hósdagur 13. desember 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 242 - 13. desember 2007
Fyrrverandi danski
forsætisráðharrin
heldur, at hann í síni
tíð beindi føroyska
búskapin aftur á beint
Nyrup
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað leikaði hart á í sam
bandinum millum Føroyar
og Danmark í tíðini, tá ið
Poul Nyrup Rasmussen var
forsætisráðharri í Danmark.
Bankakreppa og fullveldis
samráðingar settu dám á
viðurskiftini, sum ofta vóru
sera trupul.
Mikumorgunin
segði
Poul Nyrup Rasmussen vil
morgunsendingina hjá Rás
2, at kósin, sum varð vald í
sambandi við búskapar
kreppuna, var tann rætta.
– Eg eri í løtuni í holt við
at skriva triðja bindið av
mínum endurminngunum,
og tað fer millum annað at
snúgva seg um mítt sam
band við føroyingar og før
oyska samfelagið.
– Tá ið eg hugsi aftur um
mítt samstarv við føroyingar
frá 1993 til 2001, so havi eg
tvær
yvirskriftir.
Onnur
yvirskriftin er, at tað var
ikki nøkur løtt tíð, tí Føroyar
vóru
í
búskaparligari
kreppu. Hin yvirskriftin er,
at vit valdu eina rætta kós.
– Tað var týdningarmikið,
at vit funnu eina leið burtur
úr kreppuni, men samstund
is hevði tað týdning, at før
oyska fólkið sjálvt varð við
til at velja hesa leið, og tað
havi eg altíð virt. Jú, tað
vóru diskussiónir um hetta,
men soleiðis er nú nú eina
ferð, tá ið tað eru kreppur í
okkara samfeløgum. Tá
skal man kjakast, og tað
gjørdu vit eisini tá, segði
Poul Nyrup Rasmussen.
Starvslýsing – tíðindafólk
Eitt hús – tríggir miðlar
Eitt blað hvønn dag, leypandi
dagføringar av størsta tíðinda
portali í landinum og útvarp.Til
alsamt vaksandi framleiðsluna hjá
Miðlahúsinum í Vágsbotni søkja
vit nú eftir tíðindafólki.
Uppgávan hjá tær verður í fyrsta
lagi at virka sum leiðari á web
økinum, har vit í løtuni røkja
portal.fo, sportal.fo og planet.fo
umframt netúgávuna av
Sosialinum. At skriva tíðindi til
blað og net er partur av hesum
arbeiði. Hartil verður tú partur av
toyminum, ið skal samskipa
tíðindaflutningin hjá teimum
trimum miðlapallunum, sum vit í
løtuni fevna um.
Rætti umsøkjarin hevur góð evni
at skriva og sum samskipari.
Útbúgving og royndir innan
blaðmannaøkið eru avgjørdir
fyrimunir, men verða tó ikki sett
sum treyt. Og vit rokna við, at tú
kanst byrja í starvinum í seinasta
lagi tann 1. februar í 2008.
Áhugaðir umsøkjarar skulu innan
20. desember senda umsókn til:
Sosialurin
Att: Jan Müller
Postsmoga 76
FO-110 Tórshavn
Áhugað kunnu sjálvandi eisini
frætta meira um starvið við at
seta seg í samband við Jan
Müller, ábyrgdarblaðstjóra, á tlf
341800 ella á telduposti jan@
sosialurin.fo
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðinda
flutning á netinum og útvarp. Tilsamans starvast um 35 fólk í samtakinum.
Losjan Støt Viljen
Fæst í bókabúðunum
kr. 325,-
Virðismiklar,
siðsøguligar
myndir og lestur
Forlagið Mál & Mentan
Bókin kastar ljós á
hendingar og viður
skifti í farnu øld.
M.a. um fyrstu
fólkaatkvøðuna
í Føroyum, tá
konufólk sleppur
at atkvøða.
100 ár
Nyrup
heldur
at kósin
var røtt
Poul Nyrup Rasmussen