fríggjadagur 14. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
10
Lat hugflogið
reika
Í heyst gav Bókadeild Føroya Lærarafelag út forvitnisliga
og sermerkta bók til børn og ung – ella sum høvundurin
sjálvur sigur: til børn í øllum aldrum. Bókin eitur
»Apollonia« og listamaður og rithøvundur er Edward Fuglø
Um Edward og
myndirnar
Edward Fuglø hevur í nógv ár
verið virkin listamaður. Umframt
at hann myndprýðir bøkur, ger
stórar málningar og listaverk,
hevur hann ein serligan tokka til
sjónleik og ikki minst til leikhús.
Hetta í leiktjøldum
og leikbúnum at skapa ein
markleysan heim, eina illusión,
sum kortini í sínum óveruleika
sigur meira um veruleikan, enn
túsund orð, er tað, sum hugtekur
Edward.
Í einum viðtal við Bent
Rasmussen í 2001 sigur Edward
til dømis: ”Eg arbeiði við
nógvum ymiskum listagreinum,
men kortini hongur alt saman.
Tað snýr seg um at skapa eina
illusión. Eg eri so heppin, at ein
ótømandi hópur av myndum og
figurum fylgja mær. Mær nýtist
ikki at leita eftir motivum, tey eru
altíð við hondina”. Í Apolloniu
sameinar Edward sín áhuga fyri
at skapa myndir og sín kærleika
til sjónleikin.
Mong vilja siga um Edward,
at hansara stílur ikki er serliga
føroyskur ella skandinaviskur.
Kortini hevur hann sum fáur
manað fram í myndum alt
tað forniska, sum okkara
mentunararvur er so fullur av.
Hansara stílur er meira
fabulerandi, fyltur við detajlum og
dimmari í ljósi og litum, enn vit
eru von við. Tað er ein ovurhonds
rúgva av myndevnum, sum troka
á, og sum vilja sleppa á løriftið.
Man kann siga, at hansara stílur
er gróðrarmikil og kvæmur, og als
ikki minimalistiskur og einfaldur.
Vandin er tá, at man vil ov
nógv, og at skreytið doyvir
boðskapin og listarliga úttrykkið.
Eg haldi, at Edward Fuglø í
bókini Apolloniu hevur dugað
at finna eina hóskandi javnvág
við nógvum stuttligum detaljum.
Myndirnar í Apolloniu fara
tvørturum heilar opnur sum
pallmyndir. Teksturin verður sum
eitt leikrit sett inn í pallmyndina.
Eg haldi, at tað er harmiligt, at
týðandi partur av heildarmyndini
við hvørt hvørvur inn í miðjuna á
bókini. Til dømis á síðu 26 og 27,
har Machbeth kongur so at siga
endar millum tvær síður.
Í Havn – og kortini
ikki
Tú kennir myndavalið aftur.
Vit eru í Havn og í Sjónleikara
húsinum. Til hetta høvið er
standmyndin av Hans Andriasi
broytt til eina standmynd av
Shakespeare.
Til tess at skapa ein óveruligan
og fiktivan stemning, eru fleiri
av myndunum eins og speglaðar
í einum rundum spegli. Á tann
hátt leggur listamaðurin eitt
eyka filtur inn millum søgu,
søguna í søguni, pallmyndina og
so lesaran. Og vit kunnu aftur
seta tann stóra og klassiska
spurningin hjá heimsspekini. Er
veruleikin tað sum vit síggja, ella
er veruleikin tann hugmynd, sum
vit gera okkum av veruleikanum?
Um søguna
Í Apolloniu setur Edward Fulgø
Shakespeare á pall gjøgnum
hugaheimin hjá einari gamlari
garderobukonu, sum í ein
mansaldur hevur umvalt og
seymað leikbúnar í Leikhúsinum.
Edward Fuglø sigur, at tað í
einum og hvørjum leikhúsi kring
heimin finnast tílíkar forfjónaðar
Umrøða
Helena Dam
á Neystabø
Nakrar av tekningunum hjá Edwardi Fuglø í nýggju bókini