hósdagur 13. desember 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 242 - 13. desember 2007
Ein maður verður nú
settur í geglið, tí hann
vildi hava bíligt hassj,
men umframt at
verða revsaður, varð
hann eisini lumpaður
Smuggling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
At fólk, sum selja hassj og
narkotika, er púra óálítandi,
mátti ein maður sanna í
Føroya Rætti í gjár.
Hann hevði roykt hassj at
kalla dagliga, men helt, at
tað var ov nógv at betala
200 krónur fyri grammið,
sum er prísurin í Føroyum.
Tí hevði hann bílagt sær
160 gramm úr Danmark
fyri ein brotpart av tí
prísinum.
Men tá ið hann fór á
posthúsið eftir pakkanum,
vóru bara 95 gramm í.
Hann hevði betalt einum
seljara 5.000 krónur fyri
ómakin, men hann vildi
ikki siga, hvørjum hann
hevði keypt frá, ella, hvør
hevði fingið pengarnar.
Hinvegin hevði løgreglan
fingið snevilin av, hvat fór
fram
og
sostatt
varð
maðurin handtikin og drigin
fyri rættinum.
Umframt at hann hevði
fingið 95 gramm, fann
løgreglan útav, at hann
hevði roynt at smuggla 160-
200 gramm av hassji úr
Danmark.
Og í rættinum viðgekk
maðurin seg sekan í at hava
roynt
at
smuggla
160
gramm av hassji, hóast
hann bara hevði fingið 95
gramm.
Hann varð eisini spurdur
um, hví hann hevði roynt at
smuggla.
Og tann frágreiðingin
varð líka logisk, sum hon
var greið, tí maðurin dugdi
ikki at síggja endamálið í at
keypa hassj í Føroyum fyri
200 krónur fyri grammið,
tá ið hann kundi fáa tað í
Danmark fyri ein brotpart
av tí.
Men umframt at verða
lumpaður av seljaranum,
noyðist hann nú eisini í
geglið.
Revsingin fyri at smuggla
rúsevnið til Føroyar liggur í
nokk so føstum karmum.
Fyri at smuggla minni enn
100 gramm av hasji, er
dómurin 20 dagar handan
rimarnar.
Hesin
maðurin
varð
dømdur at sita í 40 dagar, tí
hóast hann bara fekk fatur á
95 grammum, hevði hann
roynt
at
smuggla
160
gramm og tað taldi alt
samalt við, tá ið revsingin
varð ásett.
Maðurin góðtók dómin á
staðnum.
Bæði lumpaður
og revsaður
Tey, sum selja hassj og
narkotika eru ikki altíð
líka álítandi. Tað mátti
ein maður ásanna í
Føroya Rætti í gjár.
Hann royndi seg sum
smugglara, men tað
kostaði honum 40 dagar
handan rimarnar
Ein maður royndi at
smuggla 12 kartengur
av sigarettum til Før
oyar, men tað varð dýrt
Smuggling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Herfyri royndi ein maður at
smuggla 12 kartengur av
sigarettum til Føroya.
Men tað varð honum ein
dýr søga.
Hann varð tikin og í gjár
fall so hamarin í Føroya
Rætti.
Revsingin fyri smuggling
er í føstum rammum. Fyri
tað fyrsta skal allur vanligur
tollur rindast, men har-
afturat skal tvær ferðir tann
upphæddin betalast í bót.
Í hesum føri varð maðurin
dømdur at betala 4.080
krónur í tolli fyri at hava
smugglað 12 kartengur av
sigarettum.
Men harafturat varð hann
dømdur at betala tvær ferðir
4.080 krónur í bót, ella til-
samans 8.160 krónur í bót.
Sostatt kostaði tað honum
tilsamans 12.240 krónur at
royna at smuggla hesar 12
kartengurnar av sigarettum.
Men somuleiðis legði
løgreglan hald á 1000
krónur, sum hann hevði selt
níggju kartengur fyri. Og
harafturat legði løgreglan
hald
á
hinar
tríggjar
kartengurnar.
