Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. desember 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 241 - 12. desember 2007 42 Kristnir jólasiðir: Adventskransurin Øll kenna jólatræið og jólahosuna, men hvar er kristna innihaldið í hesum og øðrum, ið vit knýta til jólini? Jólatræið kom upprunaliga úr Týsklandi, og ger adventskransurin eisini. Sagt verður, at tann kransurin í Danmark varð tendraður á Amalienborg undir fyrra veraldarbardaga av Alexandrinu drotning, sum var kona Christian 10. og sum upprunaliga var týsk. Tað var kortini ikki fyrrenn í 1920, tá Suðurjylland kom aftur til Danmarkar í sambandi við sameiningina, at siðurin av álvara kom til landið við teimum dønunum, sum í nærum 60 ár høvdu livað undir týskum harradømi. Við til adventskransin hoyra upprunaliga tey violettu bondini, tí violett er liturin fyri adventstíðini. Orsøkin til hetta er, at advent í sínum uppruna er ein bóts- og føstutíð undan jólum. Tí eins og ein fastar undan páskum, so fastaði ein áður fram móti jólum. Tað ger ein enn onkustaðni. Í Danmark hevur adventskransurin lutvíst tjóðarlitirnar við reyðum og hvítum ljósum. Hetta kemur ikki minst av, at adventskransurin fekk sítt næsta gjøgnumbrot undir Seinna Heimsbardaga, har tjóðskaparkenslan var sterk og har danir høvdu brúk fyri øllum tí ljósinum, teir kundu fáa. Te l e va r p i ð · T e l 3 4 0 3 4 0 · www.Tv.fo føðingardagstilboð Tekna eitt ælabogahald og fá ein móttakara fyri kr. 595,- les meira á www.tv.fo J.C. SvaboS gøta 8 · Fo-100 tórShavn tel. 30 91 30 · www.Stikkan.Fo Fyrr 2.995,- Nú 1.995,- Nálatøvimaskina Biga ...smartari og betri! Staravegur 5 • FO-100 Tórshavn • tlf. 31 48 40 fax 31 48 60 • biga@kallnet.fo • www.biga.dk Wc útstillingsmøbil fyrr 55.200 NÚ ENaNS 29.500 Piparnøtirnar fært tú hjá... Piparnøtirnar fært tú hjá... Tlf 312161 • gron@gron.fo • www.gron.fo KBI sp/f · Klingrugarður 2 · FO-700 Klaksvík · Tel: 470 200 · Fax 470 201 · kbi@kbi.fo Luftlykil KraftverK luftlykil ½” við toppum einans kr. 3.375,-