Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 242 - 13. desember 2007 Stutt Sagt Rice rósar Medvedev Amerikanski uttanríkisráð­ harrin, Coldoleezza Rice, rósar Dmitrij Medvedev, sum eftir øllum at døma verður næsti forseti í Russ­ landi. Við tíðarritið USA Today sigur Rice, at hon hevur hitt Medvedev nakrar ferðir. Hon heldur, at hann er evnagóður, og hon væntar, at hann fer at fáa stóran týdning fyri russiskt vinnulív, so tað væntandi verður meiri fjølbroytt í framtíðini. Condoleezza Rice vísir á, at Dmitrij Med­ vedev er 42 ára gamal og umboðar sostatt eitt nýtt ætt­ arlið í russiskum politikki. USA Today heldur lítlan iva vera um, at Medvedev verður valdur til forseta. Blaðið vísir á, at Vladimir Putin styðjar hann, og at ein meiriluti av russisku velj­ arunum siga seg fara at atkvøða fyri tí valevninum, sum fær viðmæli frá Putin. Brown góða vón Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, ivast ikki í, at teir útlendsku hermennin­ ir í Afghanistan fara at vinna á Taliban. Hann eggjaði sam­ stundis fyrrverandi limum í Taliban til at styðja verandi stýri og at medvirka til at endurbyggja landið. Gordon Brown hevur júst verið í Afghanistan, har hann vissaði Hamid Karzai, for­ seta um, at Bretland styðjar stjórnina í Kabul, og at teir bretsku hermenninir verða verandi í landinum. Gjørdi sum løgreglan Tann 63 ára gamli amerik­ anarin Timothy Krajcir við­ gekk herfyri, at hann beindi fyri níggju fólkum í statin­ um Missouri í sjeyti­ og átt­ atiárunum. Løgreglan sigur, at hann framdi tað fyrsta morðið í 1977 ella fyri 30 árum síðani, men tann stóri spurningurin hjá løgregluni er, hvussu maðurin kláraði at fjala seg so leingi. Nú vís­ ir tað seg, at Timothy Krajcir las sálarfrøði sum ungur, og at hann brúkti nógva tíð til at kunna seg um, hvussu løg­ reglan arbeiðir, tá hon skal avdúka drápsmenn. Við hes­ um kunnleika eydnaðist tað honum at fjala seg fyri løg­ regluni í 30 ár, sigur CNN. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk - Óhappið vísir, at tilbúgvingin virkar ikki nóg væl, og at myndugleikarnir eru alt ov lagaligir (Umhvørvisfelagsskapurin Bellona) útlond Nógv bendir á, at veður og vindur bjarga norðmonnum undan einari oljuvanlukku Í gjár kærdi StatoilHydro seg um, at tað bar ikki til at taka oljuna frá Statfjord A upp, tí veðrið var ikki til vildar. Í dag bendir alt á, at hetta sama veðrið verður tað, sum bjargar umdømi felagsins, skriva norskir fjølmiðlar. Alt bendir á, at oljan loys­ ist upp, nú hon verður bland­ að við sjógv, og tí fær óhapp­ ið ikki tær avleiðingar, sum myndugleikarnir bótu ótta fyri í gjár, tá tað var líkt til, at oljan fór at reka inn á strondina. ­ Vit hava fingið tekin um, at oljan er í ferð við at loysa seg upp, og tað ger, at hon fer at gera munandi minni skaða á fugl, fisk og plantur, sigur Gisle Johan­ sen hjá StatoilHydro. Kort­ ini hevur felagið gjørt av at lata skip og tyrlur halda eyga við oljuni, sum nú er stutt fra Snorre A­pallinum á Statfjord­leiðini. Norski havrannsóknar­ stovnurin heldur ikki, at fisk­ urin á Statfjord­leiðini fær nakran skaða av oljuni. Stovn­ urin sigur, at eingi yngul eru í økinum, og um hesa tíðina er makrelurin so langt niðri í sjónum, at hann kemur ikki í samband við oljuna. ­ Í økinum eru eisini upsi, toskur og longa, men vit vænta, at hesi fiskasløgini sleppa uttan nakað mein, sigur havrannsóknarstovn­ urin í einari fráboðan. Veðrið tók sær av oljuni Tær flestu plakatirnar av Madeleine McCann eru nú tiknar niður í Praia da Luz Madeleine McCann hvarv í portugisiska frítíðarbýnum Praia da Luz um kvøldið tann 3. mai, og síðani hevur eingin hoyrt frá henni. Líka síðani hon hvarv, hava stórar og smáar plakat­ ir við mynd hennara hingið á gistingarhúsum og mat­ stovum í Praia da Luz, tikið plakatirnar niður. Tað sama hevur presturin, sum foreld­ ur hennara, Kate og Gerry McCann, vóru til bønarløtu við, gjørt. Plakatirnar, sum hava hingið í kirkjuni teir seinastu mánaðirnar, hanga ikki har longur. Ein av matstovueigarun­ um sigur við bretska blaðið Daily Mail, at tey hava ikki tikið plakatirnar, tí tey hava gloymt Madeleine, ella tí tey hava mist áhugan fyri lagnu hennara. Tann einasta orsøkin er, at býurin hevur tørv á at venda aftur til tann gamla gerandisdagin, tí tað seinasta hálva árið hevur Madeleine verið umrøðu­ evnið í býnum, sigur hann. Men tað er eisini ein onnur frágreiðing. Fleiri fólk í Praia da Luz, sum Daily Mail hevur tosað við, siga, at tey duga ikki at síggja nakra orsøk til at sóknast eftir gentuni, so leingi foreldur hennara eru undir illgruna. Talsmaðurin hjá McCann­ hjúnunum, Clarence Mitc­ hell, sigur við sjónvarpið Sky, at hjúnini hava ikki Taka Madeleine niður Í Praia da Luz eru ikki nógvar plakatir eftir við mynd av Madeleine McCann (Mynd: Polfoto) Umleið 3.800 rúmmetrar av ráolju fóru í havið, og óhappið er tað næstringasta av sínum slagi í norsku oljusøguni (Mynd: Aftenposten) Óhappið hendi, tá tangaskipið „Navion Britannia“ var í ferð við at taka olju við eina avskipingarboyu við pallin Statfjord A