Miseydnað smuggling
kostaði 12.000 krónur
Ein maður, sum er
undir illgruna fyri
at hava jagstrað eina
konu við øks í Havn,
er fyribils fongslaður
í fýra vikur
FongSling
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ein
maður,
sum
er
skuldsettur fyri fleiri lógar-
brot, noyðist helst at halda
jól í geglinum.
Tað er greitt eftir, at hann
var fyri í Føroya rætti í
gjár.
Maðurin er skuldsettur
fyri fleiri lógarbrot. Tað,
sum hevur vakt mest ans
millum manna, er, at hann
er skuldsettur fyri at hava
verið eftir eini konu í
Havnar Timburhandli við
øks.
Men
hann
er
eisini
skuldsettur fyri fleiri onnur
innbrot í Havn og eisini
okkurt uttanfyri Havnina.
Í tí eina førinum er hann
skuldsettur fyri at hava
brotið inn í eina dyna-
mittgoymslu, har hann stjól
25 kilo av dynamitti, sum
hann síðani goymdi uppi í
Hoydølum
á
økinum
ímillum studentaskúlan og
Hvítanesvegin.
Sunnukvøldið varð mað-
urin varðhaldsfongslaður í
tríggjar ferðir 24 tímar og
tann freistin var úti í gjár.
Tí varð hann aftur fyri í
rættinum í gjár og har vildi
ákærin hava hann varð-
haldsfongslaðan í fýra vikur
ímeðan
málið
verður
kannað.
Ein grundgeving fyri at
krevja mannin varðhalds-
fongslaðan, er, at verður
hann leyslatin, er stórur
vandi fyri, at hann fer at
halda fram við ólógligum
virksemi.
Fyri
ikki
at
órógva
kanningararbeiðið, vil løg-
reglan ikki uppplýsa so
nógv í málinum.
Til
at
styðja
sínar
frágreiðingar, hevur løgreg-
lan upptøkur frá vakmynda-
tóli í Havnar Timburhandli
og sum tók hendingina hesa
náttina upp á sjónband.
Men Bergleif Brimvík,
leiðari á kriminaldeildini
hjá løgregluni, sigur, at
maðurin noktar seg sekan í
øllum skuldsetingum.
Av tí sama skeyt tann
skuldsetti avgerðina um at
varðhaldsfongsla hann í
fýra
vikur,
inn
fyri
Landsrættin.
Sostatt stendur tað nú til
landsrættin um maðurin
skal halda jól í geglinum
ella ikki.
Noyðist helst at halda jól í geglinum
Tað kann vera dýrt at royna at smuggla
sigerettir til landið. Tað mátti ein maður
ásanna í Føroya Rætti í gjár
Dráp var neyðverja
Tað var lóglig neyðverja, tá ein 23-ára gamal maður í mai við
einari byrsu skjeyt ein 42-ára gamlan mann í Glejberg í Dan-
mark. Tað avgjørdu nevningarnir í Vestre Landsret í Esbjerg í
gjár eftir at hava votera í longri tíð. Heilt fram til endan var
spenningurin stórur, tí tann 23-ára gamli og 25-ára gamli vin-
maður hansara høvdu havt byrsuna og tríggjar patrónir við, tá teir
fóru at vitja ein kvinnuligan starvsfelaga. Hendan livdi í fimm ár
saman við tí 42-ára gamla, og í svartsjúku legði hann á teir báðar,
so hin 23-ára gamli skjeyt og drap mannin. Teir báðir verða tó
revsaðir fyri ikki at hava hildið vápnalógina
Koyrandi um Dalánna
Brúgvin um Dalánna, sum tryggjar fólki á Signabø og
Oyrareingjum vegasamband, er nú tikin í nýtslu. Onkrir
snøklar eru eftir at gera, men verður hetta ikki gjørt fyrr-
enn komandi vár ella summar, upplýsir Landsverk. Talan
er millum annað um at gera ein gonguteig lidnar og at
hampa økið rundanum. Brúgvin er 27 metrar til longdar.