fríggjadagur 14. desember 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 243 - 14. desember 2007
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Bestu jólagávurnar
eru bøkur
Føroyar er millum tey lond, har flestar
bøkur koma út í mun til talið av íbúgvum.
Hetta frøast vit um, tí, sum onkur
bókmentafrøðingur hevur sagt, so skuldi
verið løgið, um ikki onkrar av øllum
hesum útgávunum eru á einum somikið
dygdargóðum støði, at tær veruliga kunnu
rópast bókmentir á altjóða støði.
Í øllum førum er vist, at sera nógvar jólagávur
aftur í ár verða fýrakantaðar, harðar og
pakkaðar inn í litfagurt bókahandlarapappír.
Men verða allar hesar bøkurnar lisnar?
Vit hava tíverri ongar tjóðarkanningar av
lesiførleikanum, hóast tað kundi verið hart
tiltrongt. Tað, sum vit vita er, at børnini eru
ikki røsk at lesa. Hetta vísa bæði kanningar
hjá lesigranskarum og nýggja Pisa-kanningin.
Um so er, at børnini veruliga lesa so lítið, so er
hetta ein stórur missur fyri landið. Eisini tí, at
hetta kundi bent á, at tað heldur ikki stendur
so væl til við lesihuginum hjá teimum vaksnu,
ið sum kunnugt, leggja vanar og óvanar niður
í børnini.
Hevði tað ikki verið eitt hugskot at skipa fyri
einum slóðbrótandi og fangandi lesiátaki, har
vit kunna og upplýsa um týdningin av at lesa
fyri og við børnum, og at tosa við tey og ikki
bara til tey?
Vit hava illgruna um, at ein av orsøkunum
til, at føroyingar samanborið við onnur fólk,
ofta tykjast vera so tigandi er, at ongin hevur
tosað og lisið við teimum í barnaárunum. Fyri
demokratiið er tað stórt spell, at fólk ikki eiga
orðið.
Seinastu dagarnir hevur kjak verið um
leiklutin hjá skúla- og bygdabókasøvnum.
Fyri árum síðani koyrdi bókabussur millum
bygda, har fólk fingu atgongd til bøkur.
Hetta hevði avgjørt verið vert at sett í verk
aftur. Í londunum kring okkum, og í nútímans
námsfrøði, verður týdningurin av bókasøvnum
hámettur, tá tað snýr seg um at brynja seg til
ein globaliseraðan heim, grundaðan á vitan
og gransking.
Fyrsta treytin fyri at stimbra hugin til at
lesa, er at fólk vita, hvørjar bøkur koma út.
Í blaðnum í dag hava vit savnað eina rúgvu
av bókmentatilfari, og er hetta samstundis
byrjanin til eina nýggja tíð í Sosialinum, har
bókmentir og mentan sum heild, fer at fáa ta
rúmd, sum hetta økið hevur uppiborið.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Í verandi valskeiði eydn
aðist Javnaðarflokkinum at
siga øll fiskiloyvi upp frá
1. januar 2018. Fullveldis
landsstýrið við Tjóveldis
flokkinum og Fólkaflokk
inum á odda hevði annars
sett rullandi skipanina í
verk, har fiskiloyvi vóru
galdandi í 10 ár, so hvørt
tey vórðu endurnýggjað á
hvørjum ári. Hetta var
beinleiðis orsøkin til tær
ovurstóru sølurnar, vit
hava sæð seinastu árini.
Sigast má, at talan er um
eitt flott avrik av Javnaðar
flokkinum, tá hugsað
verður um, at flokkurin
hevur sitið í samgongu við
m. a. Fólkaflokkinum. So
langt, so gott!
Spurningurin í løtuni er:
Hvat so?
Næsta stigið eigur at
verða at seta ein almennan
fiskidagabanka á stovn.
Hesin skal selja allar
fiskidagar og kvotur á
uppboðssølu, har øll hava
sama møguleika at bjóða.
Fiskidagabankin skal tó
ikki virka fult út fyrr enn í
2018, tá øll tey uppsøgdu
fiskiloyvini fella aftur til
landið. Tað hevur tó
tydning, at tann politiska
skipanin meldar klárt út
longu nú, soleiðis at
vinnan hevur goða tíð til at
innrætta seg eftir nýggju
kørmunum.
Tað er ikki rætt at broyta
verandi skipan frá degi til
dags. Tað vildi verið
ábyrgdarleyst. Vinnan
hevur tillagað seg til
galdandi skipan og gjørt
stórar íløgur í vinnutól og
fiskirættindi undir teimum
treytum, sum verandi
skipan setir. Tí má vinnan
hava tillagingartíð.
