Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 242 - 13. desember 2007 Heimsins minsta mamma Enska Christianne Ray er uttan iva heimsins minsta mamma. Tann bara 88 sentimetur høga kvinnan átti herfyri eina dóttir, sum fekk navnið Kyrsten. Hon var 35,5 sentimetrar long og vigaði 2040 gram. Og tað er væl rímiliga proportionalt, tí pápin er 1,93 sentimetrar høgur. Stolta Christianne sigur, at hon fegin setti lívið í váða fyri at gerast mamma, og tað gjørdi hon sanniliga, tí læknarnir mæltu upp á tað harðasta frá, at hon bar barn undir belti. Men nú fegnast eydnusama familjan um lítla undurið, skrivar enska blaðið The Sun. Minni enn hálvan tíma tók tað tinginum í gjár at avgreiða tey bæði málini, sum lógu á skránni POLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var eingin tinglimur, sum tók orðið, tá onnur viðgerð av uppskotinum um eykafíggjarlóg kom fyri í tinginum seinnapartin ígjár. Allir 29 tinglimirnir, sum møttu, atkvøddu fyri uppskotinum, sum sostatt varð sent til triðju viðgerð. Næsta mál á skránni var broyting í tingskipanini. Hetta er eitt mál, sum neyð­ ugt verður at avgreiða, tí annars ber stutt sagt ikki til at seta tingið eftir valið í januar. Og her tóku so trígg­ ir tinglimir orðið. Allir tríggir høvdust at framferðini í sambandi við uppskotið um at gera Føroy­ ar til eitt valdømi, og Henrik Old boðaði frá, at hann atkvøddi ikki fyri. Eisini Kristian Magnussen og Jógvan við Keldu fíltust á, at nevnda uppskot varð skundað ígjøgnum. Atkvøðugreiðslan vísti, at 20 atkvøddu fyri, fimm ímóti og fýra atkvøður vóru blankar, og sostatt fór eisini hetta uppskot til triðju við­ gerð. Seinasta punkt á skránni var framløga, og hetta skuldi havt verið bráfeingis fíggjarlóg fyri 2008. Tað skiltist á lagnum, at partar av Sambandsflokkinum vildi hava tingið at víkja frá tíðarfreistini, og formaður­ in spurdi, um tingið var sinnað at víkja frá hesum tíðarfreistum. Men tað var tingið ikki. 13 atkvøddu fyri, 15 ímóti og tvær atkvøður vóru blankar. Fyri at víkja frá tíð­ arfreistini skulu tríggir fimt­ ingar av møttu tinglimum atkvøða fyri, so tað var langt frá nóg stór undir­ tøka. Hetta merkir, at nýtast skulu minst tríggir fundir við trimum døgum ímillum, umframt helst eina nevndar­ viðgerð, áðrenn bráfeingis fíggjarlógin kann sam­ tykkjast. Tað skiltist á nøkrum ting­ limum, at hetta við at víkja frá tíðarfreistum í sambandi við bráfangis fíggjarlógir var einki gott hugskot. ­ Soleiðis var skilið í 2004 júst við einari brá­ fangis fíggjarlóg, tá tingið veik frá tíðarfreistini við tí úrsliti, at útreiðslurnar púra ótarnaðar vórðu sleptar leys­ ar. Hetta tí at tingmenn ikki fingu tíð at seta seg rættiliga inn í uppskotið. Nú skuldu vit so avgreiða eitt uppskot, sum vit ikki hava sæð, áðrenn fyrsta viðgerð byrj­ ar, vísti onkur tingmaður á. Hvussu er og ikki, so kann tingið í fyrsta lagi avgreiða bráfangis fíggjar­ lóg við triðju viðgerð 20. desember. Og tá er bert kravda tíðarfreistin millum viðgerðir sett av til nevnd­ arviðgerð. So tingfólk fáa lítil fyrr jólafrí enn vit flestu onnur. Næsti tingfundur verður fríggjadagin, tá triðju við­ gerðirnar av eykafíggjar­ lógini og broyting í ting­ skipanini koma fyri, um­ framt fyrsta viðgerð av brá­ fangis fíggjarlóg fyri 2008. Eingi siglingarljós Ferðafólk umborð á Rituni gjørdust heldur bilsin, fyri ikki at siga skøkk, tá skipið mitt á vágni sló heldur harðliga bakk. Nú er bert loyvi at sigla fýra míl innan fyri molan, og ta ferðina helt skiparin á Rituni seg eisini til. Knappliga sóu ferðafólk ein alibát fara aftur við stýriborðs síðu heilt tætt við. Tað vísti seg, at alibáturin sigldi við ongum siglingarljósi, og tá talan var um túrin klokkan 16.20 av Havnini til Nólsoyar, er rættiliga myrkt hesa tíðina. Tí hevði sá skiparin á Rituni ikki alibátin fyrr enn í síðstu løtu, men av tí at hann sigldi so spakuliga, slapst undan samanstoyti. Víktu ikki frá freistini Tingið vildi ikki víkja frá tíðarfreistini, og tí verður neyðugt við trimum fundum við trimum døgum ímillum fyri at fáa avgreitt bráfangis fíggjarlógina fyri 2008 Mynd: Jens Kristian Vang Tað skal finnast ein loysn fyrr ella seinni, og nær tað verður, liggur í hondunum á samráðingar­ pørtunum SEMING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Verkfallið, sum Fiski­ mannafelagið hevði boðað frá at byrja klokkan seks í morgun, varð útsett av semingsmanninum, tá hes­ in kom upp í samráðing­ arnar í gjárkvøldið. Terji Sigurðsson, sem­ ingsmaður, sigur, at hann hevur havt samband við partarnar seinastu vikuna, og at hann nú fer at fyri­ reika seg til at kalla part­ arnar saman aftur. ­ Eg fari at nýta viku­ skiftið at umhugsa støð­ una, og fari at hava sam­ band við partarnar eftir tørvi. Mánadagin ætli eg mær so at kalla partarnar saman aftur til samráðing­ ar, sigur Terji Sigurðsson. Hann viðgongur, at langt er millum partarnar, men ein semja skal finnast fyrr ella seinni. ­ Tað er sjálvandi trupult at siga, nær ein semja fæst. Men jú fyrr hon fæst, jú betur. Hetta er tó heilt upp til partarnar at gera av, sigur Terji Sigurðsson. Og tað er fyri so vítt tað, ið semingsmaðurin í løtuni veit at siga. Liggur í teirra hondum Terji Sigurðsson, semingsmaður, heldur tað verða trupult at siga, nær ein semja fæst, men hann vónar at tað verður fyrr heldur enn seinni