Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 242 - 13. desember 2007 Sjúklinga­nøgdsemis­ ka­nningin hjá Alma­nna­­ og Heilsu­ mála­ráðnum va­r a­lma­nna­kunngjørd á tíðinda­fundi í morgun. Ka­nningin vísir, a­t níggju a­v tíggju sjúklingum eru nøgdir, men sta­ðfestir eisini, a­t nøkur øki ha­lta­ Heilsa Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo - Hetta kennist sum ein lætti, segði læknastjórin á Lands- sjúkrahúsinum, Tummas í Garði, um at 9 av 10 sjúkl- ingum sum heild eru nøgdir við sjúkrahúsverki. Fyrsta føroyska sjúklinganøgdsem- is kanningin var almanna- kunngjørd í dag, og hóast samlaða nøgdsemi er lægri enn tað danska, so eru flestu fólk nokk so nøgd við sjúkra- húsverkið. Karen Stage Fritsen frá donsku fyritøkuni, sum hev- ur staðið fyri kanningini, legði úrslitið fram. Og nið- urstøðan er, at tað eru summi øki, ið meginparturin av føroysku sjúklingunum meta at vera positiv, meðan á øðrum økjum er tørvur er á at bøta um dygdina. 89 prosent av sjúklingunum meta sostatt teirra heildar- fatan av innleggingini at vera sera góða ella góða. Kanningin fevnir um 879 sjúklingar, ið vórðu útskriv- aðir á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum hálvan sep- tember til hálvan desember 2006. Tilsamans 59 prosent av sjúklingunum svaraðu spurnablaðnum. Kanningar vísa, at sjúkl- ingar eru betri nøgdir við smá sjúkrahús enn tey stór, og Klaksvíkar Sjúkrahús kláraði seg best í kanningini, og Landssjúkrahúsið ring- ast. Tey økini, sum sjúkl- ingar eru best nøgdir við eru klinisku veitingarnar, sjúkratilgongin, uttanlands- viðgerðir og mettir feilir. Kunning ella ikki Ein blandað mynd sæst av, hvussu sjúklingarnir upp- liva kunningina. Nakrir part- ar av kunningini verða í stóran mun mettir positivir, meðan aðrir partar í stóran mun verða mettir negativir. Innihaldið av tí skrivligu kunningini er tann spurn- ingurin, sum størsti parturin av sjúklingunum meta posi- tiva. Vavið av kunningini, tey fingu, meðan tey vóru innløgd, meta 73 prosent hóskandi, meðan 25 prosent meta, at tey fingu ov lítla ella alt ov lítla kunning. Bert 2 prosent meta, at tey fingu alt ov nógva ella ov nógva kunning. 70 prosent av sjúklingunum hava nevniliga ikki fingið skriv- liga kunning um teirra sjúku og viðgerð, meðan tey vóru innløgd. Í sambandi við at sjúkl- ingarnir verða útskrivaðir, upplivir ein stórur partur av sjúklingunum, at teir vórðu vánaliga ella sera vánaligt kunnaðir um fleiri ymisk viðurskifti. 52 prosent upp- liva, at tey vórðu vánaliga ella sera vánaliga kunnað um tær avleiðingar, ið sjúk- an fær fyri framtíðina. 39 prosent meta, at tey vórðu vánaligt ella sera vánaligt kunnað um hvønn týdning, teirra lívsstílur hevði fyri heilsuna, meðan hetta er galdandi fyri 33 prosent av sjúklingunum í mun til eftirviðgerð/endur- venjing. Tað einasta økið, har ein stórur partur av sjúklingunum (82 prosent) uppliva at fáa sera góða ella góða kunning, er í mun til tann heilivág, tey skulu taka aftaná útskriving. Samstarv og samskifti Eitt annað øki har tað eru menningarmøguleikar, ella har vit við øðrum orðum ikki duga nóg væl í dag, er sjúklinga- og starvsfólkako ntinuitetur. 