42, 41 og 17 prosent, Mið-
flokkinum 44, 35 og 22 pro-
sent og í Miðnámsflokkinum
75, 0 og 25 prosent.
Miseydnað misálit
Um meirilutin av føroysku veljararnir ráddu, var misálitisupp
skotið á løgmann, sum Høgni Hoydal stóð á odda fyri, ongantíð
komið í Løgtingið
Savnsmynd