Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 97 - 23. mai 2001 gult18 cyan18 magenta18 svart18 Kvinnurnar hjá B36 vunnu fyri fyrstu ferð í, og annars er nú staðfest, at einki av hinum liðunum tekur KÍ aftur í grund- spælinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Higartil í ár hevur ikki gingist nakað serligt hjá kvinnuliðnum hjá B36. Tríggir teir fyrstu dystirnir eru allir taptir, og har umframt eru tær at kalla úti úr steypakappingini, eftir at KÍ vann fyrru hálvfinaluna við tveimum málum móti ongum. Tí vóru vónirnar kanska ikki av teimum bestu undan dystinum móti grannunum, sum at síggja til høvdu sett seg trygt á næsta sessin á stigatalvuni, men hetta bleiv so kortini dysturin, har tað bragdaði hjá B36. Vóru grammari Størsta orsøkin, til at B36 vann dystin, var at tær snøgt sagt vóru nógv grammari enn tær hjá HB. Frá fyrsta bríksli settu tær seg á miðvøllin, har tær vóru í yvirtali, og hetta viðførdi so eisini eina greiða yvirvág í spælinum. Tí var tað eisini fult uppiborið, at B36 kom á odda, tá Maria Vang setti høvdið á eitt innlegg, sum kom eftir hornaspark. Í seinna hálvleiki hevði HB broytt liðið nakað, soleiðis at B36 ikki longur var í yvirtali á miðvøll- inum, men tað eydnaðist teimum tó ongan tíð at vinna B36 aftur. Tvørtur ímóti økti Sólvá Joensen um leiðsluna hjá B36, tá hon skoraði úr spískum eftir at hava rikið seg leysa av tveimum verjuleikarum. Seinastu tíggju minuttir- nar komu trý mál. Fyrst økti Súsanna Hansen til 3-0 eftir eitt væl spælt B36 álop, men løtu seinni mink- aði Eyðfríð Kristiansen um munin, tá hon skeyt har og flatt móti B36 málinum. Seinasta orðið átti Sólvá Joensen, tá B36 fekk brots- spark, sum HB kvinnurnar als ikki vóru nøgdar um. Undan brotssparkinum skifti HB málverja, so Randi Wardum kundi verða skrásett fyri sín fyrsta dyst í bestu deildini, men hetta nervaði tó ikki Sólvu, sum sendi bóltin í málið. Við sigrinum tók B36 eitt fet upp móti VB, sum kemur á vitjan komandi vikuskifti. HB skal tá til Klaksvíkar, har oddaliðið tekur ímóti. Eingin tekur KÍ KÍ staðfesti oddastøðu sína, tá tær á útivølli vunnu 2-1 á VB. Saman við tapinum hjá HB var sigurin nóg mikið til, at KÍ nú hevur vissað sær fyrsta plássið í grund- spælinum, og hóast hetta ikki telur nakað í enda- spælinum, er einki at ivast í, at hetta eisini vigar nakað sálarliga. Sagt verður, at dysturin í Vági ikki var av teimum best leiktu. Vøllurin var hálur, og hetta viðførdi, at leikararnir til tíðir høvdu ilt við at hava tamarhald á bólt-inum. Fyrsta málið hjá KÍ var eisini heldur til- vildarligt. Rannvá Andrea- sen sendi ein langan bólt fram eftir vøllinum, og tá bólturin stiklaði á váta vøllinum, støkk hann upp um málverjan hjá VB og í málið. Støðan helt sær fram til eitt lítið korter restaði at spæla. Tá fekk VB javnað, eftir at Halltóra Joensen fekk fatur á einum heldur jánkasligum KÍ-útsparki. Hon setti beina kós móti málinum, og so var brád- liga líkt til, at KÍ skuldi vera fyri fyrsta stigamiss- inum í ár. Tá liðini bæði spældu í Klaksvík, var tað ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at