44 prosent av sjúklingunum vórðu ikki kunnaðir um, hvønn teir skuldu venda sær til við spurningum um teirra sjúku og viðgerð, meðan teir vóru innlagdir. Og bara 53 prosent av sjúklingunum upplivdu, at tað vóru 1-2 sjúkrarøktarfrøðingar við serligari ábyrgd fyri teirra sjúkrarøkt, meðan 63 prosent upplivdu, at 1-2 læknar høvdu serliga ábyrgd fyri teirra viðgerð. Eisini innan samstarv og samskifti við tey avvarandi var ónøgdsemi at hóma. Bert 61 prosent av sjúkling- unum meta, at teirra av- varðandi vórðu tikin við í avgerðum um viðgerð og røkt í hóskandi mun, meðan 73 prosent av sjúklingunum upplivdu, at tey sjálvi vórðu tikin við í hóskandi mun. Ímillum teir sjúklingar, ið ikki upplivdu, at teir ella teirra avvarðandi vórðu tikin við í hóskandi mun, er høvuðsparturin av teirri áskoðan, at teir vórðu tiknir við í ov lítlan mun, meðan ein heilt lítil partur sigur, at tey vórðu tikin við í ov stóran mun. Eisini samstarvið og sam- skifti millum ymisku sektor- arnar í heilsuverkinum er eitt øki, har fólk ikki eru heilt nøgd. Ein stórur partur av sjúklingunum (42 prosent) meta, at teirra egni komm- unulækni var illa ella sera illa kunnaður. Og 25 prosent av sjúklingunum meta, at sjúkrahús og heima- hjálp/heimasjúkrarøkt sam- starvaðu illa ella sera illa um teirra útskriving. 24 prosent av sjúkling- unum vistu ikki, hvar teir skuldu venda sær við spurn- ingum, um teirra støða broyttist áðrenn innlegging. Nokk so nøgdir sjúklingar Viðgerðin av sjúklinganøgdsemis kanningini heldur fram í blaðnum í morgin. Karen Stage Fritsen frá donsku fyritøkuni, sum hevur staðið fyri kanningin, legði úrslitið fram. Og niðurstøðan er, at tað eru summi øki, ið meginparturin av føroysku sjúklingunum meta at vera positiv, meðan á øðrum økjum er tørvur er á at bøta um dygdina Danski samskiparin segði, at kanningar í Danmark eisini vísa at nøgdsemi er stórst á smáum sjúkrahúsum. Her sita tvey væl nøgd umboð fyri føroysku lokalsjúkrahúsini. Sonny Midjord, umsjónarmaður á Suðuroyar sjúkrahúsi og Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaksvíkar sjúkrahúsi Suðuroyðar sjúkrahús og Klaksvíkar sjúkrahús kláraðu seg best í kanningini. Her sita umsjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, læknastjórin á Landssjúkrahúsi, Tummas í Garði, og Poul Geert Hansen, aðalstjórin á Almanna- og Heilsumálaráðnum Blása jólini inn í Klaksvík Nú jólini eru í hondum, verður árliga jólakonsertin hildin í Christianskirkjuni í Klaksvík. Í ár hevur Klaksvíkar Hornorkestur, sum hevur skipað fyri konsertini í mong ár, fingið Jóhan Mortensen úr Runavík á skránna. Nýskrivaða verkið, ið er skrivað til kór og tónleikarar, varð frumframført í Fríðrikskirkjuni á Toftum síðsta sunnudag. Á skránni er nýskrivaður tónleikur, ið verður framførdur av kórinum hjá Jóhan saman við tónleikarum. Sum vanligt verður eisini horntón- leikur og felagssangur á skránni. Klaksvíkar Hornorkestur setur sjálvsagt eisini sín dám á jólakonsertina við kendum jólaløgum og sálmum. Konsertin, sum altíð er væl vitjað, verður sunnukvøldið kl. 20.