hósdagur 13. desember 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Ikki rann tað mær í tankar
hin dagin seinnapartin í
januar 1925, tá eg segði
vinmanni mínum Johan
Restorff farvæl, at tað
skuldi vera farvæl med
alla. Hann skuldi fara til
Keypmannahavnar at søkja
sær heilsubót, og hann
hevði sjálvur tær bestu
vónir, so tyktist mær. Hann
sá eisini so væl út og hevði
ein ikki vitað tað, so skuldi
ein ikki trú, at hann var
sjúkur, men sum hann
segði: Tað var høvdið sum
ikki vildi blíva “heilt all
right”.
Sunnudagin 1. februar
komu sorgarboðimi um, at
hann var deyður! Tung,
tung sorgarboð fyri konu
na, hansara gomlu móðir
og systkini og av røttum
eisini sorgarboð til okkum,
ið vóru bundnir at Johan
við vinarbandi. Eg sakni
hann óført, og tað er grátur
í hjarta mínum um, at eg
ikki skal hitta hann aftur.
Vit høvdu ofta so nógv
saman, og tað var so frálíka
vælgerandi at vita, at hann
segði aldri annað enn hann
meinti. Lítiðlátaður og frið
arligur var hann altíð – ein
góður kammeratur.
Og nú liggur hann lík.
Okkara kæri Jan, sum so
mangan hevur glett okkara
hjørtur við sínum herliga
sangi og sínum frálíka
vakra fíolspæli. Røddin er
brostin, og fingrarnir eru
stívir og stirvdir. Tað er so
sárt, so ilt at fata. Hvat
deyðin tó er óendaliga
hjartaleysur.
Loysti Bakar Hansen
av sum dirigentur
Tankarnir renna aftur til
tað vakra, ljósa várkvøld 5.
apríl 1907, tá Johan stýrdi
síni fyrstu konsert og
reiggjaði taktstokkin fyri
okkum sangarum bert 19
ára gamal. Ein frálík kon
sert var tað, og Johan og vit
allir vóru so sjelaglaðir.
Gamli bakar Hansen hevði
sagt seg frá sum dirigentur,
hann hevði baksað í mong
Harrans ár, og nú var Johan
kosin til dirigent. Eitt
sindur bangin var hann í
fyrstuni, men nú var hann
fegin, at alt var gingið so
sera væl.
Við íðni arbeiddi hann
og innøvaði nýggjar sangir,
og tað vardi ikki leingi,
áðrenn sangfelagið Ljómur
helt sína næstu konsert. Ein
konsertin
fylgdi
aðrari.
Johan var sálin í øllum og
hevði nógv tað størsta arb
eiði. Hann var altíð fyrsti
maður at møta, og tó at
hugurin ofta var vánaligur
hjá mongum, so var tað
sjáldan, at hann ilskaðist.
Í 1909 ella 10 fór hann
avstað til Amerika, og tey
5 árini Johan var burtur,
var lítil sangur í Havnar
býi. Tá sást tað best, hvat
hann var verdur. Hann var
ikki meira enn komin uppá
land, tá birti hann sang
felagið aftur við sama íðni
og ikki minni kynstri enn
áður, tí yviri í Amerika
hevði hann verið limur av
stórum sangfelag, og nú
vórðu
konsertir
javnan
hildnar. Umframt at Johan
stýrdi sanginum, so hevði
hann nógv annað at fáast
við á konsertini. Hann sang
solo, spældi 1. violin í
strúkikvartettinini
og
mangt annað. Altíð hevði
hann tað mesta stríðið.
Nú var hann vorðin
sjúkur, høvdið skuldi hava
hvíld, og tí orkaði hann
ikki at fáast við sang og
musik longur.....
Høvur hans hevur lagt
seg til ta síðstu stóru
hvíldina, tey ærligu bláu
eyguni eru burtur, og skjótt
siglir hann inni aftur á
Havnar vág sum lík at
verða jarðaður í tí lítla
landinum, sum hann av
hjartanum var so góður
við, og her í tí lítla býinum,
har flest øll vóru góð við
hann.
Tað er ein yrking sum
Johan Lie skrivði, tá hitt
stóra tónaskaldið Halfdan
Kjærulf var deyður. Tó at
Johan Restorff ikki var
víðagitin, men bert livdi
sítt friðarliga beskeðna lív í
okkara smáu korum, so
haldi eg, at hetta ørindi
hóskar so væl her:
Nu Hjertet er brustent
og Sangen udrunden
Og Strengen ej mere
her klang,
Hin Leg over Lyren,
nu er den henrunden
Og standset den
livlige Sang.
Nu dagen er over
Og stille han sover.
William Heinesen
skrivaði m.a. um
mammubeiggjan:
Han spillede violin, havde
en smuk baryton og var
sjælen i mange musikfore
tagender, både sanglige og
instrumentale. Fra min
barndom husker jeg Johan,
dengang vist 1718 år gam
mel, dirigere et pigesang
kor. Jeg selv var sammen
med min broder Heine med
i Jans sangforening. I 1918
planlagde vi tre program
met til en stor konsert, der
foregik om natten i Frants
bageri. Sødermans “Bond
brøllup” var hovednumme
ret, og den hyggelige og
ungdommeligt sprudlende
musik vil for mig altid være
knyttet til erindringen om
det natlige bageri med dets
duft af wienerbrød og
Johans drengeagtige musi
kalske iver.
Jan giftist við Christinu
Mortensen úr Øravík. Tey
fingu tveir synir Bent og
Leivur. Teir doyðu barn
leysir.
Christina livdu rættuliga
leingi. Hon kom at reka
kondittaríið hjá Restorff,
og hetta gjørdist hennara
livibreyð.
Johan Wilhem Restorff:
Dirigeraði tjóðsangin fyrstu ferð
Henda frásøgnin er um Johan William Resttorff, vanliga kallaður Jan. Hann var sonur Andreas W. Restorff
og harvið abbasonur gamla Martin C. Restorff. Hann dirigeraði bert 20 gamal tjóðsangin fyrstu ferð, hann
varð framførdur fyri 100 árum síðani. Jan doyði bert 37 ára gamal. Tað kann vera hóskandi at endurgeva
tey minningarorð, sum júst Petur Alberg skrivað um vinmannin:
he
n
d
u
r
ið
sl
ep
t
u
Næstu ferð
Næsta frásøgnin er um
Poul Andreas Restorff, sum
var beiggi Johan. Hann var
eisini við til at framføra
lagið til tjóðsangin fyrstu
ferð 2. Jóladag 1907
Nótalæran hjá Jan við vakra innsigli hansara
Spælimenn frá 1918. F.v: Jan Restorff, Óla Jákup Hansen Maurentius og Hans við Stein. Teknað
av William Heinesen
Gravsteinurin:
Johan Wilhelm Restorff
f. 16. 10 1887 d. 1.2 1925
Kristina Restorff
f. 7.9 1886 d. 6.1.1964
Johan Wilhelm Restorff og konan Kristina Mortensen, ættað úr
Øravík
Nr. 242 - 13. desember 2007
Bent Restorff
...og beiggin Leivur Restorff