Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 242 - 13. desember 2007 Sansir 10 fólk í Danmark Eftir hálvum øðrum ári er starvsfólkatalið á deildini hjá Sansum í Danmark vaksið úr 2 upp í 10. - Tað gongur so skjótt í løtuni, at Sansir helst í komandi ár fer at vaksa úr 185 fermetra stóru hølunum í Toldbodgade í Nyhavn. Tí leita tey eftir størri hølum, sum helst skulu liggja í miðbýnum í Keypmannahavn. Á myndini eru, aftast frá vinstru: Kim Brockie, mediagrafikari, Joanne Hummerston, sniðgevi, Jacob Mohr Hansen, ráðgevi, Thomas Altamirano, sniðgevi og Dánial Hoydal, tekstahøvundur. Niðast frá vinstru: Rune Galschiøt, leiðari í Danmark og Puk Dyrby, sniðgevar, Rúni Hansen og Svanna H. Joensen. Á myndini væntar Bjørg Mohr Johnson, lýsingaráðgevi. Brennievni úr tara Oljufelagið Shell hevur gjørt av at fara undir royndir at framleiða brennievni burtur úr tara. Í tí sambandi hevur Shell stovnað felagið Cellana, sum hevur høvuðsstøð á Hawaii-oyggjunum, har royndirnar verða gjørdar í samstarvi við eina rannsóknarstovu í oyggjunum. Hetta er ikki tann fyrsta royndin at brúka tara til brennievni. Amerikanarar royndu í áttatiárunum, men teir góvust og valdu ethanol ístaðin fyri. Men Shell sigur seg hava góðar vónir. inkar samlaða veiðivirði verður á leið tað sama sum undanfarna ár, sigur felagið. Rækjuskip Tað er einki nýtt í roknskap- argreiningini, at støðan hjá rækjuskipaflotanum, sum eftir er, ikki er serliga góð. - Rækjuskipaflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan er sum heild vána- lig við árslok 2006. Í løtuni eru trý rækjuskip í vinnu undir føroyskum flaggi. - Sambært tølum hjá FF er miðalprísurin fyri kilo fyrstu 9 mánaðirnar í ár lækkaður í mun til somu tíð í 2006. Hinvegin er veiði- nøgdin vaksin, og okkurt er, sum bendir á, at rakstrar- fyritreytirnar hjá rækju- skipaflotanum eru batnaðar nakað í 2007, sigur felagið. Verksmiðjutrolarar Støðan hjá verksmiðju- trolarunum er rímiliga góð, og skipini eru hampiliga væl fyri við árslok í 2006. - Verksmiðjutrolararnir hava havt rímiliga góð ár. Hóast broytingar í miðal- prísi seinastu 5 árini, hevur raksturin kortini verið støð- ugt góður. Prísvøkstur hev- ur uppvigað minkingina í veiðinøgd árini 2003-2005. Væntandi er, at veiðinøgd- in minkar nakað í 2007, men miðalprísurin økist. - Vit vænta tí, at samlaða veiðivirði hjá verksmiðju- trolarum verður á leið tað sama í 2007 sum árið fyri, sigur Rasmussen & Weihe. Partrolarar Partrolaraflotin er enn hampi- liga væl fyri, men fíggjarstøð- an versnaði munandi árini 2002-2004. Miðalprísurin, sum hevði verið støðugt fall- andi síðan 2002, stabiliseraði seg í 2005 og vaks við heili 32,3% seinasta árið. Saman við munandi øking í veiði- nøgdini merkti hetta, at úrslitið hjá partrolarunum broyttist frá halli í 2004 til avlop í 2005 og 2006. - Veiðinøgdin fyrstu 9 mánaðirnar í ár er minkað í mun til somu tíð í fjør, men miðalprísurin í sama tíðar- skeiði er hækkaður. Saman- lagt er veiðivirðið, sambært tølum hjá FF, kortini mink- að við 12,8% í 2007. Felagið roknar tí við, at raksturin hjá partrolarunum verður nakað verri í ár enn í fjør, og ein partur av orsøkin er høgu oljuprísirnir. Lemmatrolarar Eins og hjá partrolarunum, er fíggjarstøðan hjá lemma- trolarunum hampilig, og konsolideringin er á góðari leið. Lemmatrolarar eru teir, sum vit undir einum plaga at rópa djúpvatnstrolarar. - Gjaldførið er batnað fyri hvørt ár og er eisini nøktandi fyri 2006. Lemmatrolararnir hava klárað at havt ein rímiliga javnan rakstur fram til 2003, men í 2004 hevði skipa- bólkurin eina munandi aftur- gongd. Minking í veiðinøgd og miðalprísi frá 2005-2006 merkti, at úrslitið hjá lemmatrolarum aftur vendist til hall. - Sambært tølum hjá FF hava lemmatrolarar havt eina afturgongd í veiðinøgd fyrstu 9 mánaðirnar í ár