fríggjadagur 14. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 243 - 14. desember 2007
Tað er ein starvsstova
í fyrsta flokki, sum
nú er latin upp við
Áir, og hon er fult á
hædd við líknandi
starvsstovur í øðrum
londum. Fyrsta
verkætlanin er longu
byrjað
GRANSKING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Í gjár var móttøka í sam
bandi við, at Fiskaaling við
Áir tekur nýggja og snoti
liga starvsstovu í brúk.
Tað er kortini ikki bygt
av nýggjum, men sigast
kann, at karmarnir nú eru
fyltir nøktandi út.
Fyrr høvdu vit bert tað
eina rúmið, nú hava vit trý,
sigur granskingarleiðarin,
Hannis Gislason.
Veggkonstruktiónin er fyri
so vítt hin sama, men annars
sær alt út sum nýtt. Ventilati
ónsanlegg er sett upp og alt
er málað og snøggað til.
Men tað eru um ein so kann
siga ytru karmarnir. Tað,
sum er fylt út í karmarnar, er
nógv meiri áhugavert.
Vit hava fingið eina
fyrsta floks starvsstovu, sum
í útgerð agjørt einki stendur
aftanfyri
aðrar
líknandi
starvsstovur í londunum
kring okkum, sigur Hannis
Gislason.
Hetta váttar Geir Dahle,
sum hevur tjúgu ára royndir
sum fiskagranskari, og hev
ur sæð hópin av slíkum
starvsstovum. Hann er í dag
knýttur at Fiskaaling sum
ráðgevi.
Tað einasta, sum haltar
eitt sindur, er kapasitetur –
og so sjálvandi royndir.
Reint útgerðarliga stendur
hendan starvsstovan avgjørt
ikki aftanfyri aðrar, sigur
hann.
Sum í CSI
Nóg mikið er nú til av
arbeiðsplássi, og útbúnaður
in er sum longu nevnt fleiri
ferðir tipptopp. Í øðrum
rúminum er pláss fyri gransk
arum og har er eisini ein
maskina, sum útskilir DNA.
Í næsta rúminum eru tey
dýrari tólini. Har er fyrst
ein maskina, sum kvikliga
kann lata útmáldar nøgdir
av einihvørjari vætu í roynd
ir. Hetta sparir laborantar
og tryggjar móti menniskj
ansligum feilum.
Inni har er eisini ein
sonevndur PCR (Polymerase
Chain Reaction), sum eftir
stuttari tíð kann margfalda
ein DNAprofil, nakað sum
er serliga hent, um lítið
DNA er til royndina.
Og at enda er størsta, mest
framkomna og dýrasta mask
inan av øllum, sonevndi Gen
etic Analyzer, sum útgreinar
DNAroyndirnar. Hetta er
ein maskina av sama slagi,
sum
mest
framkomnu
starvsstovurnar nýta.
Sama slag, sum Grissom
og tey nýta í CSI, heldur
Hannis Gislason skemtandi
fyri.
So uttan at taka munnin
ov fullar meta bæði Hannis
Gislason og Geir Dahle, at
nýggja útgerðin á starvs
stovuni á Fiskaaling við Áir
er »State of the Art«.
Vit fara at hava mikið
meiri um Fiskaaling og
granskingina, sum nú byrjar
av álvara norðuri við Áir í
vinnusíðunum í blaðnum
týsdagin.
Fiskaaling nútímans starvsstovu
Høgni blátt eyga í Bergen
Eg var á skeivum stað skeiva tíð, sigur Høgni Hoydal, sum týskvøldið
fekk nevan so dygt í andlitið frá einum manni, at hann nú gongur við
stórum bláum og hovnum eyga. Tað var meðan flogfarið millumlendi í
Bergen á veg til Føroya, at tilburðurin fór fram á einum hotelli í Bergen.
Illgerðarmaðurin var ein fullur føroyingur, men av tí at hendingin einki
hevði við politikk at gera, og at maðurin bað Høgna Hoydal um umbergin
dagin eftir, ger Høgni Hoydal ikki meira við málið. Slagið var so dygt, at
Høgni Hoydal mátti á skaðastovuna mikumorgunin áðrenn tingfundin.
(Mynd: Jens Kristian Vang)
Geir Dahle, ráðgevi við 20
ára royndum á økinum,
og Hannis Gislason,
granskingarleiðari, fegnast
um nýggju og góðu
umstøðurnar
Fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, tosar við Geir Dahle um kongafiskastovnin. Maskinan
aftanfyri Kalsø er sonevndi Genetic Analyzer, ein sera framkomið tól, sum Fiskaaling fekk sera
bíliga fyri 884.000 krónur. Fyritøkan vildi hava 1,4 milliónir
Nógv fólk var komið til móttøkuna fyri at ynskja stjóranum, Ingolfi Joensen (fremst) tillukku