Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. desember 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 243 - 14. desember 2007 Friða part av Svalbard Norska ferðavinnan er sera misnøgd við, at myndugleik­ arnir hava gjørt av at friða umleið 40 prosent av Svalb­ard fyri teimum stóru ferðamannaskipunum, sum á hvørjum sumri sigla runt við ferðafólki. Myndugleikarnir siga, at tað er neyðugt at avmarka møguleikarnar hjá ferðafólki at fara í land fyri at verja umhvørvið. Fyri 10 árum síðani fóru umleið 800 ferðafólk í land har eysturi á Svalb­ard. Í fjør var talið næstan 13.000, skrivar ANB. Náttúran á Svalbard tolir ikki ov mong ferðafólk Savnamynd 40 ára gamli lektarin við Örebro Universitet, føroyskt- gifti Fuat Deniz, doyði í gjáramorgun av knívsárum, hann fekk undir einum álopi týsdagin á universitetinum DRÁP Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var um klokkan 15.30 lokala tíð týsdagin, at ein enn ókendur maður leyp á lektaran á universitetinum og stakk hann fleiri ferðir við knívi. Sum skilst vóru eingi vitnir til hendingina, og tað er ein av orsøkunum til, at løgreglan enn ikki hevur handtikið nakran í samb­andi við álopið. Fuat Deniz var koyrdur á universitetssjúkrahúsið í Öreb­ro, men hóast læknar­ nir stríddust fyri at b­jarga honum, eydnaðist tað ikki, og tíðliga gjáramorgunin doyði hann so av løstunum. Hann doyði av sjálvum skaðunum. Hann var upp­ aftur lívaður á ástaðnum, men tíverri megnaðu vit ikki at b­jarga lívi hansara, segði Lars Berggren, yvir­ lækni, við Aftonb­ladet. Politiið jagstrar framvegis gerningsmannin og teir siga seg hava spor at ganga eftir, men vilja kortini ikki avdúka hvørji. Teir hava eisini b­iðið statsløgregluna, Säpo, um at hjálpa til í málinum. Säpo er statsløg­ reglan og svarar til danska PET. Teir koma inn í mynd­ ina, tí Deniz er av turkiskum uppruna. Umframt landsdekkandi Aftonb­ladet eru sjálvandi lokalu dagb­løðini á tremur við greinum um hendingina. Alla staðni verður sagt frá, at lektarin var sera væl umtóktur, og eingin dugir at skilja, at ein slík lagna skuldi raka hann. Føroyskt giftur Undir øllum umstøðum er ákæran nú b­roytt frá dráps­ roynd til dráp, sigur løg­ regluovastin í Öreb­ro, Tor­ b­jörn Carlson, við svenska b­laðið Aftonposten. Allan gjár og allan dag hevur løgreglan arb­eitt mið­ víst við at loysa drápsmálið, men higartil uttan úrslit. Samstundis er løgreglan ógvuliga afturhaldin við at upplýsa, hvørji spor teir ganga eftir. Eitt nú vilja teir ikki siga, um teir hava funn­ ið knívin, sum varð nýttur í drápinum. Nógvir upplýsningar eru komnir frá almenninginum, men løgreglan sigur, at vitnir eru ógvuliga ójøvn á máli um eitt nú útsjónd og rýmingarveg. Faut Deniz, ið er av turk­ iskum uppruna, var giftur føroyskari kvinnu. Hon hevur b­úð í Svøríki í nógv ár og var fyrr gift svenskum manni. Saman við Fuat Deniz átti hon eina trý ára gamla dóttir. Føroyskt-giftur lektari myrdur Løgreglan byrgdi økið av, har drápið fór fram. Innsetta myndin er av Fuat Deniz Mynd: www.aftonbladet.se kvinnuumboðan Tíðindaskriv Samb­ært javnstøðulógini, § 8, skulu allar almennar nevndir, ráð, umb­oð og líknandi, sum fyrisitingar­ valdið útnevnir, verða sett saman