mikudagur 23. mai 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult17 cyan17 magenta17 svart17
Brøndby tapti mána-
kvøldið púra óvæntað
á heimavølli ímóti
Lyngby
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Í blaðnum í gjár segði Todi
Jónsson, at tað hesa síðstu
tíðina hevur verið sera
hugaligt at koma til venj-
ingar í FCK mánamorgnar.
Í fimtan dystum upp í slag
hava teir í FCK ikki tapt, og
tí hevur lagið verið sera
gott, og tað hevur verið
hugaligt at fara undir
fyrireikingarnar til næstu
uppgávuna.
Tað er væl skiljandi, um
lagið í gjáramorgunin var
eins gott, sum tað var
mánamorgunin.
FCK
spældi sjálvandi ikki mána-
kvøldið. Men kortini vóru
teir
mánakvøldið
nógv
nærri DM, enn teir vóru
sunnukvøldið.
Brøndby hevði mána-
kvøldið vitjan av Lyngby.
Vitjandi liðið hevði tapt
nógvar teir seinastu dyst-
irnar, og tað hevur leingi
sæð út sum um teir hava
verið farnir í summarfrí.
Men ímóti Brøndby eydn-
aðist tað Lyngby at vinna
2–1.
Úrslitið hevur við sær, at
Brøndby
er
fýra
stig
aftanfyri FCK. Silkeborg,
sum er næstfremst, er trý
stig aftanfyri FCK. Tað eru
trý umfør eftir í super-
liguni, og nú er tað rættu-
liga sannlíkt, at FCK
verður meistari, og at teir
tað verður endaliga avgjørt
undan síðsta umfarinum.
Komandi sunnudag skal
Brøndby spæla í Silkeborg.
Sama dag fer FCK at spæla
ímóti Lyngby. Nógvir av
FCK
spælarunum
eru
gamlir Lyngby spælarar.
Todi Jónsson sigur, at sjálvt
um Lyngby meiri ella
minni hevur verið sinniliga
í summarfrí í nógvar vikur,
so hava teir bíðað eftir at
spæla ímóti FCK. Tí hevur í
FCK verið roknað við
einari torførari uppgávu.
Nú fáa vit at síggja,
hvussu tað verður við tí,
men vinnur FCK ímóti
Lyngby, so verður DM
heitið heilt tætt undir
borðinum. Um tað endar
við javnleiki í Silkeborg, so
verður
FCK
longu
í
vikuskiftinum
næstan
meistari.
Soltin úrtøku
Brøndby hevði mánakvøld-
ið stóra leikliga yvirvág
ímóti Lyngby, men teir
megnaðu ikki at fáa mál
burturúr møguleikunum.
Bæði tí álopsspælararnir
vóru óneyvir, og tí Lyngby
málverjin, Per Fahlström
spældi so framúr væl.
Tá ein tími var farin,
hevði verjukiks hjá Brønd-
by við sær, at suðurafriku-
maðurin hjá Lyngby, John
Bradley August, gjørdist
púra leysur, og so var
støðan 0–1. Tíggju minuttir
seinni javnaði sviin Mattias
Jonson, eftir at Ruben
Bagger hevði sent í stólpan,
og so var lagt upp til
Brøndby trýst.
Men lítla løtu undan
leikloki var tað ungi Kim
Christensen, sum skoraði
fyri Lyngby. Fullkomuliga
misvísandi, tá spælbýtið
verður havt í huga. Men tað
eru málini, sum telja, og
eftir dystin staðfesti Per
Bjerregard, sum plagar at
verða nevndur Mr. Brønd-
by, at nú ber illa til at
ímynda sær annan meistara
enn FCK, og at tað er
uppiborið, at FCK vinnur
DM.
Nr. 97 • mikudagur • 23. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Níggju av teimum
tíggju liðunum í
fremstu fótbólts-
deildini, hava leik-
arar, sum antin eru
ella hava verið á
føroyska A-lands-
liðnum
HAGTØL
Ivan Eginsson
73 leikarar hava higartil
umboðað Føroyar í altjóða
fótbólti, síðan landið fekk
FIFA viðurkenning í 1988.
31 teirra eru framvegis
virknir í 1.deild, umframt
nakrar, sum spæla á hægri
støði uttanfyri landodd-
arnar.
