Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 13. desember 2007 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Kistan við Rikkard Hvidbro úr Klaksvík kemur í Betesda hósdagin umleið klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Betesda klokkan 13 fríggjadagin. Andlát og jarðarferðir Tøkk Eina hjartans tøkk veita vit tykkum øllum, ið mintust okkum á diamantbrúdleypi okkara 4. desember. Somuleiðis verður ynskt familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og gott nýggjár. Bestu heilsanir Karolina og Hans Müller Her eru tvær myndir frá Sankta Frans Skúla í Havn í 1955. Tað er Eyrith Gutte­ sen Leyni í Havn sum eigur myndirnar. Eyrith hevur nakar upplýsingar, men søknast eftir fleiri upplýs­ ingum í hesum sambandi. Um onkur kennist við børnini á myndunum, ella veit meira at siga frá um myndirnar, er viðkomandi vælkomin at kontakta Eyrith á telefon 313784 ella 513784. Sankta Frans Skúli í 1955 Myndin her er tikin í Villumsgøtu í sambandi við eina útferð. Fremst (niðast til vinstru) eru Anna Dahl og Ninna Vilhelmsen. Tveir dreingir eru í føroyskum klæðum, tann vinstrumegin er Mortan Blåsvær og vinstru­ megin hann er Regin Vilhelm. Longur uppi í røðini (í myrkum klæðum og húgvu) er Óli Mortensen. Her eru børnini í skúla­ garðinum. Aftasta rað: Inger Petersen, Sonja á Argjaboða, ókend, Jonna Nielsen, Sylvia Carlsen, Birthe ?, Hervør við Høgadalsá, Effie Campbell, Mia Juul, ókend, og Hervør Joensen. Fremst á myndini eru: Mortan Blåsver, ókend, Helga Carlsen, Petrea Rubek­ sen, Ingun Rubek Nielsen og Beate Samuelsen (niðast til høgru) Dagurin 14. desember. Crispus. Óvist er hvønn navnið sipar til, kanska biskupin Crispina, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. Kunngjørt verður at okkara kæra mamma Kitty Samuelsen í Klaksvík andaðist týsdagin 11. des. 2007 82 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Jóan Hendrik og Marna Tíðindaskriv Leygardagin 15. desember verður fyri aðru ferð, síðani Undirbeat byrjaði á sumri í ár, serútvaldur útlendskur DJ bjóðaður fram at vísa føroya elektro­ættarliði, hvat DJing snýr seg um. Ein DJ við rúgvusmiklum royndum frá mill­ um ørðum Roskilde Festivalinum og klubbunum Vega og Culture Box. Playmo byrjar kvøldið. DJ Lab telist millum royndu og dugnaligu DJ plátusnúðingarnar úr Keypmannahavn. Eyðkennini hjá DJ Lab eru áhaldandi perfekti­ onisma, sansur fyri rútmu og ein øgiligur dugnaskapur handan tvinnar plátuspælarar. DJ Lab (Anders Brøndum) byrj­ aði sum DJ fyrst í 90unum, tá hann legði dent á hip hop og góð groo­ ves. Hann hevur ment seg nógv við árunum, og í dag telur tónleikaúr­ valið bæði techno úr Detroit, trance tónar úr Køln og minimal house úr ymsum viðkomandi herðashorn­ um. So leingi talan er um dygd, kann tað spælast! Fastur fúsur á Roskilde Í 1996­98 spældi DJ Lab javnan á techno tiltøkum og virdum klubb­ um í Keypmannahavn og Berlin. Frá 1998 til 2000 var hann fastur fús­ ur á Roskilde Festivalinum, har hann spældi fyri túsundavís av dansi­ glaðum fólki. Í 2000 fekk hann fasta senditíð á Danmarks Radio. Síðani 2004 hevur hann havt fast kvøld á spælistaðnum Vega, og síðani 2005 hevur hann verið á plakatini hjá altjóða viðurkenda elektroniska klubbanum Culture Box. Á sumri í 2005 tók DJ Lab avgerð um at víðka um virksemið og fór í holt við egnan tónleik. Hann arbeiddi fulla tíð við hesum í eitt ár, og nú eru fyrstu úrslitini av miðvísa arbeiðnum farin at gera um seg. M.a er útgávusáttmáli fing­ in við kenda plátufelagið Echocord – og fleiri útgávur eru ávegis. Tjekkaðir tónar Á Undirbeat fara DJ Lab og hans­ ara kønu hendur at skrúva upp fyri eini megnar dansiveitslu. Føroyski Playmo – Dávur Poulsen ­ hitar upp. Væl valdu og tjekkaðu mini­ mal­techno tónarnir vera koyrandi alla náttina, so tað er bara at troppa upp í góðari tíð og hava góðan hýr og stórt undirbeat við í skjáttuni! Cippo leygarkvøldið 15. des­ ember, tónleikurin byrjar kl 24.00. Kostnaður 100 krónur. Gloym bert tínar hjartasorgir, kom á Undirbeat! Web: www.myspace.com/djlabcph. www.myspace.com/undirbeat. DJ Lab nørdut og nógvforfeitt