Tað er ikki rætt, sum m.
a. tann annars skilagóði
fráfarandi formaðurin í
Reiðarafelagnum ber fram
í Dimmalætting, at ein
fiskidagabanki fer at
tyngja raksturin hjá hvørj
um einstøkum skipi. Skip
anin, vit hava í dag, hevur
longu eitt gjald fyri fiski
rættindi, gjaldið fellur bara
ikki til landskassan, men
til privata seljaran av fiski
rættindunum. Tí vil ein
almenn søla av okkara
fiskatilfeingi ikki tyngja
raksturin hjá hvørjum
einstøkum skipi. Munurin
verður, at fiskatilfeingið
skal keypast frá landinum
heldur enn frá privata
seljaranum.
Verandi skipan skuldar
bindur vinnuna óneyðuga
nógv. Fiskirættindini verða
seld fyri milliónaupp
hæddir, sum oftast verða
fíggjað við lántøku. Hetta
hevur við sær, at føroyski
fiskimaðurin ongan
møguleika hevur at vera
við í kappingini um fiski
rættindini. Eisini hevur tað
við sær, at váðin er stórur
og at fleiri reiðarí rinda
millióna upphæddir í
rentuútreiðslum árliga. Um
illa vil til, kann skuldar
bindingin máa støðið
undan vinnuni. Við einum
fiskidagabanka fara
loyvini einans at verða seld
fyri eitt stutt tíðarskeið í
senn, og tí verður váðin
ikki so stórur, og í flestu
førum verður ikki neyðugt
við lántøku. Vinnan fer
sostatt at spara tær
rentuútreiðslur, sum hon í
dag hevur í samband við
lántøku til keyp av
fiskiloyvum.
Ein annar vansi við
verandi skipan er, at hon
ikki í nóg stóran mun
eggjar til kapping. Tískil er
produktiviteturin og effekt
iviteturin í vinnuni ikki so
stórur, sum hann kundi
verið. Við einum fiskidaga
banka verður kapping um
rættindini. Hetta eggjar
einstaka skipinum til at
økja um produktivitetin og
effektivitetin fyri at fáa
hendur á fiskirættindunum.
Verandi skipan hevur
eisini við sær, at fiski
loyvini verða meira og
meira miðsavnað á fáum
hondum nevniliga
hondunum hjá tí kapital
sterka, og ofta er talan um
útlendskar hendur. Kapp
ingin fer at tálma miðsavn
anini. Tað verður tískil
heldur dugnaskapur enn
kapitalur, sum ger av, hvør
vinnur kappingina. Vanligi,
raski, føroyski fiskimað
urin fær hervið somu
møguleikar sum eitt nú
tann kapitalsterki at ogna
sær rættindini til tilfeingið.
Fráfarandi formaðurin í
Reiðarafelagnum førir
eisini fram í Dimmalætt
ing, at ein almennur fiski
dagabanki fer at hava við
sær, at hvør fiskimaður
skal gjalda fyri at sleppa til
arbeiðis. Hetta er heldur
ikki rætt! Reiðarafelagið
hevur altíð roynt at seta
eitt líkheitstekin millum
reiðararnar og
fiskimannin. Reiðarin og
fiskimaðurin hava ikki
somu áhugamál, eins og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og arbeiðarafeløgini ikki
hava sama áhugamál.
Ein fiskidagabanki fer
ikki at leggja nakað gjald á
fiskimannin, men bara á
keyparan (reiðaran) av
fiskatilfeinginum. Tá
Jákup Sólstein setur lík
heitstekin millum fiski
mannin og reiðaran við at
siga, at ein almenn søla av
fiskatilfeinginum hevur
við sær eitt gjald á fiski
mannin, so má hann eisini
seta líkheitstekin millum
fiskimannin og reiðaran
undir verandi skipan. Tí
kundi ein spurt Jákup
Sólstein, um vanligi raski
fiskimaðurin hevur fingið
nakran pening burturúr, tá
reiðarin seinastu árini
hevur selt fiskiloyvi fyri
milliónaupphæddir.
Ein fiskidagabanki hevði
verið ein skipan, sum
umframt økta kapping
eisini hevði givið meira
støðug viðurskifti fyri
vinnuna, har fyrst og
fremst tann dugnaliga varð
tryggjaður møguleika at
fáa fiskidagar, og hevði
hetta verið ein stórur
fyrimunur fyri fiski
vinnuna. Sjálvsagt síggja
nakrir av verandi eigarum
eina ávísa hóttan í, at teir
skulu verða dugnaligari
enn kappingarneytarnir
fyri at varðveita síni
fiskirættindi, og at nýggir
reiðarar kunnu keypa
fiskirættindi frá tí almenna
í staðin fyri frá verandi
”eigarum”. Hetta er til at
skilja, men tað er neyðugt,
at okkara fiskivinnu
politikkur verður skipaður
soleiðis, at øll, sum vilja
og duga, hava møguleika
at virka í fiskivinnuni, og
at fiskivinnan kemur
okkum øllum til gagns.
Javnaðarflokkurin
AKSEL V.
JoHANNESEN
Val
Fiskidagabanki
Lesið Sosialin - so eru tit við