KÍ tryggjaði sær 2-1 sigurin, og soleiðis varð eisini hesa ferð, og eins og seinast var Malena Josph- sen upprunin til málið. Fimm minuttir fyri leiklok fekk KÍ fríspark uttan fyri brotsteigin, og tá málverjin ikki megnaði at halda skotinum frá Malenu, var Mariann Joensen fyrst á returinum. Sum sagt, so tryggjaði sigurin KÍ fremsta sessin í grund- spælinum, og hóast einki er avgjørt við hesum, so fer árið alt meira at benda á eina endurtøku av greipuni, sum KÍ fyri fyrstu ferð vann í fjør. HB - B36 1-4 (0-1) 0-1: Maria Vang 34. 0-2: Sólvá Joensen 60. 0-3: Súsanna Hansen 83. 1-3: Eyðfríð Kristiansen 86. 1-4: Sólvá Joensen (br.) 88. VB - KÍ 1 - 2 (0 - 1) 0 - 1 Rannvá Andreasen, 25. min. 1 - 1 Halltóra Joensen, 77. min. 1 - 2 Mariann Joensen, 86. min. Nú er hol sett á tær mongu fótbóltskappingarnar fyri børn, sum fara at verða kring landið komandi mánaðirnar. Leygardagin var ein kapping fyri smápiltar í Klaksvík, har trý lið hjá KÍ, eitt hjá GÍ og eitt hjá LÍF kappaðust. Smápiltarnir vóru sera ídnir, og teir stríddust fyri at vinna. Dystirnir vóru undirhaldandi og fleiri teirra sera spennandi. Áðrenn kappingin byrj- aði varð ein felagsmynd tikin av øllum dreingj- unum, sum vóru við í kappingini, og vit kunnu leggja afturat, at lagið var líka gott á dreingjunum eftir kappingina, sum tað var áðrenn hol varð sett á kappingina. Todi Jónsson gevur nú einum hepnum føroyingi møguleika at síggja dystin millum FCK og Brøndby KAPPING Jákup Mørk Aðrastaðni á hesi síðu kann lesast, hvussu væl tað nú liggur fyri hjá Toda og hinum í FCK. Teir eru í løtuni á odda í superliguni, og nógv bendir á, at talan kann gerast um ein rættiliga avgerandi dyst, tá Brøndby kemur á vitjan í Parkini hin 10. juni. Roknast kann við, at Parkin verður fullsett hendan dystin, og umframt teir gott og væl 40.000 donsku áskoðararnar, kann ivaleyst roknast við, at onkur føroyingur eisini verður at síggja. Í øllum førum verður talan um ein føroying á áskoðarapláss- unum, tí Todi Jónsson skipar nú fyri eini kapping á heimasíðu síni, har høvuðsvinningurin er ein ferð til dystin millum FCK og Brøndby. Reglurnar fyri at luttaka eru sera einfaldar. Einasta, sum krevst, er at svara sjey spurningum, sum standa á heimasíðuni hjá Toda. Svørini til hesar finnast á heimasíðunum hjá stuðl- unum hjá Toda, og leinkjur til hesar síður eru at finna á heimasíðuni. At enda skal nevnast – hóast tað kanska er óneyðugt – at heima- síðan hjá Toda eitur www.todi.fo. Nevnast kann í hesum sambandi, at her á Sosialin- um hevur eisini ein kapping verið. Her var møguleiki at vinna eina ferð til dystin millum FCK og Liverpool, sum ætlandi verður spældur seint í juli mánaði. Luta- kastið um hesa ferðina verður fríggjadagin. B36 kom á talvuna Støðan, 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- d v - j - t mál mál munur stig 1 KÍ 4 4 - 0 - 0 14 3 11 12 2 HB 5 2 - 1 - 2 10 14 -4 7 3 VB 5 1 - 1 - 3 9 8 1 4 4 B36 4 1 - 0 - 3 8 16 -8 3 Máltindurin Malena Josephsen KÍ 5 Halltóra Joensen VB 5 Eyðfríð Kristiansen HB 4 Sólvá Joensen B36 3 Rannvá Andreasen KÍ 3 Súnfríð