Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. desember 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 242 - 13. desember 2007 Uppstilling til formansval í Starvsmannafelagnum Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til formansval í Starvsmannafelag­ num. Fastur formaður skal veljast fyri 4 ár á aðalfundi felagsins 8. mars 2008. Uppstillingin skal verða liðug innan 15. januar 2008. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 15. januar 2008. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar valevni arbeiðir. Formansstarvið er lønt, og bert tann, sum tekur starvið upp sum fulltíðarstarv burturav, kann verða valdur. Sambært sáttmálan hevur tann, sum verður vald/ur til formann í felagnum rætt til at fáa farloyvi frá arbeiðsplássinum alla formanstíðina, soleiðis at stovnurin hevur skyldu til at hava starv til hana/hansara, tá formanstíðin er úti. Aðalfundurin velur formannin beinleiðis við vanligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji formansvalevni verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini. Fráboðanir um uppstilling verða at senda til Starvsmannafelagið J.H. Schrøtersgøta 9 Postboks 165 110 Tórshavn Uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum Sambært §9 í lógum felagsins verður boðað til uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelag­ num. 2 nevndarlimir skulu veljast fyri 3 ár á aðalfundi felagsins 8. mars 2008. Uppstillingin skal verða liðug innan 1. februar 2008. Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini. Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 1. februar 2008. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og bústaður hjá valevninum, og hvar valevni arbeiðir. Aðalfundurin velur nevndarlimirnar beinleiðis við vanligum meiriluta. Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður lýstur, kunnaðir um, hvørji stilla upp til nevnarval verða at velja ímillum á aðalfundinum. Víst verður annars sum heild til § 9 í felagslógini. Fráboðanir um uppstilling verða at senda til Starvsmannafelagið J.H. Schrøtersgøta 9 Postboks 165 110 Tórshavn lýsingar Kunngerð Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistarnir til løgtingsvalið tann 19. januar 2008 liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá fríggjadegnum 14. desember 2008 til hósdagin 20. desember 2008. Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 27. desember 2008. 12. desember 2008 Runavíkar býráð Runavíkar Kommuna Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo Stiftsfulltrúi Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. mars 2008 ella skjótast gjørligt. Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga út­ búgving við almennum rætti og fyrisitingarrætti. Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stifts­ fulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prest­ anna, kirkjuráðsvali, próstadømisráðsvali, biskups­ vali, kirkjubókaføring, nýtslu av kirkjum v.m. Fólkakirkjan varð yvirtikin á Ólavsøku, og tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir og kunngerðir á kirkjuliga økinum. Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur førleiki er ein fyrimunur. Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur enn forðingar. Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við av­ varðandi fakfelag. Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8, 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Fríðriksson, biskup, tlf. 31 19 95. Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 11. januar 2008 kl. 12.00. Føroya Stiftsstjórn J. Paturssonargøta 20 Postrúm 8 110 Tórshavn Reingerðisfólk til Føroya Læraraskúla Lýst verður eftir reingerðisfólki til Føroya Lærara­ skúla, 4 tímar um dagin. Arbeiðstíðin er allar skúladagar frá kl. 14.30 til 18.00. Starvið verður sett frá 1. jan. 2008 Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Fíggjarmálaráðið. Tey, ið vilja hava meira at vita, kunnu seta seg í samband við skúlatænaran, á telefon 213508. Teldupostur kann sendast til joni_johannesen@hotmail.com Umsóknir skulu verða skúlanum í hendi innan 27. des. 2007. Tórshavn, 12. des 2007 Føroya Læraraskúli Postrúm 348 · 110 Tórshavn 14. des – 27. des:.....Stongt 28. des: .......................Opið frá kl.10.00 – 18.00 Føroya skipara og Navigatørfelag..og Føroya Fiskimannafelag, landsfund kl. 09.30 – 16.00 Føroyskir fiskimenn uttanlands, landsfund kl.15.00 – 18.00 29. des – 01. jan: ....Stongt 02. jan 2008: ............Opið sum vanligt Telefonin svarar gerandisdagar frá 10-16. Atgongumerkir til Nýggjárskonsertina eru at fáa í Kunningarstovuni í Runavík og í Kunningarstovuni Havn NorðurlaNdahúsið NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM Telefon 351351 · Fax 351350 www.nlh.fo · nlh@nlh.fo Upplatingartíðir um jólini 2007