Tað eru trý feløg í bestu
deildini, sum eru best um-
boðað av núverandi og
fyrrverandi landsliðsleik-
arum. Tey bæði liðini í
høvuðstaðnum og so B68
hava seks mans hvør í
hópunum hjá sær, sum
antin eru ella høvdu verið á
landsliðnum.
B68 má sigast at vera tað
felagið, sum hevur flestar
áltjóða royndir í Føroyum.
Teir seks toftamenninir
hava tilsamans spælt 113
ferðir á landsliðnum, með-
an HB og B36 eru púra
jøvn í so máta við 108
landsdystum hvør.
Kortini eigur HB tann
royndasta føroyska lands-
liðsleikaran. Allan Mørkøre
hevur spælt 53 ferðir fyri
Føroyar. Besti føroyski
landsliðsmálskjúttin spælir
eisini við teimum reyð/
svørtu. Uni Arge hevur
nevnliga skotið sjey av
teimum 45 málunum, sum
føroyska
A-landsliðið
hevur fingið. 22 av teimum
31 landsliðsleikarunum í
føroysku kappingini hava
roynt at skotið mál á
landsliðnum.
Samanumtikið hava øll
liðini, við EB/Streymi sum
einasta undantaki, ein ella
fleiri leikarar í hópinum,
sum hava umboðað Føroyar
í altjóða fótbólti. Fryi
summar er tó galdandi, at
vit skulu leita nøkur ár
aftur, fyri at finna seinasta
A-landsdystin. Eitt nú hjá
klaksvíkingunum,
Allan
Joensen og Harley Bert-
holdsen (1996), sandoying-
inum,
Kára
Reynheim
(1995),
vágamanninum,
Eyðfinni Davidsen (1995),
ella vágbinginum, Bjarna
Johansen (1997).
Talvan sýnir tal av landsliðs-
leikarum síðani 1988 eins og
dystir og mál hjá hesum
B68 (6 leikarar, 113 landsdystir, 4 mál)
Øssur Hansen
1992/2001
44/2
Jan C. Dam
1990/2000
39/1
Hans Fróði Hansen
1998/2001)
17/1
Fróði Benjaminsen
1999/2001)
9/0
Súni Fríði Johannesen
1993/1995)
2/0
Jákup Eli Olsen
1992/1997)
2/0
HB (6 leikarar, 108 landsdystir, 8 mál)
Allan Mørkøre
1990/2001) - 53/1
Uni Arge
1992/2001
33/7
Rógvi Jacobsen
1999/2001
9/0
Jóhannis Joensen
1999/2001
9/0
Rúni Nolsøe
1993/1997
3/0
Andrew av Fløtum
2001
1/0
B36 (6 leikarar, 108 landsdystir, 5 mál)
Jens Kristian Hansen
1994/2000) - 37/2
John Petersen
1995/2001
31/3
Pól Thorsteinsson
1997/2001
21/0
Jákup á Borg
1998/2001
12/0
Heðin á Lakjuni
1999/2000
4/0
Arnbjørn Danielsen
1997
3/0
GÍ (5 leikarar, 86 landsdystir, 2 mál)
Henning Jarnskor
1994/2000
35/2
Magni Jarnskor
1989/1998
27/0
Sámal Joensen
1997/2001
21/0
Bartal Eliasen
1997
2/0
Poul Ennigarð
1996
1/0
NSÍ (3 leikarar, 60 landsdystir, 1 mál)
Jens Martin Knudsen
1988/2001
52/-139
Djóni N. Joensen
1994/1997
5/0
Christian Høgni Jacobsen 2001) - 3/1
KÍ (2 leikarar, 12 landsdystir)
Allan Joensen
1995/1996
7/0
Harley Bertholdsen
1992/1996
5/0
B71 (1 leikari, 27 landsdystir, 2 mál)
Kári Reynheim
1988/1995
27/2
FS Vágar (1 leikari, 4 landsdystir)
Eyðfinn Davidsen
1991/1995
4/0
VB (1 leikari, 2 landsdystir)
Bjarni Johansen
1993/1997
2/-5
EB/Streymur uttan
landsliðsumboð
FCK uppaftur nærri
gullinum
Brøndby tapti óvæntað móti
Lyngby, og spældi har við
allar trumfarnar í DM-
telvingini yvir til FCK
17
16
Nr. 97 - 23. mai 2001
gult16 cyan16 magenta16 svart16
Tlf. 312727
Uppskriftin
hesa vikuna
Gardinur til stovu og køk
C
M
Y
K
16