upp á 17% samanborið við somu mánaðir í fjør. Aftrat hesum er miðalprísurin eis- ini lækkaður nakað. Saman- lagt er veiðivirðið 9 teir fyrstu mánaðirnar í ár minkað við 13,1%. Havandi høgu oljuprísir- nar í huga, sum hála í skeiva endan, væntar Rasmussen & Weihe, at raksturin hjá lemmatrolarum verður lakari í 2007 enn í 2006. Línuskip Línuskipini høvdu ein støð- ugan vøkstur fram til 2003, sum gjørdist eitt serstakliga gott ár hjá hesum skipabólki. Positiva gongdin vendist í 2004, og gjørdist samlaða úrslitið fyri 2005 eitt hall á sama støði sum árið fyri. - Í 2006 høvdu línuskipini stór hall, hóast miðalprísurin hækkaði í 2005 og 2006 eftir støðugt fall árini 2002- 2004. Samlaða veiðinøgdin hjá línuskipum minkaði við 4% árini 2005-2006. - Sambært FF hava línu- skipini havt eina afturgongd í veiðinøgd upp á heili 16,5% fyrstu 9 mánaðirnar í ár í mun til somu tíð árið fyri. Miðalprísurin er hækk- aður nakað, soleiðis at saml- aða veiðivirðið bert er mink- að 6,5%. Rasmussen & Weihe vænta samanlagt, at úrslitið hjá línuskipum í ár verður nakað verri enn í 2006. Garnaskip Hjá garnaskipum hava sein- astu árini ikki roynst nóg væl, men ársúrslitið fyri 2006 er økt við tilsamans 67,9% síðan 2002. Hesi skip hava soleiðis havt eina munandi framgongd. Fyrstu 9 mánaðirnar í ár er miðalprísurin hjá garna- skipum øktur við 18,3%, men samlaða veiðinøgdin er í sama tíðarskeiði minkað við 11,9%. - Samlaða veiðivirðið er minkað við 4% fyrstu 9 mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør. - Mett verður, at samlaða úrslitið hjá garnaskipum í 2007 verður um leið tað sama sum árið fyri, sigur Rasmussen & Weihe í niður- støðunum um gongdina hjá ymisku skipabólkunum. Manningarhýrur Hyggja vit at, hvør skipa- bólkur hevur rindað størstu upphæddirnar í hýrum í 2006, sæst í roknskapar- greiningini, at her liggja pelagisku skipini á einum fyrsta plássi eins og í 2005. Línuskip og verksmiðju- trolarar liggja ávikavist á øðrum og triðja plássi. - Taka vit hvørt skipið sær, hava verksmiðjutrolarar goldið størstu hýrurnar sein- astu árini. Annars er býtið broytt nakað hesi 5 árini, greiningarnar eru gjørdar. Bólkurin, sum verður nevnd- ur ”onnur skip”, standa fyri størsta vøkstrinum hesi 5 árini. Onnur skip eru bert eini 2-3 í tali, og hesi eru tikin við eina mest fyri at fáa eina betri heildarmynd av fiskiskipaflotanum. Grannskoðarafelagið Ras- mussen & Weihe siga, at í flestu skipabólkum eru hýruútreiðslurnar øktar seinastu árini. Sáttmálasamráðingar Í løtuni eru sáttmálasamráð- ingar millum Føroya Reið- arafelag og Føroya Fiski- mannafelag og sum skilst, er her talan er rættiliga trek- ar og truplar samráðingar. Semingsstovnurin hevur útsett eitt møguligt verkfall í fiskiskipaflotanum í eina viku, og ivasamt er, um part- arnir í hesum tíðarskeiði megna at finna eina semju um nýggjan sáttmála. Sosialurin hevur skilt, at stórur áhugi er fyri rokn- skapargreiningini, nú sam- ráðingar eru millum partar- nar, og hendan verður so tøk seinnapartin í dag, tá ið framløgufundur verður í hølunum hjá Rasmussen & Weihe. Tað eru í fyrsta lagi Bjarni Arnason, løggildur grannskoðari og Jacobina í Lambanum, grannskoðari, sum hava staðið fyri savnan- ini av tølum og skjølum – og tað verða eisini tey, sum fara at standa fyri framløg- uni í dag. Bjarni Arnason við roknskapargreiningini yvir føroyska fiskiskipaflotan, sum hevur verið partur av hansara arbeiði seinastu árini. Í dag klokkan 14 verður framløga av greiningini í hølunum hjá grannskoðarafelagnum Rasmussen & Weihe. Hetta er ikki ein almenn framløga, men í fyrsta lagi ein framløga fyri viðskiftafólkum felagsins Mynd: Vilmund Jacobsen - Í flestu skipabólkum eru hýruútreiðslurnar øktar seinastu árini, sigur grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe Mynd: Vilmund Jacobsen