Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mai 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 97 - 23. mai 2001 Nr. 97 - 23. mai 2001 21 gult20 cyan20 magenta20 svart20 gult21 cyan21 magenta21 svart21 Danmarkarferð hjá Cantabile Sunnudagin komu kór- sangararnir úr Cantabile aftur úr Danmark, har tey hava verið á kórferð í eina viku. Cantabile vitjaði fyrst í Vejle, har kórleiðarin Pauli í Sandagerði er búsit- andi. Kórið hevur síðani síðsta summar verið sam- ansett av 12 sangarum og hava tey vant undir leiðslu av Benjamin Gaasedal, ein- um av teimum yngru kór- limunum, síðan Pauli flutti niður. Pauli hevur tó, við jøvnum millumbilum, vitj- að her heima og vant við kórinum. Cantabile hevði eina kon- sert í Vejle, í tí sokallaða Domus-salinum á Musik- skúlanum. Eini 50 fólk høvdu leitað sær inn at lurt- a og varð konsertin væl fagnað. Eitt nú skrivaði Willy Stolarczyk, sum er ein av teimum navnframu tónaskøldunum og tónleik- arunum í Danmark: Cantabile må være et af Færøernes bedste kor. De sang et varieret program bestående af korsatser in- spireret af færøsk folke- tone, de sang national- romantik af Hugo Alfvén og Rachmaninoff, så var der jazzprægede og music- alprægede ballader, men også Henry Purcell mfl var på programmet, ikke at for- glemme nyere ting som Vagn Holmboe, Sunleif Rasmussen og Pauli i Sandagerdi selv, som for- øvrigt i mange år har været formand for Færøernes Komponistforbund. Koret sang fremragende. Det havde kvaliteter, som man ikke lige husker overgået i nyere tid. Det var rent, stærkt, udtryksfuldt, præ- cist, nuanceret og charmer- ende. Pauli dirigerede med fantasi og autoritet. Han lod ofte koret være lidt usikre på, hvilke direk- tionsmæssige improvisa- tioner han kunne finde på i næste øjeblik - og dermed skabte han en stor opmærk- somhed og en umiddel- barhed, som gav fortolk- ningerne et liv, som for- plantede sig til publikum. Eftir nakrar dagar í Vejle fór Cantabile víðari til Keypmannahavnar og hev- ði kórið eina konsert í Samuelskirkjuni á Nørre- bro. Eisini her høvdu eini 50 fólk leitað sær inn at lurta í góðveðrinum og á- hoyrarunum dámdu væl. Síðsta punkt á skránni var luttøka á einari kór- stevnu — Den Nordatlant- iske korfestival, sum í ár varð fyriskipað av Húsa- kórinum í Keypmanna- havn. Hetta varð 5 kórstev- nan á rað, tann fyrsta var í 1997 í Århus, og hevur hon síðani verid uppá skift í teimum stóru býum í Danmark, har útisetakór halda til: Odense, Keyp- mannahavn og Ålborg. Í ár vóru tað kórleiðarnir Sunleif Rasmussen og svenskarin Gunnar Eriks- son, sum høvdu leiðsluna av teim báðum kórbólkun- um. Sunleif Rasmussen hevði tann meira “klassiska” partin um hendi, meðan Gunnar Erik- son, sum eisini hevur verið í Føroyum fleiri ferðir, tók sær av tí “rytmiska” ella improviseraða partinum av kórstevnuni. Húsakórid hevði bílagt eitt nýtt verk frá Trónda Bogasyni til kórstevnuna, sum varð frumframført í Frederiksberg Rådhus undir leiðslu av Gunnar Eriksson. Verkið, ið ber heitið ”ðq”, varð sungið á øllum teim trimum vest- nordisku málunum; føroyskum, íslendskum og grønlendskum, umframt