hósdagur 13. desember 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
tíðindi
Nr. 242 - 13. desember 2007
Misnýtsla og
neyðtøka
Tá Arnbjørn fór í áttanda
flokk, flutti hann til Havnar
at ganga á spesialskúla, tí
hann hevði ikki bindindi til
at læra nakað í vanliga skúl
anum. Aftan á níggjunda
flokk flutti hann niður, og
síðani kom hann bara heim
av plikt, men hvørja ferð
hann var heima, fekk klokk
arin fatur á honum.
Síðstu ferð hann neyð
tók meg var beint áðrenn eg
fylti 18. Tað var ikki fyrr
enn eg fekk koyrikort, at eg
kláraði at flýggja frá hon
um. Tá kundi eg bara hoppa
í bilin og koyra avstað,
greiðir Arnbjørn frá.
Hann heldur, at hevði
misnýtslan steðgað, tá hann
var 10, so høvdu traumaðini
ikki verið so ring, tí mis
brúkið gjørdist bara ótespi
ligari, sum hann gjørdist
eldri. Og skommin gjørdist
størri, tí klokkarin við
krykkunum alla tíðina minti
hann á, at hann sjálvur fekk
nakað burturúr eisini.
Hann sigur hetta ikki, tí
misbrúk av smáum børnum
ikki er bæði óhugnalig og
oyðileggjandi, men fyri at
undirstrika, hvussu ræðulig
ungdómsárini vóru.
Hann gjørdi alt við meg.
Hann hevði eingi mørk og
vildi alt. Tað er ikki lætt hjá
øðrum at skilja, men eg
fylgdi bara við. Eg tordi
ikki annað, sigur Arnbjørn.
Maðurin í høvdinum
Og sjálvt eftir, at hann
hevði megnað at steðgað
sjálvari misnýtsluni, for
fylgdi hugsanin um mannin
honum, og óttin var altíð
nærverandi.
Eg ræddist hann sum
pestin. Eg minnist, at eg var
heima í gullbrúdleyp hjá
ommu og abba. Tá var eg
mitt í 20unum, var giftur og
átti smá børn.
Veitslan varð hildin í
nýgjørdu missiónshúsinum,
og Arnbjørn sigur, at tað
einasta hann hugsaði um á
veitsluni, var at sleppa
undan at møta klokkaran
um.
Missiónshúsið er inn
rættað soleiðis, at mann
kann ganga runt frá sali til
køk til gongd og aftur í
salin. Og eg brúkti alt kvøld
ið at ganga undan honum.
Einaferð var eg óansin, og
hann kom til mín og spurdi,
hví eg rann undan honum.
Eg kláraði einki at siga,
men skundaði mær bara
burtur.
Soleiðis var lív mítt. Eg
flýggjaði frá mær sjálvum
og øllum, sum minti um
hann. Eg arbeiddi, arbeiddi
og arbeiddi, og vildi vera
alla aðra staðni enn í Leir
vík.
Loynibløran brast
Arnbjørn var 28 ár, áðrenn
hann tosaði um misbrúkið,
og tá var tað ikki tí, at hann
sjálvur ynskti tað, men tí
hann varð avdúkaður, sigur
hann.
Eg var á einum skeiði í
Kolding fyri apostolsku
kirkjuna, har vit gingu.
Skeiðið snúði seg um at
veita hjálp til fólk í neyð.
Og knappliga bleiv tað ov
nógv fyri meg. Eg vildi
bara heim aftur.
Ein av fyriskiparunum
helt, at tað var synd, at eg
bara rýmdi í hesum tilstand
inum, og spurdi, um hann
skuldi biðja fyri mær. Hetta
vildi eg fegin, og tríggir
menn settu seg at biðja fyri
mær.
Men mitt undir bønini,
segði ein av monnum við
Arnbjørn: Tú vart kynsliga
misnýttur av einum manni,
tá tú vart barn, ha?
Og so rapaðu allir teir
væluppbygdu verjumúrarn
ir. Hann visti nú, at hann
ikki longur kundu liva við
loyndarmálinum. Men hann
visti ikki, um hann kundi
liva við, at loyndarmálið
kom út.
Langur vegur
aftur til lívið
Eg orkaði ikki tankan at
fara heim til konuna og for
telja henni sannleikan. Eg
fekk ikki sovið ta náttina.
