Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 13. desember 2007 35 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Báðir føroysku spælararnir vórðu á vøllinum í 2. hálvleiki, tá ið AaB í gjár vann venjing­ ardyst í Parkini ímóti FCK Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltslagið í Aalborg hevur leingi verið gott, og hóast SAS ligan er farin í vetrarfrí fram til 16. mars, so var tað seinnapartin mikudagin aftur orsøk at fegnast í AaB. Felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen var í Parkini í Keypmannahavn og spældi venjingardyst ímóti FCK, og AaB vann 1-0. Meðan SAS ligan er í vetrarfrí, er AaB oddalið við 36 stigum, og FCK er á øðrum plássi við 34 stigum fyri átjan dystir. Í heyst hevur leiklut- urin hjá Jón Róa Jacobsen og serliga Súna Olsen verið ógvu- liga lítil á besta AaB liðnum. Í dag vóru teir báðir í Keypmannahavn við besta liðnum, og í 2. hálvleiki vóru teir báðir á ikki serliga góða grasinum í Parkini. Jón Rói Jacobsen varð beinanvegin eftir steðgin settur á vøllin fyri Allan Olesen, sum í 1. hálv- leiki hevði verið vong- verji í høgru, og í 54. minutti kom Súni Olsen á vøllin fyri vinstra vongverjan, Michael Jakobsen. Minuttin eftir at Súni var komin á vøllin, skoraði svenski miðvallarin Mattias Lindström sigursmálið fyri AaB. Felags fyri bæði AaB og FCK er, at feløgini framvegis eru partur av bólkaspælinum í UEFA Cup kappingini. Síðsta umfarið í tí kappingini verður í næstu viku. Mikudagin 19. desem- ber skal AaB spæla í Tel Aviv ímóti Hapoel, og hósdagin skal FCK spæla í Aberdeen. Tað var fyri at halda dystar- venjingina við líka, at tey bæði oddaliðini í superliguni í dag spældu vinardyst í Parkini. Longu í morgun vandu føroysku fótbólts- útisetarnir og liðfelagar teirra í Aab aftur í Aalborg. Fleiri útlendsk feløg sýna nú áhuga í Rógva Jacobsen. Millum hesi er eisini okkurt, sum spælir í italsku seriu B Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við fýra landsliðsmálum í ár var Rógvi Jacobsen uttan iva tann føroyski lands- liðsspælarin, sum í størstan mun gjørdi vart við seg sjálvan mótvegis útlandi- num. Og hetta er eisini nakað, sum fleiri útlendsk feløg hava lagt til merkis. Sjálvur váttar Rógvi Jacobsen eisini, at fleiri útlendsk feløg hava spurt seg fyri, men enn er so einki ítøkiligt komið burtur úr hesum. - Har hava verið fleiri fyrispurningar úr fleiri ymiskum londum. Enn er so einki ítøkiligt tilboð komið burtur úr hesum. Einki annað enn okkurt tilboð um royndarvenjing, men tað havi eg gjørt upp við meg sjálvan, at eg ikki tími. Tað skuldi ikki verið neyðugt at royndarvant, tá tú hevur skorað tvær ferðir móti Italia, leggur hann flennandi afturat. Sjálvur vil Rógvi einki siga um, hvørji feløgini eru, sum hava sýnt áhuga. Sosialurin hevur tó skilt, at mest ítøkiliga tilboðið í løtuni er úr Noreg, men at eisini okkurt íslendskt felag og okkurt úr italsku Seriu B hevur sýnt stóran áhuga fyri høvuðssterka spælaranum. Við sínum 28 árum er Rógvi tó ikki nakar unglingi longur, og hann sigur eisini, at talan skal vera um gott tilboð, um hann skal taka av. - Tað sigur seg sjálvt, at eg ikki uttan víðari leypi avstað. Men hinvegin er tað sjálvandi spennandi at frætta, at møguleikin nú aftur er til staðar. Og kemur rætta tilboðið, so fari eg sjávlandi avstað, sigur Rógvi. Rógvi Jacobsen hevur áður roynt seg uttanlands. Bæði í Íslandi, har hann spældi við KR, og í Danmark, har hann eitt skifti var leigaður til SønderjyskE. Teir løgdu merkis til Rógva Við tveimum málum móti italsku heimsmeistarunum setti Rógvi Jacobsen seg sjálvan í fokus. Og tað er ikki frítt, at útlendsk feløg hava givið hesum ans Einki er váttað, men alt bendir á, at Mikkjal Thomassen spælir á miðvøllinum hjá EB/Streymi komandi kappingarár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Líka síðani kappingarlok hevur ljóðað, at eitt tað ovasta navnið á ynskis- lisstanum hjá EB/Streymi var Mikkjal Thomassen, sum annars hevur spælt í B36 síðani 1998. Og nú skuldi tað verið heilt víst. Sjálvur sigur Mikkjal seg ikki hava nakra viðmerking um, hvar hann spælir fótbólt komandi kapp- ingarár, men sum skilst, so er tað nú bert undirskriftin, sum restar í, áðrenn hann formliga verður EB/Streyma spælari. Og tað er einki at ivast í, at hetta er sannur fongur fyri EB/Streym. Í mun til árið í fjør, so hevur liðið mist Símun Eliasen á sentrala miðvøllinum, og tað holið er mest sum upplagt hjá Mikkjali at fylla. Til sentralu plássini hevur EB/Streymur eisini Ronnie Samuelsen, Bárð Olsen og Høgna Zachari- assen, men bæði Bárður og Høgni kunnu eisini spæla sum bakkar, so hetta verður í ringasta føri ein positivur trupulleiki hjá venjaranum. Mikkjal til EB/Streym Tað skuldi nú verið púrasta vist, at Mikkjal Thomassen komandi ár spælir við EB/Streymi Jón Rói og Súni í Parkini