hósdagur 13. desember 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 242 - 13. desember 2007
Hóskvøldið, 8. novembur í
síðstu viku, var ein for
vitnislig konsert í Mentanar
húsinum.
Jóhan
Hentze
spældi trompet og Christ
opher Baxter klaver. Jóhan
er av Kambsdali, sonur Ann
Mari og Leiv Hentze. Hann
er av góðum bergi brotin.
Mamman og pápin eru so
stak musikalsk, og rennur
hesin arvur, sum Jóhan og
beiggi hansara, Rúni, hava
fingið, gjøgnum eina ljóm
andi trompet. Ungi bretin
Christopher Baxter er úr
Aberdeen, var komin komin
hendan vegin at geva ljóð
saman við Jóhan. Konsert
felagið stílaði fyri. Monica
Staus Joensen bjóðaði so
fryntlig øllum at vera væl
komin til konsertina. Hon
er eitt virðiligt umboð fyri
konsertfelagið.
Karl Pills
Tónleikurin var merktur av
fyrrra árhundrað. Streymur
in av anda úr hesi øld streym
aði gjøgnum trompetina í
ljóðfyltum ljóði. Ja, úr fyrru
øld, hóast tað tykist so stutt
síðani. Sjaldsama stykkið,
Sonata fyri trompet og
klaver, nam við eitt rúmligt
ljóð av Karl Pilss, sum livdi
frá 1902 – 1979. Hugsaði
beinanvegin, at hetta tóna
skald rann sum skot upp úr
tí døkku mold eins og ein lit
føgur blóma. Johan Hentze
og Christopher málaðu løt
una í tónum. Karl Pilss var
eisini málari og liggja ikki
so fá verk eftir hann.
Nýmótans tónleikur spinnur
ikki altíð ljóðið í harmon
iskum akkordum, men andar
í tómum vaðagotum, sum
gevur ein annan spenning.
Ein ávísur tómleiki legst
yvir lívið í tónsetingini, og
hetta ger, at spenningurin
varðveitir sítt lív, hóast tað
andar t. d. í heíltónum, tóm
um kvintum og tertsum.
Eins og í myndlistini er alt
loyvt í tónleikinum, og tað
er tað, sum ger, at nútíðar
tónleikurin rósast millum
kross og hosu í skerandi
ljóði, sum kanska ikki er so
bráðvakur, og vit mugu
leggja oyrað til, fyri at nema
henda tónleik. Men forvitn
isligur er hann, og eingin ivi
er um, at tað er mennandi
fyri tónlistafólk at spæla slík
an tónleik og fyri okkum,
sum líða á.
Førningurin
Tað var forkunnugt at hoyra
hetta ljóð, tí var konsertin
eitt sindur annarleiðis bæði í
sniði og skapi. Vit eiga at
leita fram at hesum girðing
um og fáa fatur á hesum tón
leiki. Tónleikurin eins og
myndlistin avspegla samfel
agið vit liva í, og tí ræður
um ikki bert at hava festi í
gomlum klassiskum løgum,
men eisini spæla nýggjari
klassiskan
tónleik,
sum
gevur okkum innlit í nýggja
hugsan og tankar, sum eru
knýttir at hesum skaldskapi.
Hetta var gløgt gjørt av
Johan Hentze og vinmanni
hansara at leita til klettarnar
við hesum førningi í hesi
myrku tíð. Ikki at tala um
herviliga stormin, sum kom
bóltandi úr Skarðinum og
legði sína máttmiklu hond
yvir alt livandi henda dag, tí
gjørdist konsertin tess ljósari
og litríkari. Johan stóð so
klófastur, helt um tromp
etina og lat storm vera storm
– stormurin skalaði ikki
løtuna. Jóhan er listamaður
– tað blívur til list, tá ið hann
blæsur í lúður sín.
Dibussy
Konsertin var sett væl sam
an í anda og tign úr fyrru
øld. Ikki kunnu vit renna frá
Pagodes av Dibussy( 1862
– 1918). Hesin ediligi tón
listamaður, sum hevur havt
so sera stóra ávirkan á tón
listinia í nýggjari tí, fór á
konservatorið bert sum 11
ára gamal í París. Faðir hans
ara hevði ein kinesiskan
handil (pagodu) og mamm
an var ein seymikona, um
vit kunnu siga hetta soleiðis.
Pagodes tónsetti Dibussy
eftir at hava hoyrt eitt Javan
esiskt orkestur spæla. javan
esiskan tónleik, sum er
merktur av flótandi trummu
ljóðið og flættaði hann hetta
inn í hetta impressionistiska
stykki,
sum
Christopher
spældi á flyglið í Mentanar
húsinum. Hann gjørdi ikki
henda samanspuna verri
flættan var sett saman í topp
í nakkakulluni á Dibussy.
Sera væl spælt
Fanfara
Tað eru ikki nógvar konsert
ir, ið hava verið her á landi
við einsæris trompetleikara.
Djarvur er Jóhan, og ikki
kunnu vit siga, at hann rek
ur upp í Andøvsíðuna,
sum brýtur alt fyri sær ,
men hansara fjalna lyndi
letur tað musiska og musikl
aska eiga ljóðið í trompetini.