Eg fór einaferð upp, tí eg
vildi út at roykja. Men tað
var sum hetta ódjórið, sum
eg hevði goymt væl inni í
høvdinum, nú var sloppið
út. Eg sá so nógvar demonir
á veg oman gjøgnum trapp
urnar, at eg mátti flýggja
inn aftur í kamarið.
Við síðina av skeiðsdepl
inum lá eitt vatn, og nú kom
sjálvmorðslongsulin aftur á
Arnbjørn. Hann umhugsaði
at fara oman til vatnið og
drukna seg, men í staðin fór
hann heim til konuna, segði
henni sum var, og søkti sær
hjálp hjá tí danska Kris.
Fólk, sum koma út við
sannleikanum hava veruliga
brúk fyri hjálp, sigur Arn
bjørn. Og hann er vísur í, at
um hann ikki hevði fingið
hjálp, so hevði hann ikki
komið ígjøgnum tað heil
skapaður. Tað eru í dag
meira enn trettan ár síðani
leiðin úr óhugnaliga myrkr
inum byrjaði, og alt hevur
ikki verið líka lætt.
Til dømis eru tað bara
nøkur heilt fá ár síðani, at
eg byrjaði at brúka cowboy
buksir í staðin fyri teir víðu
floyalsbuksirnar, sigur Arn
bjørn og flennir
Hann leggur dent á, at
hjálpin frá Kris var heilt
ómetaliga góð, tí tey alla
tíðina løgdu dent á, at offrið
onga skyld hevði, og nógv
orka verður brúkt at upp
byggja offrini.
Eg veit, at summi ikki
vilja brúka Kris, tí tað er
upprunaliga kristiligt, men
har er einki tvang ella
indoktrinering. Tað snýr
seg ikki um kristindóm,
men um at hjálpa offrum
fyri kynsligan ágang.
Fitta og stuttliga
maskan
Kenslan av at hann hevði
skyldina av, at hann varð
misnýttur, gjørdi, at Arn
bjørn altíð royndi at vera
fittur og væl dámdur. Hann
royndi altíð at akta for
eldrini, og hann gjørdi alt
fyri at hava vinir.
Eg hevði alla tíðina hesa
kensluna, at eg skuldi gera
meg fortjentan at vera
hildin av, sigur hann. Og
tað tók langa tíð at koma
burtur úr hesari kenslu. Tað
var lættari at sleppa av við
óttan fyri misnýtaranum
enn tað var at góðtaka seg
sjálvan, sigur hann.
Eg hevði nøkur fá
menniskju, sum eg ikki
føldi at eg skuldi gera meg
upp fyri. Ein av hesum var
omma mín í Kollafirði, sum
altíð hevur víst mær, at hon
elskar meg júst sum eg eri.
Ein annar var ein vinur,
sum eg havi kent, síðani eg
var heilt ungur. Hann var
eitt sindur eldri enn eg, og
saman við honum kundi eg
slappa av. Men eg tordi
ongantíð at fortelja honum
um misbrúkið.
Flest
onnur
sambond
vóru yvirfladiskt, tí hann
alla tíðina mátti leggja band
á seg sjálvan, sigur Arn
bjørn. Hann goymdi seg,
bæði kropsliga og kenslu
liga.
Framvegis tabu
Í dag er alt øðrvísi. Hann
hevur eina konu, sum torir
at spyrja inn um húðina, og
í dag hevur hann dirvi at
vera eitt heilt menniskja.
Í dag havi eg ongan tørv
at lata sum um eg eri fittari,
enn eg eri. Við hjálp frá
Kris, havi eg veruliga skilt
og góðtikið, at misbrúkið
ikki var mín skyld. Eg eri
ikki longur flóvur av tí. Eg
gangi sjálvandi ikki runt og
snakki um tað alla tíðina.
Men eg havi einki ímóti at
fólk spyrja, og eg vil meira
enn fegin hjálpa øðrum.
Arnbjørn staðfestir eisini,
at hóast nøkur fólk royna at
bróta tabuið rundan um
kynsliga misnýtslu, so ræð
ur tøgnin framvegis í alt ov
stóran mun.
Tá eg fortaldi tað fyri
mínum foreldrum og nærm
astu, so væntaði eg, at tey
fortaldu tað víðari. Men eg
havi stutt síðani funnið út
av, at sannleikin ongantíð
kom út. Eingin vildi tosa
um tað.
