Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. desember 2007 Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› VARPIÐ Tv3 • Sunnudag 16. kl. 20.00 »Ringenes herre: Eventyret om ringen« Hyggjarin fær her møguleikan at njóta restina av sunnukvøldinum saman við søguni, ið Tolkien skrivaði í árunum undir 2. Veraldarbardaga. Søgan snýr seg um lítla og smædna hobbittin, ella dvørgin, Frodo, ið arvar ein gullring av eldra ættarmanni sínum Bilbo. Mannalagnan er hótt um tey skeivu fáa hendur á ringin. Tv3 • Fríggjadag 14. kl. 20.00 »Hjælp, det er jul!« - Loyp jólini um? Nora og Luther Krank ætla at loypa jólini um. Dóttirini er í Peru og kemur ikki heim til høgtíðina. So í staðin, av tí tey bæði hava heilt serligar kenslur fyri jólunum, so bíleggja tey eina luksus cruiseferð. Men, tá ið jólini so nærkast fær onkur kaldar føtur. Skemtifilmur við Tim Allen og Jamie Lee Curtis. SvF • Leygardag 15. kl. 22.00 »Lump og svik« – Catch Me if You Can 16 ára gamli Frank Abagnale hevur knappliga bara seg sjálvan at dúva uppá, tá mamman fer frá pápanum, sum hevur trupulleikar við skattavaldinum. Frank ger av at hjálpa pápanum, og tað vísir seg, at hann hevur stórar gávur til lump og svik. Stjørnusettur undirhaldandi spenningsfilmur.