Simonsen B36 2 Kristina Eyðbjørnsdóttir HB 2 Vivian Bjartalíð KÍ 2 Marita Joensen VB 2 Maria Vang B36 1 Súsanna Hansen B36 1 Annika Godtfred HB 1 Lydia Vesturtún HB 1 Vivian Thorleifsson HB 1 Bára Skaale KÍ 1 Elsa Maria Simonsen KÍ 1 Marian Joensen KÍ 1 Rini Mørk KÍ 1 sjálvmál 4 Todi bjóðar áskoðarum Smápiltarnir stríddust Smápiltar hjá KÍ, GÍ og ÍF áðrenn kappingina, sum varð hildin í Klaksvík leygardagin C M Y K 18 Nr. 97 - 23. mai 2001 19 gult19 cyan19 magenta19 svart19 Vinnarar av Strondum Farna kappingarár í hondbólti varð eitt hitt besta hjá StÍF yvirhøvur Síðsta kappingarár í hondbólti var sera gott hjá St.Í.F., ja, eitt tað besta nakrantíð. Teir vóru steypavinnarar í fleiri deildum og føroyameistarar í fleiri deildum. Hinar deildirnar lógu tær flestu væl fyri. So St.Í.F. mundi teljast millum tey frægu feløgini samanlagt. St.Í.F. takkar øllum hjartaliga, sum á ein ella annan hátt hava verið um felagið. Gentur 10 a: Steypavinnarar og føroyameistarar 2001. Aftast frá vinstru: Siri Abrahamsen, Jóna Joensen, Ásgerð Káradóttir, Jónleyg Poulsen, Bára Berthelsen og venjarin Ileana Manolescu Fremst frá vinstru: Svanna Nilssen, Kirstin Berthelsen, Hallgerð Hansen, Fríðrún Danielsen og Oddrún Danielsen Liðleiðarin Anna Joensen er ikki við á myndini Gentur 12 a: Steypavinnarar og føroyameistarar 2001. Aftast frá vinstru: Liðleiðarin Justines Justinussen, Ninna Katrin Hansen, Rebekka Justinussen, Bára Danielsen og venjarin Ileana Manolescu Fremst frá vinstru: Elisabet Jacobsen, Olina Høj, Sissal Danielsen, Marin Gregersen og Mary Petersen Mansunglingar: Føroyameistara 2001. Aftast frá vinstru: Liðleiðarin Justines Justinussen, Bárður Berg Danielsen, Borgar Danielsen, Josef Abrahamsen, Sveinur Justinussen, Johnny Rasmussen og venjarin Costin Dumitrescu Fremst frá vinstru: Jørmund Joensen, Esbern Jacobsen, Tróndur Poulsen, Rasmus Magnusson, Bárður Danielsen og Hanus Thorleifsson 3. deild kvinnur: Vinnarar av 3. deild 2001. Aftast frá vinstru: Liðleiðari og spælari Paula Jacobsen, Ingun Mørkure, Poula Olsen og venjari Ileana Manolescu. Fremst frá vinstru: Anna Petersen, Sigga Vesturtún, Eyðvør Poulsen, Elin Jacobsen. Hesar mangla á myndini: Anna Vesturdal, Sunuva Vesturdal, Elin Nielsen, Bjørg Mikkelsen, Alina Olaro, Svanna Nielsen, Joan Johannesen og Evi Mikkelsen 2. deild kvinnur: Vinnarar av 2. deild 2001. Aftast frá vinstru: Elin Jacobsen, Birna Mikkelsen, Alina Olaro, Sunfríð Jacobsen, Katrin Petersen, Poula Olsen Fremst frá vinstru: Anna Maria Berthelsen, Guðrun Ólavsdóttir, Óluva Djurhuus, Beinta Djurhuus og leikandi venjarin Ileana Manolescu. Marita Hansen er ikki við á myndini 1. deild menn: Steypavinnarar 2001. Aftast frá vinstru: Janus Trúgvason, Leivur Justinussen, Kristjan Petursson, Marius Joensen, Bent Djurhuus og leikandi venjarin Costin Dumitrescu. Fremst frá vinstru: Artur Johansen, Alexsandur Johansen, Rasmus Magnusson, Jóhan Danielsen, André Danielsen og Jónfinn Rasmussen. Hesir mangla á myndini: Pauli Poulsen, Sveinbjørn Poulsen, Pauli Hansen, John Petersen, Pole Hansen og Poul Jákup Poulsen 19