Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 12. desember 2007 41 Jól í Ný Sælandi Mangir av jólasiðunum í Ný Sælandi eru teir somu, sum í Avstralia. Og tað er nú ikki løgið, tá bæði londini hava havt eitt sterkt tilknýtið til Stórabretland. Men tó so, onkur frávik eru. Onkustaðni eru siðvandu jólatrøini skift út við sonevnd “Pohutukawa trees”, sum eru í fagrasta blóma, í desember mánað. Pohutukawa-træið verður eisini nevnt “The New Zealand Christmas tree” – nýsælendska jólatræið. Hetta merkir kortini ikki, at tey vanligu heimini í Ný Sælandi ikki eru prýdd við vesturlendskum jólaprýði. Eins og í Avstralia, so bíða tey nýsælendsku børnini eftir, at Father Christmas skal koma og geva teimum gávur. Ein av serstøku jóladessertunum í Ný Sælandi er tann sonevnda “Pavlova”. Avstralski siðurin “Carols by Candlelight” er eisini væl umtóktur í Ný Sælandi, serliga í Auckland og Christchurch. Her savnast ein ørgrynna av fólki í stórum viðalundum undir heitinum: “Christmas in the park”. Upprunafólkið, Maorifólkið hevur eina alternativa hátíð til jólini, hendan vetrarhátíðin nevnist “Matariki”. 8 - 22 Mánadag - leygardag Keyp inn líka til kl. 22! alt tað vanliga ...og eitt sindur afturat Klaksvík tel 455003 • Norðskáli tel 47 40 00 • Tórshavn tel 31 37 31 Telefon 47 81 70 NilaN: Ventila­tións­ verk við innbygda­ri hita­pumpu Tryggjar goTT iNNiklima Við aT: • Tryggja støðuga útskifting av luftini • Hita frísku luftina, sum verður blást inn • Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini • Avmarka ovurviðkvæmið Verður uppsett a­v góðkendum montøri