hósdagur 13. desember 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 242 - 13. desember 2007
tíðindi
Filmur
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Filmurin, sum týska sjónvarps
støðin ZDF hevur gjørt, skal lýsa
tað, sum veruliga hendi tann
januardagin í 1945, tá ein tann
størsta skipsvanlukkan í heims
søguni kostaði meiri enn 9.000
mannalív.
Filmurin er í tveimum pørtum
og hevur fingið heitið ”Vónar
innar havn seinasta ferðin hjá
Wilhelm Gustloff ”. Nakrir av
teimum fremstu týsku films
leikarunum eru við, fleiri hundr
að fólk hava leiklutir sum tey
flýggjandi, og ZDF hevur brúkt
einar 80 mió. krónur til fram
leiðsluna.
Nú næstan 63 ár eftir vanlukk
una verður roynt at lýsa tað, sum
hendi. Reyði herurin tók seg
støðugt longri og longri vestur
og trýsti týsku herdeildirnar
undan sær . Týskararnir, sum
búðu í EysturProysen, óttaðust
fyri hevndaratgerðum frá sov
jetska herinum, og í endaleysum
røðum flýddu fólk til gongu ella
í rossavogni, meðan sovjetsku
flogførini støðugt søktu at teim
um. Týskararnir høvdu frætt, at
sovjetsku hermenninir vóru næst
an eirindaleysir, tí teir høvdu sett
sær fyri at hevna týsku brotsgerð
irnar ímóti sivilfólkinum í Eystur
evropa.
10.500 fólk umborð
Týsku myndugleikarnir høvdu
givið fleiri skipum boð um at
flyta tey flýggjandi úr Eystur
Proysen vesturum. Millum hesi
skipini var ferðamannaskipið
”Wilhelm Gustloff ”, sum var
uppkallað eftir einum nazisti,
sum ein jødi myrdi í Sveis nøkur
ár fyri heimsbardagan. Skipið
varð smíðað í 1938. Manningin
taldi 417 fólk, og pláss var fyri
1.463 ferðafólkum.
”Wilhelm Gustloff ” var ikki
smíðað sum vanligt ferðamanna
skip. Tað bleiv smíðað sum rund
ferðarskip hjá felagsskapinum
Kraft durch Freude. Hansara upp
gáva var at tryggja, at týskir
arbeiðsmenn fingu nóg mikið av
frítíð og hvíld, so teir kundu
fyrireika seg til kríggið. Skipið
bleiv eisini brúkt í tænastu hjá
týska herinum og var millum
annað sjúkraskip, tá týskurin
hersetti Noreg.
Um kvøldið tann 30. januar í
1945 lá ”Wilhelm Gustloff ” í
havnini í Gotenhafen nærhendis
Gdansk og tók ímóti týskarum,
sum vóru flýddir undan reyða
herinum, og sum skuldu vestur
um. Mannamúgvan, sum bíðaði
eftir at sleppa burtur haðani, var
stór, og helst sluppu 10.500 fólk
umborð á ”Wilhelm Gustloff ”.
Av teimum vóru umleið 1.500
týskir hermenn. Hini vóru kvinn
ur, børn og nakrir eldri menn.
Í myrkrinum legði ”Wilhelm
Gustloff ” frá landi og setti kós
vestureftir. Yvirmenninir vistu, at
sovjetskir kavbátar lógu upp á lúr
allastaðni, og tí hevði skipið
eingi ljós. Men so fingu skiparar
nir at vita, at vandi var fyri
samanstoyti við eitt annað týskt
skip, og teir gjørdu tí av at tendra
lanternurnar fyri at forða saman
stoyti.
Frystu í hel
Sovjetski kavbáturin ”S 13”
hevði ligið upp á lúr og bíðað, og
nú sá skiparin lanternurnar á
einum stórum skipi. Klokkan var
júst farin av níggju um kvøldið,
tá skiparin gav monnunum boð
um at senda tríggjar torpedir eftir
tí stóra skipinum. Hann rakti, og
ein tíma seinni hvarv ”Wilhelm
Gustloff ” í dýpið.
Fleiri túsund fólk vóru stongd
inni niðri undir dekkinum og
fóru til botns við skipinum. Fleiri
av bjargingarbátunum stóðu eftir
á havnarlagnum í Gotenhafen, og
teir, sum vóru umborð, vóru
fullir av ísi og kundu ikki brúk
ast. Onnur skip, sum vóru tætt
hjá, royndu at bjarga so nógvum,
sum til bar. Men tey flestu, sum
vóru sloppin av tí søkkandi skip
inum, frystu í hel í tí ísakalda og
myrka sjónum. Av teimum um
leið 10.500, sum vóru umborð,
vórðu 1.252 bjargað á lívi.
Umborð á ”S 13” hildu
Aleksandr Marienko, skipari, og
menn hansara, at teir høvdu søkt
eitt skip, sum flutti týskar her
menn fyri týska herin. Tað var í
hvussu er frágreiðingin hjá skip
aranum, og tað var eisini tann
almenna sovjetska frágreiðingin
aftan á heimsbardagan.
Óhugsandi fyrr
Filmurin hjá ZDF lýsir ein
sorgarleik, sum bleiv tagdur
burtur bæði eystanfyri og
vestanfyri í mong ár eftir kríggið,
og Klaus Bassiner, sum hevur
leikstjórnað filmin, hevur kanska
rætt, tá hann sigur, hví so var.
– Fyri bara tíggju árum síðani
hevði tað verið óhugsandi at
gjørt ein film, sum ikki bara lýsir
týskararnar sum gerningsmenn,
men eisini sum offur, sigur hann
við blaðið Hamburger
Abendblatt.
Tað var heimskendi týski
rithøvundurin Günther Grass,
sum varpaði ljós á sorgarleikin
við bók síni ”In Krebsgang”,
sum kom út í 2002. Bókin vakti
stóran ans í Týsklandi, og í ZDF
siga tey, at líka síðani hava tey
arbeitt við ætlanini um filmin.
Filmurin um ”Wilhelm
Gustloff ” er bara ein í einari røð
av filmum, sum lýsa Týskland
undir seinna heimsbardaga og
aftaná. Til fyri fáum árum síðani
vístu at kalla allir filmar frá
krígnum ræðuleikarnar hjá
teimum vápnaðu týsku deildu
num, men í teirri nýggju røðini
verður eisini hugt at líðingunum
hjá týska fólkinum og tess
vanlagnu. Søgan um ”Wilhelm
Gustloff ” er ein partur av hesari
lýsingini.
Heimsins størsta skips vanlukka
– nú á filmi
Meiri enn 10.000 týskarar høvdu leitað sær
umborð á ”Wilhelm Gustloff” í einari roynd at
flýggja undan Reyða herinum. Nógv tey flestu
komu ikki vegin fram, men frystu í hel í tí
ísakalda Eystrasalti. Nú verður sorgarleikurin
lýstur á filmi
”Wilhelm Gustloff” var smíðað til 1.463 ferðafólk. Vanlukkuferðina vóru meiri enn 10.500 fólk umborð
Günther Grass varpaði ljós á sorgarleikin í
Eystrasalti við skaldsøguni ”In Krebsgang”