hósdagur 13. desember 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 13. desember 2007
39
Bestu piparnøturnar
fáa tit hjá okkum
Tlf 312161
gron@gron.fo
www.gron.fo
Bilførari til »Viól«
IRF søkir við hesum eftir einum bilførara til
innsavningarbilin ”Viól” at byrja mikudagin
2. januar 2008, ella skjótast tilber.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a.
fevnir um:
• Innsavnan av húsarhaldsposum og
virkisposum v.m. í Sandoynni og á
Kalsoynni
• Heintan av burturkasti frá virkjum og
bingjuplássum v.m. í meginøkinum.
• Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF
Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at
koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og
hevur góðan skriviførleika og ordan, ert tú
møguliga tann, vit søkja.
Tann, ið settur verður í starv, kann eisini
rokna við øðrum uppgávum innan IRF.
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála
num millum Føroya Arbeiðarafelag og
Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen.
Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi
innan fríggjadagin 28. desember 2007.
IRF
Postboks 39
Fo520 Leirvík
IRF hevur 5 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning: Roði, Ryski,
Rósa, Reyðsmæra og Viól. Arbeiðsumráðið hjá »Viól« verður frá
1. januar 2008 í Kalsoynni, á Sandoynni og í meginøkinum.
Bókhaldari til IRF
IRF søkir við hesum eftir bókhaldara at byrja
mikudagin 2. januar 2008, ella skjótast tilber.
Bókhaldarin hevur beinleiðis tilvísing til
fíggjarleiðaran.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a.
fevnir um:
• dagligt bókhalds- og roknskapararbeiði
• at umsita og avstemma ognara- og
skuldarabókhald
• vanligt skrivstovuarbeiði
Allar skrásetingar verða dagliga førdar á
teldu, og tí er neyðugt, at umsøkjarin hevur
kunnleika til skrivi-, rokni-, og telduarbeiði.
Kunnleiki til Microsoft Navision Axapta er
ein fyrimunur.
Arbeiðið er sjálvstøðugt og fjølbroytt, hevur
nógvar persónligar menningarmøguleikar,
eins og tað setur krøv til góð samstarvsevni,
menniskjaligan og fakligan førleika. Alt
hetta í einum góðum arbeiðsumhvørvi.
Hevur tú hollar royndir innan bókhaldsyrkið
og ástøðiliga útbúgving, ert tú møguliga
tann, vit søkja.
Lønin verður sett eftir avtalu við avvarandi
fakfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
IRF tlf. 414243, Erik Lervig.
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og
møguligum viðmælum, skal sendast til IRF,
Postboks 39, FO-520 Leirvík, og skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
28. desember 2007.
IRF
Postboks 39
Fo-520 Leirvík
25 ára starvsdagur
Í dag 13. desember
2007 hevur Kristian
Petersen, Skálafjørður
starvast í 25 ár hjá
elfelagnum SEV
sum linjumaður í
Eysturoynni.
lýsingar
Handverkari til
Brennistøðina hjá IRF
IRF søkir við hesum eftir einum handverkara
til Brennistøðini á Hagaleiti, at byrja
mikudagin 2. januar 2008 ella skjótast til
ber.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a.
fevnir um:
• Alt vanligt viðlíkahaldsarbeiði á
Brennistøðini- og endurnýtsluhøllini á
Hagaleiti
• Annað fyrifallandi arbeiði innan IRF
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur
útbúgving sum maskinsmiðjur.
Starvið er lønt sambært fastlønarsáttmála-
num millum avvarðandi fakfelag og Føroya
Arbeiðsgevarafelag.
Skrivlig umsókn, saman við prógvum og
møguligum viðmælum, skal sendast til IRF,
Postboks 39, FO-520 Leirvík, og skal vera
okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
28. desember 2007.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
IRF tlf. 414243, Jacob Petur Johannesen.
IRF
Postboks 39
Fo-520 Leirvík
Traðavegur 30, 435 Streymnes
Býur
435 Streymnes
Matr. nr.
192L
Bústaður
Traðavegur 30
Byggiár
2006/2007
Stødd á grundøki
662 m2
Stødd á húsinum
80 m2
Veghæddin Durur, gong, baðirúm við brúsu og wc, køkur
og stova íeinum. 2 kømur.
Loft Høga reising óinnrættað uml. 50 m2
Frágreiðing Góð hugnalig føroysk sniðhús av slagnum
Norðseturí besta standi, bygd í 2006/2007, við høgari reis-
ing. Húsini eru klødd við timbri, takið aluminium.
Húsini eru nýggj, klár at flyta inn í, hiti í gólvinum í dur-
rinum, baðirúmið hevur vinylgólv við hita, annars eru vøkur
eins trægólv í stovu, gong og kømrum.
Húsini liggja sera frítt og friðaligt í natúrvøkrum umhvørvi,
gott útsýni oman yvir bygdina, niðan í hagan og út á fjørðin.
Áhugaði kunnu ringja 214141
Til sølu