Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 242 - 13. desember 2007 Føroyski veljari hevur størst álit á sitandi løgmanni at halda fram eftir valið 19. januar. Ein lítil triðingur ynskir hetta, meðan ein lítil fjórðingur peikar á formannin í Tjóðveldi Veljarakanning Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Hóast nógvar ákoyringar seinastu tíðina, so hevur Jóannes Eidesgaard størst álit millum veljararnar at halda fram sum løgmaður eft­ ir løgtingsvalið 19. januar. Ein veljararkanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosial­ in í gjár og fyrradagin, vísir, at formaðurin hjá Javnaðar­ flokkinum hevur undirtøku hjá 30,7 prosent av veljar­ unum. Næstur honum kem­ ur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, við 22,6 pro­ sentum ella góð átta pro­ sentstig aftanfyri. Langt aftanfyri og numm­ ar trý á listanum er ikki ein floksformaður, men har­ afturímóti fyrrverandi floks­ formaður og løgmaður, Anfinn Kallsberg, úr Fólka­ flokkinum. Hann hevur 8,6 prosent av veljarunum aft­ anfyri seg sum komandi løg­ mansevni. Síðani skulu vit heilt niður á 3,4 prosent fyri at finna tann næsta, sum held­ ur ikki er floksformaður, men harafturímóti landsstýr­ ismaður í fíggjarmálum. Tað er Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum. Á fimta plássi liggur floksfor­ maðurin hjá honum, Kaj Leo Johannesen, ið fær 3,0 prosent. Beint aftanfyri er Jørgen Niclasen, nýggi for­ maðurin í Fólkaflokkinum, ið hevur undirtøku millum 2,9 prosent av føroysku velj­ arunum. Síðani koma Jenis av Rana, formaður í Mið­ flokkinum, og formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, við ávikavist 1,1 og 0,8 prosentum. Ikki óvæntað er Jóannes Eidesgaard toppskorari sum løgmansevni millum javn­ aðarveljarar. Her fær hann 68,4 prosent, men sjálvt í Sambandslfokkin fær sit­ andi løgmaður 47,1 prosent av atkvøðunum og í Fólka­ flokkinum 23 prosent. Somuleiðis hevur Høgni Hoydal 68,4 prosent at tjóð­ veldisveljarunum aftanfyri seg, meðan undirtøkan er rættiliga lítil í hinum flokk­ unum. Bert millum sjálv­ stýrisveljarar er hendan undirtøkan omanfyri 10 pro­ sent, har 11,1 prosent av vejlarunum standa aftanfyri Høgna Hoydal. Fyri floksformennirnar í hinum báðum stóru flokk­ unum er veljarakanningin valla serliga hugaligur lesn­ aður. Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum hev­ ur ber 14,1 prosent av floks­ ins veljarum aftanfyri seg, og somuleiðis stuðla bert 16,2 av fólkafloksveljarun­ um Jørgen Niclasen sum løgmanni. Her eru veljararnir í Mið­ flokkinum munandi meiri trúfastir móti teirra floksfor­ manni, tí 29 prosent av teim­ um peika á Jenis á Rana sum løgmann, meðan bert seks prosent í Sjálvstýris­ flokkinum vilja hava Kára P. Højgaard í løgmanssessin. Nú er tað soleiðis, at velj­ arin bert hevur óbeinleiðis ávirkan á, hvør verður vald­ ur til løgmann, so hetta verður hangandi í luftini, til løgtingsvalið er farið aftur­ um. Tað verður nevniliga ikki veljarin, men ein nýggj samgonga, ið skal semjast um, hvør verður settur í landsins hægsta embæti í komandi valskeiði. Eidesgaard favorittur Fiskaaling skal kannast Nú skal kannast út í æsir, hvønn týdning fiskaaling kann fáa fyri Ísland. Í tí sambandi hevur Einar K. Guðfinnnsson, fiskimálaráðharri, sett ikki minni enn tvær nevndir at kanna ymisk viðurskifti. Onnur skal kanna toskaaling, og hon skal serliga kanna møguleikarnar fyri at byggja smolt­ og yngulstøðir til at ala ymsan matfisk. Hin nevndin skal kanna lívfrøðiligu og fíggjarligu møguleikarnar fyri at ala krækling við serligum atliti til umhvørvið. Vallyfti mugu bíða Fyrradagin tók danska stjórnin aftur eitt uppskot, sum hon legði lagt fyri Fólkatingið um at hækka barnastuðulin til børn undir trý ár. Undir valstríðnum herfyri lovaði stjórnin annars at hækka barnastuðulin, men skattamálaráðharrin sigur, at tíðin er ikki tann rætta. Nú siga politikarar hjá samgonguni, at fleiri onnur vallyfti mugu eisini útsetast, tí búskapurin er yvirhitaður. Sostatt lurtar stjórnin eftir teimum, sum hava ávarað hana. % Jørgen Nic- lasen Kaj Leo Johanne- sen Jóannes Eides- gaard Kári P. Højgaard Høgni Hoydal Jenis av Rana Magni Laksáfoss Anfinn Kallsberg Veit ikki Ógreitt Tilsamans Fólkafl. 16 0 23 0 5 0 1 32 14 8 100 Sambfl. 0 15 47 1 1 0 10 2 15 8 100 Javnfl. 2 1 68 2 2 0 1 7 15 1 100 Sjálvstfl. 0 6 17 6 11 6 0 6 39 11 100 Tjóðv. 0 0 9 0 68 1 0 3 14 5 100 Miðfl. 7 0 21 0 0 29 0 0 36 7 100 Miðnámsfl. 0 14 57 0 0 0 14 0 14 0 100 Blankt 0 0 33 0 67 0 0 0 0 0 100 Ikki á val 0 0 21 0 7 0 7 14 29 21 100 Veit ikki 0 0 20 0 5 0 5 5 56 10 100 Ógreitt 0 0 14 0 5 0 14 14 19 33 100 Tils. 3 3 31 1 23 1 3 9 20 7 100 Úrslit av vejlarakanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin, vísir, at Jóannes Eidesgaard er favorittur sum framhaldandi løgmaður. (Tølini eru rundaði til nærmasta prosentstig) Ein slakur triðingur av føroysku veljarunum stuðla Jóannesi Eidesgaard sum framhaldandi løgmanni Mynd: Álvur Haraldsen