fríggjadagur 14. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 81 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 14. desember 2007
Vikuskifti
9
Adventus Domini er heitið á
nýggju krimiskaldsøguni hjá
Jógvani Isaksen. Hetta er enn
ein bók í røðini um Hannis
Martinsson, sum aftur megnar
at koma mitt í rokið, tá ymiskt
hendir, ið ikki er gerandiskostur í
føroyska samfelagnum.
Nýggja bókin um komu
Harrans, ella bíðan eftir
Harrans komu, tekur - sjálvsagt
- støði í døgum, ið liggja nógv
hundrað ár afturi, í 16. øld,
og tempulordanum, heilagum
stríðum og krossriddarum og
kendum persónum, sum livdu fyri
nøkrum hundrað árum síðani, og
verður hetta hegnisliga flættað
inn í lívið í Føroyum anno 2007,
har gerandislívið m.a. er Gekkur,
matstovu- og cafévitjanir og
nýtt blað- ella miðlahús í
Vágsbotni. Og tíðin undir øðrum
heimsbardaga spælir eisini inn.
Adventus Domini er fjórða
bókin um Hannis Martinsson.
Hannis Martinsson er hin sami,
sum í hinum bókunum, og sum í
fyrstu bókini ”Blíð er summarnátt
á Føroyalandi” frá 1990.
Sum í góðu gomlu
krimirøðunum, so er hann ein
heldur ”lættlivandi” persónur,
blaðmaður, sum arbeiðir
sjálvstøðugt sum ráðgevi,og
sum er fastur gestur í føstum
ølklubbum, og sum annars dámar
heldur væl tað váta slagið, livir
stakur, men hevur eina dóttir
við eini unnustu, sum hann má
sigast at hava eitt slag av ”av og
á skipan” við.
Júst rætti personurin, tí
soleiðis kenna vit teir frá gomlu
og ektaðu krimibókunum ella
filmunum.
Tað fantastiska við bókunum
hjá Jógvani Isaksen er, at hann
gevur eina nokkso autentiska
mynd av Havnini og Føroyum
annars. Vit eru mong, sum ikki
ivast í hvønn klubba í Havn talan
er um, hvat blað ella blaðhús,
o.s.fr. Og yvirhøvur eru vit í
hesum krimisøgunum stødd mitt í
Havn, ella onkrastaðni í Føroyum,
og væl at merkja í næstu samtíð,
har summi støð enntá verða
nevnd við røttum navni, t.d. Jinx
og Hotel Norð.
Og tað fantastiska er, at mitt í
hesar gerandismyndirnar plantar
Jógvan eina heilt ófatuliga
krimisøgu, sum beinanvein gevur
afturljóð í føroyska samfelagnum
- altso tí hálvfiktiva í bókini. Og
hervið er ein søga skapt, har
søgan er fantastisk fiktión, men
pallurin er veruleiki og dagførdur.
Hetta er eitt vørumerki, eitt
genialt hugskot og tað, ið gevuur
hesum krimisøgunum um Hannis
ein heilt serstakan dám. Her fann
Jógavn eina bókahill, ið ongin
áður hevði roynt, og júst tí at
hetta veruliga riggar, kann hann
skriva fleiri bøkur við sama palli
og persónum at seta á hesa hill,
ið er hansara, og bert hansara.
Júst Adventus Domini sýnist
mær øðrvísi, í mun til undanfarnu
bøkurinar um Hannis. Her er í
stóran mun talan um eina ferð
inn í lærubókaheimin, og lesarin
má leiðast, tá greiða skal fáast
á ordanum riddarum og Zeno
brøðrum, sum hava vitjað í
Føroyum fyri fleiri hunrdað árum
síðani, og tá hava hitt táverðandi
bóndan í Kirkjubø.
Men ongum nýtist at óttast fyri,
at alt hetta, ið ein skal læra og
sodna, ger bókina keðiliga. Tað
ger tað als ikki.
Her hendir okkurt alla tíðina.
Fólk verða dripin í annars
friðarligu Havnini og Hannis
kann ikki kenna seg tryggan og
ásannar fleiri ferðir, at tað hevur
hann heldur onga orsøk til.