eina kvinnusolo, sum varð sungin á donskum. Í ár varð fyrstu ferð, at eitt kór úr Føroyum luttók á kórstevnuni. Høvi verður at hoyra Cantabile í summar, lýst verður nærri um nær og hvar. Cantabile er eitt sera virkið kór og til ber at kon- takta Cantabile á cantabile@www.com Cantabile ynskir at nýta høvi at takka sínum spon- sorum sum gjørdu ferðina møguliga: Tórshavnar býráð Mentanargrunnur Landsinis Agip Faroe Branch Eimskip Flogfelag Føroya Og Sancy Seafood í Vág At gevast at roykja Grein 3 av 5: Fyribyrgingarráðið hevur fyrireikað eina røð av greinum í sambandi við tiltøk, sum verða Altjóða Tubbaksfría Dagin – 31. mai. Tey verða at síggja tær næstu tvær vikurnar og fevna um eitt úrval av tubbaks umrøðuevnum. Hví er tað so ringt at gevast at roykja? Eitrið, sum er í tubbaki, er ikki minni turvelvandi enn heroin og kokain. Tá ið tú roykir tubbak, kveikjast mót- støðustøð í nervalagnum í heilanum. Tá ið móttøku-støð- ini ikki fáa nóg mikið av tubbakseitri, verður tú illa fyri. Kroppinum tørvar tubbakseitur bara til at føla seg vanligan. Er vanligt, at tú merkir, at tú roynir at gevast? Ja nógv ymisk merki hoyra vanliga til, tá ið tú roynir at gevast. Ikki øll føla tað sama, nøkrum fellir tað merki- liga lætt. Hjá øðrum stendur ikki so væl til í nakrar dag- ar. Hvørji felagseyðkenni eru, og hvat fái eg gjørt, so eg megni tað? Verður tú erkvisin – far ein gongutúr, far undir heitt brúsubað, anda djúpan, jagla tyggigummi við tubbak- seitri í. Verður tú eitt sindur í ørðviti – førka teg eitt sindur spakuligari, skift støðu spakiligari. Fært tú ilt í høvdið – anda djúpan, fá tær eina aspirin. Møðist tú – síggj til, at tú fært ein góðan svøvn, fá tær ein eykablund, royn og slepp tær undan trýsti, jagla tyggigummi við tubbakseitri í. Kemur svøvnloysi á teg – fá tær einki kaffievni eftir klokkan 18.00, anda djúpan. Fert tú at hosta – drekk nógv vatn, fá tær hostabomm ella kandissukur. Fært tú ikki savnað tankarnar – royn at lætta um ar- beiðsbyrðuna í nakrar dagar, slepp tær undan trýsti. Broytist sodningin – drekk nógv vatn, et frukt og grøn- meti saman við matinum, tú etur. Følir tú svongd – drekk nógv vatn, hav munnbitar hjá tær, sum ikki eru fullir av kalorium og feitti. Leingist tær eftir tubbaki – halt ímóti neyðini; neyðin fjarar burtur. Hvussu leingi merkir tú, at tú nýliga ert givin? Merkini eru bara fyri fyrst. Fyrstu tveir dagarnir eru van- liga teir ringastu. Tað er tíðin, tað tekur at skola tað mesta av tubbakseitrinum burtur úr kroppinum. Tær næstu tvær vikurnar siga roykjarar seg føla minni og minni. Hvussu 'dragi' eg andan djúpan? Set teg niður ella legg teg og royn at hvíla. Fá hugin at klárna. Fyll lungini spakuliga, meðan tú telur upp í 5, halt andanum, meðan tú telur upp í 3 til 5. Blás so spaku- liga luftina út, meðan tú telur upp í 5. Ger hetta 5 ferðir umaftur. At draga andan djúpan fyllir blóðið við súrevni og hevur tað við sær, at blóðtrýstið lækkar. Roykjarar kunnu læra seg hetta sum partur av fyrireikingunum til at gevast. Tað er gott at duga hjá øllum, sum royna at sleppa undan trýsti. C M Y K 21 20