Haldi hetta kom so stak væl
fram í Fanfaruna av Stanley
Fridman, (f. 1951) amerik
anskur trompetleikari og
tónasmiður.. Hetta var so
sjaldsamur tónleikur, sum
Jóhan átti í sínum hjarta og
dugdi so væl at bera fram
úr sínum hugaheimi. Alt
tað, sum trompetin hevði í
sær av ljóði og eftirsjóði,
gav fanfaruni ein blástur,
sum manaði stormin til jarð
ar, sum kom úr Skarðinum
og skakaði alt livandi
Sjáldan hava vit hoyrt so
mergjað ljóð úr eini tromp
et. Sjálvandi, trompetin hev
ur eina sál. Trompetsálin
hjá Johan Hentze, plágast
ikki av eigarmanni sínum í
tí skapandi løtuni. Hon fór
út og inn í trompetina sum
látandi stari við búður sítt.
Hetta var ein góð løta,
sum
vit
seint
gloyma.
Hugsi, at Friedman hevði
verið stoltur, um hann visti
av, at ein unglingi, sum las
tónleik í Glaskow ættaður
av Kambsdali, høtti veður
og vind, legði brim í sjó við
einari fanfaru, sum Fried
man sjálvur hevði skrivað.
Hetta var ein sjaldsama
góð konsert. Til lukku við
tí!
Frits Johannesen
Konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Nú um dagarnar kom fløga
út í Fuglafirði við løgum av
Evert Taube, sum Lylli og
Niels syngja. Tað er hugaligt
at svá er. Sangur er gyltað
eygað á heimspallinum líka
úr Manchurínum, um Fløtu
gerði (her býr Lylli) og
norður um Kirkjurygg (her
býr Niels). Hetta er urljóð,
sum dettur um varrakant á
mannabørnum, sum Evert
Taube ognaði sær frá ung
um árum av. Tú kanst hoyra
fólkaløg úr Manchurínum
eins og komu hesi úr innasta
kjøtkróki í hjartanum, sum
Kári Sverrisson umrøddi
fyri tíð síðani í útvarpinum.
Hetta er tráanin eftir at
tulka kosmiska medvitið so
langt til ber í hesum alheims
rúmdarskála.
Norðan fyri Kirkjurygg
býr heimsspekingurin og
fróðarmaðurin Niels Mid
jord. Hann hevur hetta inni
liga yvir sær, sum tú bert
sæst hjá munkum úr Tibet
og Burma. Friðarmaður,
sum goymir seg ímillum lit
að orð t. d. hjá Evert Taube
og í sálmakendum løgum,
ið sprottin eru í barokktíðini,
sum hann saman við Lylla
og strandingunum, Símun
Rasmussen og Berint Ras
mussen, hava latið úr hond
um. Kingoløg undir heitin
um: Kingomenn. Hetta er
eitt dygdarverk, sum var í
tøkum tíma, at hetta kom
út. Vit eru tess ríkari. Øll
tjóðin er ríkari.
Flestu yrkingarnar á fløg
uni, sum nú er komin út,
hevur Niels týtt, og eg má
siga, at hetta hevur hepnast
honum stak væl, og er hetta
gróðrarmikið ljóð, sum vit
nú øll eiga.. Alexandur
Kristiansen
og
Gunnleif
Thomsen eiga hvør sína, og
er hetta bara soleiðis at
skilja, at soleiðis er tað mill
um fjøll í Fuglafirði, har
fólk í kosmiskum anda sita
heima við hús og lurta eftir
sálarkvørnini, sum melur
dag og nátt og tað, sum verð
ur latið í tað poetiska kvarn
areygað, kemur út sum góðtt
tøgg í orðum, tónleiki og
yrkingum.
Tað, sum eisini er for
kunnugt við hesari fløgu, er,
at hon er tikin upp í Høvda
húsinum, sum munnu vera
millum elstu hús í Eystur
oynni. Tey stóðu norðuri á
Høvda, vórðu tikin niður og
reist aftur omanvert bóka
savnið. Gud viti, hvat bróst
ini í hesari smáttu hava sagt,
tá ið Lylli og Niels hava sitið
og sungið hesi løg undir hes
um bitum. Tey goyma óiva
at onkrum kingolag frá
farnari tíð, men stumm eru
tey í kvistum og notum, men
hava óivað fylgt við sínum
kingoeygum og brosa, tá ið
teir hava sitið á bríkini og
givið ljóð í yrkingunum av
Evert Taube.
Nú er at siga, sum sang
urin er borin fram, er hann
fólkakendur. Hugsi, teir
báðir, Lylli og Niels, sam
pakka væl, tá ið teir bera
hesi løg fram og Niels, við
sínum vallingum í gittar
spælinum, sleppur væl inn
ígjøgnum nálareygað til
gamla Evert Taube, sum nú
situr fróður og glaður í ein
um av kvistunum í Høvda
húsinum og kínir Nielsi og
Lylla í teirra tráan eftir at
nøra um okkara sangskatt.
Tað er altíð gott, tá ið prest
urin ikki tekur feil av stól
inum. Tað kann eisini verða
tað øvuta, men her er alt á
rættum “vísustóli”. Evert
Taube, Høvdahúsini, Alex
andur, Gunnleif, Lylli og
Niels. Hetta er úr Fuglafirði í
novembur. Ein góð jólagáva,
at lata vinum og kenningum.
Baldur Kampmann hevur
tikið upp, ljóðblandað og
Jón Svein Heinesen hevur
tikið upp nr. 811 í Útvarp
inumn. Skála hevði dámt
væl hesa upptøku og verið
stoltur yvir, at Høvdahúsini
eisini kundu nýtast til eitt
studio. Tað var hann, sum
átti Høvdahúsini.
Fløgan, sum eg siti við,
er eitt valaverk. Hjartaliga
til lukku við hesum ljóði.
Frits Johannesen
Lylli og Niels tulka Evert
Taube á føroyskum
nøvn