soleiðis, at umleið eins nógvir limir av b­áðum kynum eru umb­oðaðir. Tá ið orsøkir eru fyri tí, kann javnstøðunevndin geva undantaksloyvi í hvørjum einstøkum føri ella fyri eina yrkisgrein sær. Javnstøðunevndin fær millum fáar og ongar um­ sóknir um undantaksloyvi. Nevndin setti sær í oktob­er 2006 tí fyri at kanna, hvussu kynsb­ýtið í almennu nevndunum, ráðunum og líknandi sær út. Topp­ skorari er Almanna­ og heilsuráðið, har nevndar­ limab­ýtið millum menn og kvinnur er 53­47 prosent, og 10 av teimum 11 nevnd­ unum hava javnstøðu. Botnskavari er Fiski­ málaráðið, har b­ýtið er 92 prosent menn og 8 prosent kvinnur, og b­ara 1 av teim­ um 9 nevndunum hevur javnstøðu. Javnstøðunevndin gjørdi eina líknandi kanning í 2000, og støðan hesi sjey árini er ikki nógv b­atnað. Í 2000 vóru 70 prosent av nevndarlimunum í teimum táverandi seks aðalráðunum menn; í 2007 er hetta tal fallið til 65 prosent. Í flestu ráðunum er lítil og eingin munur á pros­ entb­ýtinum í 2000 og 2007; tó eru tvey undantøk: Fíggj­ armálaráðið og Menta­ málaráðið. Í Fíggjarmála­ ráðnum og Mentamála­ ráðnum vóru ávikavist 75 prosent og 63 prosent av nevndarlimunum í 2000 menn, men síðan eru tølini fallin til ávikavist 57 pros­ ent og 54 prosent. Í Fíggjarmálaráðnum er javnstøða í 8 av teimum 9 nevndunum. Sostatt hevur Fíggjarmálaráðið havt nógv ta størstu framgongd­ ina í javnstøðu seinastu sjey árini.63 av teimum til­ samans 102 nevndum hava javnstøðu, t.e. 62 prosent. Javnstøðunevndin fer í framtíðini at fylgja við, tá ið aðalráðini seta nevndir, ráð og líknandi, og í góðari tíð minna tey á at halda § 8 í javnstøðulógini. Javnstøðan haltar Tá vaktarskifti verður í Amtmantsbrekkuni, er tað ikki eitt óskriv- að blað í føroyskum viðurskiftum, ið tekur sæti sum nýggjur ríkisumboðsmaður Ríkisumboð Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Dan M. Knudsen, sum av­ loysir Søren Christensen sum ríkisumb­oðsmaðuri við ársskiftið, hevur b­úð í Før­ oyum og arb­eitt við før­ oyskum viðurskiftum, síðani hann tók samfelagsliga kandidatútb­úgving á Odense Universitet (nú Syddansk Universitet) í 1997. Tey fyrstu trý árini arb­eiddi hann í Fíggjarmálaráðnum, og síð­ ani 2000 hevur hann verið fulltrúi og serkonsulentur á Ríkisumb­oðnum. Í stuttari viðtalu við Sosi­ alin, sigur Dan M. Knudsen, at hann sum ríkisumb­oð hevur rættiliga fastlagdar uppgávur, ið snúgva seg um familjurættarlig viðurskifti, sum til dømis sundurlesing av hjúnum, foreldrasamveru við b­ørn og ættleiðing. Harafturat skal hann sum danskur emb­ætismaður ikki føra politikk, men fylgja løgtingsarb­eiðinum og gera frágreiðingar til danskar myndugleikar og hjálpa før­ oyskum myndugleikum við samb­andinum til Dan­ markar og øvugt. – Eg haldi meg havi gott innlit í føroyska samfelagið, og hetta fer ivaleyst at koma væl við í starvinum, sigur Dan M. Knudsen, ið er gift­ ur við Margrethu, sum er ættað av Viðareiði. Tey eiga ein drong upp á 14 ár og eina gentu upp á níggju, sum ganga í skúla í Komm­ unuskúlanum í Havn. Ríkisumboðsmaður veit nógv um Føroyar 45 ára gamli Dan M. Knud­ sen, ið tekur við sum ríkisum­ boðsmaður 1. januar, hevur búð og arbeitt í Føroyum í 10 ár, og hevur sostatt gott innlit í føroysk viðurskifti