hósdagur 13. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 242 - 13. desember 2007
Fiskaaling skal kannast
Nú skal kannast út í æsir, hvønn týdning fiskaaling kann fáa
fyri Ísland. Í tí sambandi hevur Einar K. Guðfinnnsson,
fiskimálaráðharri, sett ikki minni enn tvær nevndir at kanna
ymisk viðurskifti. Onnur skal kanna toskaaling, og hon skal
serliga kanna møguleikarnar fyri at byggja smolt- og yngul-
støðir til at ala ymsan matfisk. Hin nevndin skal kanna
lívfrøðiligu og fíggjarligu møguleikarnar fyri at ala krækling
við serligum atliti til umhvørvið.
Vallyfti mugu bíða
Fyrradagin tók danska stjórnin aftur eitt uppskot, sum
hon legði lagt fyri Fólkatingið um at hækka barnastuðulin
til børn undir trý ár. Undir valstríðnum herfyri lovaði
stjórnin annars at hækka barnastuðulin, men skattamála-
ráðharrin sigur, at tíðin er ikki tann rætta. Nú siga politik-
arar hjá samgonguni, at fleiri onnur vallyfti mugu eisini
útsetast, tí búskapurin er yvirhitaður. Sostatt lurtar
stjórnin eftir teimum, sum hava ávarað hana.
FiskiFlotin
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu árini hevur grann-
skoðarafelagið P/F Rasmus-
sen & Weihe gjørt eina
roknskapargreining av før-
oyska fiskiskipaflotanum. Í
tølum, sum í fyrsta lagi
byggja á almennar rokn-
skapir og aðrar upplýsingar,
sum fyritøkan hevur útveg-
að sær, verður hugt at,
hvussu gongdin er í hvørj-
um skipabólki sær, og
hvussu heildargongdin er í
fiskiskipavinnuni.
Í november/ desember er
frágreiðingin hjá grann-
skoðarafelagnum
vanliga
liðug fyri árið fyri, og síðan
ger felagið samanburðir við
onnur ár, sum felagið áður
hevur greinað. Ein meting
er eisini um árið, vit eru í,
og at enda verður mett um
útlit.
Tá ið roknskapargreining-
in er liðug, plagar felagið at
bjóða viðskiftafeløgum til
framløgu í hølum felagsins,
og henda framløga verður
seinnapartin í dag.
Roknskapargreiningin,
sum verður løgd fram í dag,
fevnir soleiðis um megin-
partin av fiskiflotanum yvir
110 tons fyri árini 2002-
2006.
Útróðrarflotin er ikki við
í greiningini, tí í hesum
partinum av flotanum eru
bert fáir bátar, sum eru skip-
aðir í partafeløg ella smá-
partafeløg við skyldu at lata
inn almennan roknskap.
Á hvørjum ári leggur Ras-
mussen & Weihe dent á, at
tey, sum lesa frágreiðingina,
kunnu gera sínar egnu nið-
urstøður. Tilfarið er rúgvus-
mikið og kann tí greinast á
ymiskar hættir. Kortini stað-
festir fyritøkan, at stórar
broytingar eru farnar fram í
fiskiskipaflotanum í tíðini
2002-2006.
Sosialurin hevur hugt at
niðurstøðunum í frágreið-
ingini, og vit verða eisini
við til framløguna, sum
verður í dag.
Gongur afturá
Roknskapargreiningin býtir
skipabólkarnar í átta vinnu-
greinar, 1) Pelagisk vinna,
2) Rækjuvinna, 3) Verk-
smiðjutrolarar,
4)
Par-
trolarar, 5) Lemmatrolarar,
6) Línuskip, 7) Garnaskip
og 8) Onnur skip.
Fyrstu talvurnar í frá-
greiðingini fevna um saman-
lagda fiskiflotan.
- Sum heild hevur fiski-
flotin havt stóra afturgongd
árini
2002-2004.
Aftur-
gongdin vendir kortini til
framgongd aftur í 2005. Árs-
úrslitið fyri 2006 er væl
betri enn í 2002, men tá ið
”óvanligt” er tikið burtur úr,
er úrslitið á leið tað sama.
Tað, sum felagið kallar
”óvanligt”, snýr seg eitt nú
um skipasølur.
Roknskapargreiningin
fevnir ikki um árið 2007,
men
grannskoðarafelagið
heldur ábendingar vera um,
at árið i ár møguliga verður
eitt sindur lakari hjá øllum
skipabólkum undir einum.
- Sambært tølum hjá Før-
oya Fiskimannafelag (FF)
er samlaða veiðinøgdin í
tíðarskeiðinum januar/ sep-
tember 2007 minkað við
umleið 12% samanborið
við somu tíð árið fyri. Sam-
bært hagtølunum er samlaða
veiðivirðið eisini lækkað út
við 4% fyrstu 9 mánaðirnar
í 2007 í mun til somu tíð í
2006.
Hetta merkir, at øktu
fiskaprísirnir
ikki
heilt
klára at byrgja uppfyri mink-
andi veiðinøgdini.
Pelagisk skip
Pelagisku skipini, sum er
tey, ið serliga veiða svart-
kjaft, sild og makrel, høvdu
ikki serliga gott ár í 2002.
Tey hava havt eina munandi
afturgongd fram til 2004.
- Í 2005 gongur tó framá
aftur, og serliga í 2006 hev-
ur pelagiski flotin havt eina
stóra framgongd. Sambært
FF er miðalprísurin hjá
pelagisku skipunum øktur
nakað fyrstu 9 mánaðirnar í
2007, men samlaða veiðan
er nakað minkað.
Grannskoðarafelagið sig-
ur, at pelagiski flotin er
rímiliga væl konsolideraður
og er annars væl fyri sum
heild.
- Líkt er til, at samlaða
veiðivirði hjá hesum skipum
verður nakað hægri í 2007
enn í 2006, men við høgu
oljuprísunum
kunnu
vit
rokna við, at úrslitið hjá pel-
agisku skipunum í 2007
Hóast betri fiskaprísir mi
Tað, sum sermerkir gongdina í okkara
fiskiskipaflota í løtuni, er, at veiðivirðið
minkar. Ein týðandi orsøk er, at minni
toskur er at fáa, og eisini hevur verið
heldur minni at fingið av upsa. Verk
smiðjutrolararnir hava eisini havt mink
andi veiði. Øktu fiskaprísirnir hava
ikki megnað at hildið veiðivirðinum
uppi, samstundis sum oljuútreiðslur
nar tyngja um raksturin hjá fiskiskipa
flotanum