Eins og søgan, sum er íspunnin,
trívist á pallinum, sum er tær
veruligu Føroyar, so megnar
Jógvan Isaksen eisini at hava
spenning og ”action” í hásæti, so
ikki ein síða er keðiligur lesnaður,
men krimi av besta slag, har
friðaliga, og helst í mangar mátar
bygdasliga Havnin, gerst karmur
um morð og óloystar gátur,
meðan lesarin er fylgisneyti,
meðan Hannis og søgukøni
vinmaður hansara, í huganum
ferðast víða um heim og í tíð, fyri
at fáa skil á aldargomlum gátum,
har svarið - og ein skattur - er at
finna í Føroyum, ....alt meðan teir
tøma øl og whisky, ið sjálvsagt er
av besta slag.
Av sonnum er hetta ein fløkt
søga, men hon er greidliga tøld,
og tað er neyvan nakar, ið dettur
av í svingunum, tí høvundurin
dugir at halda lesaranum til. Og
so væl verður gátan loyst fet fyri
fet, at lesarin er við allan vegin,
og spenningurin verður ongantíð
gloymdur, so lesarin er alla tíðina
motiveraður at blaða á næstu
síðu.
Sjálvur var eg so hugtikin av at
vita, hvat var fiktión, og hvat var
fakta, at eg setti meg at googla,
tí ymiskt var, ið eg vildi hava
greiðu á, so áhugavert var hetta.
t.d. søgan um Zeno brøðurnar.
Høvdu teir verið í Føroyum, hvørjir
vóru teir, var alt íspunnið, ella
bara partvís? Á google fann eg
útav, at hasir hava verið til og
hava ferðast á okkara leiðum,
men at teir hava sett beinini á
land í Føroyum, havi eg enn bert
sæð í Adventus Domini!!
Ummælir havi eg skrivað áður,
mest um tónleik og sjónleik, men
sum bókaummælari eri eg grønur.
Fari tó at loyva mær at siga,
at Isaksen her hevur gjørt tað
einaferð enn! Hetta er ein
fantastiska spennandi søga, ið
hevur so nógv í sær, at ein verður
burtur í hesum heiminum, sum
er íspunnin, men tó bygdur inn í
veruliga Havnina.
Í Klaksvík søgdu tey í hvussu er
fyrr, tá okkurt riggaði avbera væl,
at tað ”krimaði”
Eg fari at siga, at Isaksen
krimar!! Hetta er veruliga ein
krimi, ið vil nakað, bæði tá tað
kemur til spenning, ógvusligheitir,
og tað meira álvarsliga
siðsøguliga og religiónssøguliga,
ella hvussu vit skulu kalla tað.
Skal eg siga nakað, sum eg
haldi kundi verið betri, so er tað
á málsligu síðuni. T.d. kennist
tað løgið, at skrivað verður, at
”stearinljós brendu”, tí rættari er
jú at siga ”brunnu”. (s.21).
Havi ikki altíð so nógv at siga
um, at talumál verður nýtt, fyri
at lætta um, ella fyri at gera
málið meira gerandisligt. Men
í bókini verður ofta skrivað
óneyðuga nógv ”talumál”, ið
kanska er dekan ov gerandisligt,
tá talan ikkk eingang er um
beinleiðis talu. T.d. ”...følir
stingir í kroppinum”. (s.72).
Onnur dømi; støvsúgvaranum
(s.173) og jólamusikkur (s.73).
Her kundi eins væl verið sagt
”kennir”, ”dustsúgvaranum” og
”jólatónleikur”, uttan at nakað fór
av nøkrum.
Heldur ikki eri eg kønur, tá um
bát ræður, men eg raknaði við tá
skrivað varð (s.217): ”Hann settist
aftur frammi í rong, um tað kann
kallast so á einum gummibáti”.
Hetta ber, so vítt eg veit, hvørki
til á gummibáti, ella øðrum báti,
tí tað eitur ”afturi í rong” og
”frammi í skutinum”. Men um
eg fari skeivur, so rætta meg
endiliga.
Men alt hetta eru smálutir,
tá heildarmeting skal gerast av
skaldsøguni. Hon er sera væl úr
hondum greidd og ber boð um,
at høvundurin er ikki viknaður, og
heldur ikki er Hannis, Havnin og
nýplantaðar gátur, við at verða
útvatnaðar.
Isaksen krimar! So einfalt er
tað.
Isaksen
krimar
Jógvan Isaksen hevur aftur skrivað eina
krimisøgu við Hannis Martinsson sum
høvuðspersóni. Eins og tær undanfarnu,
tekur bókin støði í nútíðar føroyska
samfelagnum, men hesaferð spælir
fortíðin týðandi leiklut, men
spenningurin er als ikki vorðin minni, nú
tað legst afturat krimirøðini um Hannis
Martinsson
Ummæli
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo