hósdagur 13. desember 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 242 - 13. desember 2007
Klokkarin við krykk
unum var ein maður
við nógvum valdi.
Hann hevði virðing
millum manna, men
í loyndum misbrúkti
hann ein drong í
níggju ár. Drongurin
er í dag 41 og fortelur
sína søgu fyri at
stuðla arbeiðnum fyri
at stegða kynsligari
misnýtslu í Føroyum
Ágangur
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Ein 12 ára gamal drongur
stendur á keiendanum í
Leirvík. Tað er hávetur og
rættiligt ódnarveður. Einsa
mallur í myrkrinum um
hugsar kaldi og váti drong
urin, hvussu hann skal taka
lívið av sær. Hann ætlar sær
at leypa á sjógv, men hann
vil ikki hava tað at síggja út
sum sjálvmorð, tí tað hevði
verið synd fyri mammuna.
Kanska um hann svam yvir
móti hinari keini, so fóru
fólk at halda, at hann bara í
býttleika var farin ein
svimjitúr.
Hvar hevur tú verið, tú
ert so vátur og kaldur,
spurdi mamman, tá hann
eina
góða
løtu
seinni
smoygdi sær innum. Hann
tordi ikki at leypa, og
svimjitúrurin var av ongum.
Hann hevði bara verið
keitúr, segði hann við
mammu sína.
Drongurin var tann nú 41
ára gamli Arnbjørn. Hann
livdi í einum loyniligum
ræðuleika, har hann reglu
liga varð misnýttur av hátt
virda klokkaranum í bygd
ini.
Fyrstu ferð tað hendi,
var eg bara níggju ára gam
al. Eg egndi og var einsa
mallur í skúrinum, tí tað
var um nátturðatíð, og eg
vildi gera meg lidnan, áðr
enn eg fór heim. Tá kemur
klokkarin stillisliga inn,
greiðir Arnbjørn álvarsliga
frá.
Nakrar minuttir seinni
var 9 ára gamli drongurin
eina uppliving ríkari, sum
førdi hann inn í eitt lív
merkt av ótta, ræðslu og
kúgan. Hann var kynsliga
misnýttur av klokkaranum,
og hesin ágangur helt á líka
til hann fekk koyrikort.
Hann hevði altíð hug
Tá klokkaran fór haltandi á
krykkum út úr egningar
skúrinum, segði hann við
drongin, at hetta var teirra
loynidómur, og hetta mátti
hann ikki fortelja fyri
nøkrum.
Og sjálvandi tordi eg
ikki annað enn at akta hann.
Eg var bara eitt barn, og
hann var ein vaksin maður,
sigur Arnbjørn. Hann minn
ist nógvar óhugnaligar hend
ingar, men tær sum standa
klárast í minninum, eru
løturnar, tá hann var líka
við at verða uppdagaður.
Misnýtslan var óhugna
lig og ræðulig. Hann brúkti
meg, og tá eg bleiv størri,
gjørdist tað enn meira
vemmiligt, tí eg fekk nakað
burtur úr eisini. Alt mítt lív
handlaði um at flýggja,
men tað var ikki lætt, tá
man búði í einari lítlari
bygd. Hann fann meg altíð,
og hann hevði altíð hug á
mær, sigur Arnbjørn.
Sum ellivu ára gamal
slapp hann við pápa sínum
til snellufiskarí undir Ís
landi, og hóast tað var hart
lív, so var tað ein lætti í
mun til heimalívið, tí her
kundi klokkaran ikki røkka
honum.
Eg royndi eisini at vera
so nógv sum møguligt hjá
ommu míni í Kollafirði, tí
har fekk eg frið. Kollafjørð
ur var mín frístaður, sigur
Arnbjørn, sum er búsitandi
í Vági, men kallar seg koll
firðing. Minnini úr Leirvík
eru ov ræðandi, til at hann
vil kalla seg leirvíking.
Tá hann byrjaði í fimta
flokki, vildi hann ikki fara
úr Kollafirði og fekk loyvi
at ganga í skúla har í nakrar
mánaðir.
Men á jólum vildi
mamma hava meg aftur til
Leirvíkar, og av tí at eg ikki
tordi
at
siga
veruliga
grundina, mátti eg gera,
sum hon segði.
Hann flutti aftur til Leir
víkar, og misnýtslan helt
áfram. Hann royndi at gera
seg so lítið eiggiligan sum
møguligt. Onkuntíð vaskaði
hann sær ikki í vikur, og
hann vildi bara ganga í
víðum floyalsbuksum. Men
líka lítið hjálpti. Maðurin
var altíð eftir honum.
Samfelagið sveik
Einaferð tá Arnbjørn var á
veg til útróðrar við pápa
sínum, kom klokkarin oman
á keina og setti fótin á
lúnningina. Hetta var ein
astu ferð, at drongurin setti
seg upp ímóti misnýtaran
um. Hann bað mannin pilla
av í land.
Pápi skeldaði meg fyri
at banna mannin, tí tað
merkti lukku fyri fiskiskap
in, at ein gudsóttandi maður
sum hann nam við bátin.
Eg bannaði ikki vanligt,
men í staðin fyri at undrast
yvir, hví eg bannaðist, so
skeldaði hann meg bara.
Tað var púra óhugsandi
fyri drongin at fortelja
nøkrum um mannin. Hann
kendi tað, sum tað var
hansara egna skuld, og
eingin tosaði um slíkt. Og
maðurin var sum Gud, hann
hevði alt vald.
Í dag hevur Arnbjørn upp
dagað, at nógv hildu klokk
aran við krykkunum vera
ónærisligan, men eingin
gjørdi nakað við tað.
Øll vistu, hvussu hann
var, men eingin tordi at seta
orð á tað. Soleiðis var hann
bara, tóktist hugburðurin at
vera, sigur hann hugsunar
samur.
Sjálvur tordi han einki at
siga. Hann fjaldi tað, sum
stóð tað um lív. Hann minn
ist einaferð, at omman í
Leirvík hevði sæð blóð í
undirbuksum í vaskikurvini
og spurdi hann, hvat tað
var.
Eg segði bara, at eg
hevði eksem, sigur Arn
bjørn. Og so varð ikki meira
tosað um tað.
Arnbjørn heldur, at hevði
B36 havt sítt átak ímóti
kynsligari misnýtslu fyri 35
árum síðani, so hevði hann
vita, at hann ikki skuldi
finna seg í tí.
Men eg visti einki, sigur
Arnbjørn. Hann fegnast um
nýggja átákið hjá B36, tí
tað er tøgnin, sum heldur
børnum føstum í misnýtsl
uni.
Statoilstøðin - øðrvísi marknaðarføring
23. november var ein søguligur dagur fyri føroyska marknaðarføring. Tá var sendingin
Statoilstøðin í luftini á fyrsta sinni. Sansir hava ment hetta konseptið. Hetta er fyrstu ferð, at ein
100% kommersiell sending verður send í føroyskum útvarpi. Statoilstøðin er ein beinleiðis
útvarpssending, sum lýsir lívið á teymum ymisku Statoilstøðunum kring landið. Endamálið er at
nýta útvarpsmiðilin til at marknaðarføra Statoil á ein nýggjan hátt. Statoilstøðin er ein hugnalig,
fólkslig sending, sum verður send tríggjar ferðir um vikuna á Rás2 kl. 17.15 til kl. 18.15. Verturin
ferðast til tær ymisku støðirnar, og gevur lurtaranum eina mynd av, hvussu lokala lívið er á
støðini. Umframt prát og serlig tilboð til tey vitjandi eru góðir vinningar til summar hepnar
kundar. kelda: www.sansir.fo
- Fyrstu ferð tað hendi, var eg bara níggju ára gamal. Eg egndi og var einsamallur í skúrinum. Tá kemur klo
frá. Nakrar minuttir seinni var 9 ára gamli drongurin eina uppliving ríkari, sum førdi hann inn í eitt lív me
Kirkjutænari
misnýtti meg
í áravís