Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 243 • 14. desember 2007 Vikuskifti 11 tilverur, sum eingin varnast, men sum eru bæði litríkar og gávuríkar, tá ið tú av tilvild kemur at kenna tær. Duga leikirnar uttanat, og kenna allar tær søgurnar, sum fjala seg handan tapetið og í garderobuskápunum, men sum ongantíð lata við seg koma. Í sjónleikarhúsinum starvast tann gamla seymikonan Apollonia. Hon er ein av hesum stillu og gráu tilverum, sum situr og seymar dreymabúnar í tí mesta fjarskotna krókinum í sjónleikarahúsinum. Tíðliga ein morgun, meðan øll onnur sova, missur Apollonia seg burtur millum leikbúnarnar, sum hanga á akslatrøum og bíða eftir, at sjónleikararnir skulu lata seg í teir, og geva teimum lív. Hon sníkir seg at lata seg í hin vakra kjólan hjá Ofeliu, og í somu løtu byrjar ein dreymaferð inn í ein leiklistarligan heim. Í hesum føri inn í dramaheimin hjá tí víðagitna Shakespeare. Apollonia fær ymsar leiklutir í teimum kendu leikunum hjá Shakespeare, t.d. sum Ofelia í Hamlet, sum Vaðmal í Dreymi Jóansøkunátt, sum Fívil í Lear Kongi, Julia í Romeo og Juliu, sum Gívur í Machbeth, Desdemona í Othello, og hon endar sum gandakallurin Prosperus í Harðveðrinum. Vit kenna Apolloniu aftur á brillunum og skónum, og vita at hesin sjónleikameldur fer fram í dreyminum hjá teirru gomlu og annars ósjónligu seymikonuni. Hon sum ongantíð slapp á leikpallin sjálv, og sum í dimmalættingini, meðan øll sova, tuskar inn í sjónleikarahúsið gjøgnum bakdyrnar. Sum í kinesiskari eskja Sum í einari kinesiskari eskju ferðast rithøvundurin longri og longri inn í ein fiktivan heim. Pallurin verður settur í tí slókta, myrka og lívleysa sjónleikarahúsinum í tí sovandi býnum. Men tá ið hugflog og fantasiur tekur við, kemur lív í, og leikpallurin vaknar. Tær stóru ævigu, ræðandi, tragisku og dramatisku søgurnar fara á rull, og heimurin er víðopin við øllum sínum frábrigdum. Sum skilst á hesari stuttu viðgerð av “Apolloniu”, er bókin ikki bert ætlað børnum. Í bókini eru fleiri løg – bæði í myndum og í teksti, sum tú kanst arbeiða við og verða hugtikin av. Skal man finnast at nøkrum, kundi tað verið, at bókin hevði verið uppaftur betri, um vit fingu eitt sindur meira tekst, og um Apollonia steðgaði á eitt sindur longri í teimum einstøku leikunum. Tað er eins og tær pinnpakkaðu myndirnar høvdu tolt eina eitt sindur longri søgu. Hin vegin er bókin ein innilig áheitan á lesaran, at kveikja sítt egna hugflog og geva tí loyvi at fara á flog. Innstillaður til norðurlendska virðisløn Føroyska nevndin fyri Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2008 hevur valt at innstilla bókina Apollonia eftir Edward Fuglø. Hetta er fjórðu ferð at Útnorðurráðið tekur stig til at heiðra bestu barna- og ungdómsbók, sum er útkomin seinastu trý árini í Føroyum, Grønlandi og Íslandi. Heiðurslønin verður latin annað hvørt ár, næstu ferð í 2008. Til várs verður vinnarin funnin, og vinnarin fær 60.000 kr. Í nevndini sita: Helena Dam á Neystabø, Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð. Edward Fuglø, listarmaður, og nú eisini rithøvundur