Tí mugu fjølmiðlar og
politikarar hava dirvi at
viðgera evni. Soleiðis at vit
saman kunnu bróta hetta
tabu,
leggur
Arnbjørn
herðslu á
Hann er ikki beiskur inn
á, at eingin uppdagaði
hansara støðu, tí soleiðis
var samfelagið. Men hann
heldur at vit skulu sleppa
burtur úr hesi tigandi, kúg
andi mentan.
Eg vil so gjarna, at for
eldur
eru
upptikin
av,
hvussu børnini hava tað.
Og um eitt barn broytist, so
er ein orsøk til tað. Tey
søgdu bara, at eg var villur.
Men tað var ikki av ongum.
Tí mugu vit sum vaksin
tora at síggja veruleikan og
tosa um hann.
Frá trauma til minnir
Minnini um barnaárini í
Leirvík sleppur Arnbjørn
ongantíð av við, men í dag
hevur hann fingið lívs
gleðina aftur, og klokkarin
hevur mist alt vald á
honum.
Nú er tað bara minnir,
sigur hann. Men inntil hann
fortaldi tað fyri øðrum vóru
tað traumir og marrudreym
ar. Sjálvt sum vaksin maður
ræddist hann misnýtararan,
og um náttina forfylgdi
maðurin honum í marru
kendum sexdreymum.
Tað hevur týdning at
sláa fast, at offur ikki eru
komandi misnýtarar. Hetta
er ein mýta, sum forðar fyri
at offur tora at standa fram.
Men Arnbjørn sigur eis
ini, at óttin fyri manninum
gjørdi, at hann tordi ikki at
vera vanligur pápi.
Eg var so bangin fyri at
bróta teirra mørk, at eg ikki
dugdi at geva teimum tann
kærleika og nærleika, sum
eg átti, sigur Arnbjørn.
Í dag er hann giftur við
Solveig, tey búgva í Vági
saman við børnunum hjá
Solveig, meðan biologisku
børnini hjá Arnbjørn búgva
hjá mammuni í Danmark.
Og tað var ikki fyrr børnini
vóru hálvvaksin, at hann
tordi at vera tann pápi, sum
hann altíð ynskti, at hann
kundi vera.
Í dag kann eg mussa,
klemma og spæla við míni
børn. Tað skulu pápar gera,
sigur Arnbjørn. Og hann
heldur tað hevur stóran
týdning, at foreldur ikki
blíva bangin fyri fysiskari
kontakt við síni børn. Tað
hevur einki við misbrúk at
gera, sigur hann avgjørdur.
Tosa og hjálpa
Misnýtarin
doyði,
stutt
áðrenn
Arnbjørn
slepti
loynidómunum, so hann
fekk ongantíð høvi at siga
brotsmanninum sína hjart
ans
meining
andlit
til
andlit.
Men í dag hyggi eg
frameftir. Eg havi eina vitan
og royndir, sum eingin kann
lesa seg til. Og kanska kann
eg brúka mínar royndir at
hjálpa øðrum og eggja fólki
at tosa opið um, at vit ikki
finna okkum í, at nøkur
misnýta børn.
Hetta snýr seg als ikki
um, at vit øll skulu ræðast
kynslívið.
Heldur
tað
øvugta. Sex er nakað gott
og vakurt, og tí skulu vit
tosa um tað, sigur kollfirð
ingurin í Vági.
Og vit eiga ikki at finna
okkum í, at nøkur menniskju
sleppa at misnýta og neyð
taka børn og harvið oyði
leggja heil lív. Hetta er ein
samfelagstrupulleiki, sum
vit øll eiga at taka í stórsta
álvara, sigur maðurin, sum
einaferð var ein vátur og
kaldur drongur, sum ongan
veg sá burtur úr helvitin
um.
kkarin stillisliga inn, greiðir Arnbjørn
rkt av ótta, ræðslu og kúgan.
Kiefer Sutherland í fongsli
Sjónleikarin Kiefer Sutherland varð 5. desember dømdur 48 daga fongsul fyri at
koyra við kenning, og valdi at møta í fongslinum longu sama dag. »24 tímar«
stjørnan fær sambært fongsulsmyndugleikunum í Kalifornia júst somu viðferð allir
aðrir fangar. Tað merkir, at hann bert kann hava tvær bøkur í klivanum í senn, men
honum vantar ikki lesistoff. Sambært øðrum innilæstum fær Sutherland í minsta
lagi 100 brøv um dagin. Hinvegin er tað bert sakførari hansara, sum hevur vitjað.
Sjónleikarin skal halda bæði føðingardag og jól í fongslinum. Hann fylli 41 ár 21.
desember.